BÓKADAGARNIR 2016 – eru verdir at vitja

Nú eru ársins bókaavrik fingin frá hondini og klár at njóta. Avrikini verða løgd fram og umrødd og hátíðarhildin við bókadøgum í Norðurlandahúsinum hetta vikuskiftið.

25.11.2016
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Íslendska mentakonan Sif Gunnarsóttir, sum hevur fingið avrikað so mangt og mikið gott hesa tíðina, hon hevur verið hjá okkum, legði í 2013 lunnar undir ein veruligan føroyskan bókafagnað. Ein bókafagnað, sum ikki eigur sín líka í føroyskari bókasøgu. Hon endurtekur eydnusøguna hetta vikuskiftið fyri fjórðu ferð saman við Inger Smæreup Sørensen.

Her verða høvundar at hitta, ið hava gjørt vart við seg á altjóða pallinum, og sum vit hava fingið týtt til okkara mál. M.a. kendi norski skaldsøguhøvundurin Linn Ullman, sum skrivaði Áðrenn tú sovnar

Leygardagin kl. 16 fer Bergur Djurhuus at tosa við Linn um skaldsøguna “Tey óróligu”, sum í ár er tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlanda Ráðsins.

 

Linn Ullmann

 

Her verða okkara egnu høvundar, sum leggja síni nýggjastu verk fram. Leygardagin kl 14. fer Steintór Rasmussen at greiða frá nýggju krimiskaldsøguni Deyðin fer í bindiklubb.  

 

Á Klaksvíkar Bókasavni. Sissal Kampmann tosar við Steintór um nýggju krimiskaldsøguna.  

Helgi Rasmussen hevur brotið upp úr nýggjum við ein bók um sálarfrøði í virkjum og fyritøkum – hann fer at tosa um bókina Finn teg í organisasjónini sunnudagin kl. 17.

 

Edvard og Helgi á arbeiðsfundi áðrenn FINN TEG Í ORGANISASJÓNI fekk veruligt skap 

Ole Banke og Oddfríður Marni Rasmussen fara at greiða frá myndabókini Gandakendu Føroyar. Bókin hevur fingið sera góð ummæli í donsku bløðunum. Teir fara á pall leygardagin kl. 16.30.

 

Myndin á s. 32 í GANDAKENDU FØROYAR

 

Klokkan 15 sunnudagin verður "Yrkjaratími" fyri tey, ið hava áhuga í yrkingum. Við í tí pallborðinum verða tveir yrkjarar, sum hava givið út á Sprotanum í ár: Sólrún Michelsen Ein farri av fráferð og Oddfríður Marni Rasmussen við savninum Úrtíð.  

 

EIN FARRI AV FRÁFERÐ kom á marknaðin í majÚRTÍÐ er júst komin á marknaðin

 

Áhugin fyri føroyskari list er størri enn nakrantíð, og í gott tjúgu hevur Kinna Poulsen javnt og samt miðlað og umrøtt list. Teksturin er savnaður í bók, sum kemur á marknaðinum næsta ár. Kinna verður á Bókadøgunum sunnudagin kl 14.

 

Í ár hevur Sprotin annars givið tríggjar prýðiligar coffee-table útgávur út

Tann fyrsta varð løgd fram mentanarkvøldið í Havn - Bárður Jákupsson legði fram bókina við myndlistini hjá Williami Heinesen. Sjaldsama flott savn.

Summar 2016. Báður Jákupsson hevur júst lagt bókina um William fram.

 

Aðra bókina legði Gunnar Hoydal fram í Norðurlandahúsinum 14 dagar seinni. Tað er stórverkið við øllum tí besta, ið Marius Olsen, okkara mætasti grafikari, hevur skapt í 30 ár.

 

Í Norðurlandahúsinum í summar.

 

Tann triðja varð løgd fram í Miðvági fyri 14 døgum síðan. Tað er nýggja serútgávan av Fuglabókini hjá Mikkjali á Ryggi. Hon er í stórum broti og í húsa. Ein sjaldsama flott útgáva.

 

FUGLABÓKIN eftir Mikkjal á Ryggi. Ein skreytbók í húsa.

 

Hesar tríggjar bøkurnar víkja frá øllum hinum, ið eru komnar á marknaðin í ár. Tær eru stásiligar gávubøkur fram um aðrar. Allar bøkur Sprotans frá 2016 verða til sølu á bókadøgunum. Eisini verða onkur sertilboð. 

Annars er bókadagaskráin bæði fjølbroytt og áhugaverd. Sí alla skránna her (pdf).

Væl komin í Norðurlandahúsið um vikuskiftið.

25.11.2016
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?