Eyðun Johannessen leikstjórnar Gullu og Lauru Úr bókini "Míni leikapetti"

Apukatturin, sum dugdi meira enn at mata seg

Hugleiðingar og ummæli í sambandi við endurminn­ingarbókina "Míni leikapetti" eftir Eyðun Johannessen.

07.05.2018
Jógvan Isaksen
Bókaprát

Ein av vetrunum í seinnu helvt av 1960'unum fekk næmingafelagið á studentaskúlanum í Hoydølum Eyðun Johannessen at koma niðan á skúlan at lesa upp. Eg minnist ikki, hvat tað var, hann las, men eg minnist, hvussu bergtakandi framførslan var. Eyðun ikki bara las, nei hann spældi tekstirnar fyri okkum, manaði persónar fram, soleiðis at vit blivu flutt burtur úr tí eitt sindur keðiligu kaffistovuni og inn í aðrar meiri dramatiskar heimar. Eg hevði tá sæð fleiri sjónleikir við sama manni sum leikara og leikstjóra, men eg hevði ongantíð verið honum so nær. Í ein góðan tíma ella báðar tveir var eg nú fyri eini frummegi, sum eg satt at siga ikki visti var til.

Tað kann kanska tykjast eitt sindur løgið, at eg ikki í minninum havi varðveitt, hvat tað var, sum bleiv lisið, men tað vóru heldur ikki tekstirnir, sum høvdu tað stóra árinið. Tað var maðurin, sum stóð har einsamallur og rúnarbant fjøldina av næmingum; at tað var sum at vakna av hypnosu, tá ið upplesturin var av. Tá gjørdist eg av álvara greiður yvir, at hesin maðurin dugdi nakað serligt, hann dugdi í hvussu er meira enn at mata seg.

 

Gjánkalig viðurskiftir við sjónleik

Við tí oman fyri fortalda í huga, er tað kanska løgið, at eg má viðganga, at eg eri ikki tann ídnasti áskoðarin til sjónleik, og at tað eru mong ár síðani, at eg var til eina framførslu. Hví tað er blivið so, veit eg ikki reiðiliga. Tá ið eg var barn og hálvvaksin var eg ofta til sjónleik, einahelst í Havn, men eisini í losjuni í Gøtu, tá ið eg ferðaðist har í bygdunum. Sum barn spældi eg hendingaferð við í jólasjónleikunum í Kommunuskúlanum, og seinni, tá ið eg las, var eg fleiri ferðir við í studentakabarettunum. Alt hetta helt eg vera mikið áhugavert og eisini stuttligt, og tað ger tað ivaleyst enn meira merkiligt, at eg tey seinnu nógvu árini so sjáldan eri til sjónleik.

Kanska er ein frágreiðingin, at eg ofta heldur havi viljað lisið ein sjónleik, heldur enn at hava sæð hann framførdan. Hetta ger seg galdandi fyri leikir líka frá Williami Shakespeare um Ludvig Holberg og Henrik Ibsen til Bertolt Brecht og teir nýggjastu høvundarnar. Eg havi lisið so nógvar ferðir fleiri leikir, enn eg havi sæð - og havi verið nøgdur við tað.

Undantøk hava kortini verið, har eg veruliga havi notið framførslur. "Billy Skrøgg" eftir Keith Waterhouse, "Hedda Gabler" eftir Henrik Ibsen og "Tjóvar, lík og falnar kvinnur" eftir Dario Fo eru tríggir leikir, sum eg á sinni sá í Sjónleikarahúsinum, og sum eg enn í stóran mun dugi at síggja fyri mær. Eg havi eisini sæð leikir í bæði Aarhus, Keypmannahavn og London, sum líkaleiðis standa klárir í huganum. Tá ið eg hóast alt havi havt fitt av góðum og áhugaverdum upplivingum við framførdum sjónleiki, er tað kanska enn meira løgið, at eg ikki oftari vitji leikhús. Hví er tað blivið so, veit eg ikki rættiliga? Svarið melur sum ikki einaferð í lotinum.

Øll hesi inngangsorðini eru bara fyri at fortelja, at eg eri ikki nakar eldhugaður talsmaður fyri leiklistina. Hinvegin sigi eg ikki sum danski yrkjarin Henrik Nordbrandt: "Jeg hader teater!" Hansara frágreiðing er, at hann megnar ikki at njóta eina framførslu, tí hann situr bara og bíðar eftir, at okkurt skal ganga galið. Soleiðis havi eg tað hóast alt ikki. Fyri mín part eru sjónleikarahúsini og leiklistin har, og tað er gott. Eg eri soleiðis hampiliga uttanveltaður í málinum og kann tí vónandi gera eina nøkulunda javnsinta meting.

 

Reyða húsið

Fororðið til "Míni leikapetti" leggur fyri við staðfestingini: "Henda bók snýr seg um meg. So er tað sligið fast". Hetta er kortini bara lutvíst rætt, tí hóast bókin snýr seg um lívið hjá Eyðuni Johannessen, so er tað sett í mun til leiklistina. Kjarnin í bókini og í lívinum hjá høvundanum er sjónleikur, og tó at foreldur, børn og familja annars javnan koma fyri, so er kortini at kalla alt í lutfalli til arbeiði við sjónleiki.

Fyrsti partur eitur "Reyða húsið", og tað er sjálvandi Sjónleikarahúsið, sum longu tíðliga í lívinum hjá Eyðuni fekk avgerandi týdning fyri hansara lívsleið. Hann veksur upp í Brekkugøtu í Rabarbukvarterinum í nánd av hesum húsi, og hann gongur í Nonnuskúlanum, har teir katólsku halgisiðirnir verða samanbornir við sjónleik. Hann ger enntá niðurstøðuna: "Kanska eiga nonnurnar sín lut í mínum áhuga fyri, at eg vildi síggja alt tað, sum kom á pall í sjónleikarahúsinum hesi árini". Aftrat hesum hevur hann uttan iva havt tað í holdið borið, nú annar abbin var Kristin í Geil, sum var ein íðin áhugaleikari.

Fortalt verður, at bretar tóku húsið, fyrst ið teir høvdu hersett Føroyar í apríl 1940. Hvussu smádreingirnir sita í krúpukjallaranum undir gólvinum í leikhúsinum og fylgja við í, hvat ið eingilskmenn­inirnir havast at við sangi og Ball-room-dance. Føroyskar kvinnur vóru vælkomnar, og tá ið The Lovat Scouts vitjaðu aftur í 1990, endurgevur hann eina kvinna fyri at siga: "Gævi eitt kríggj skjótt kom aftur!" So góða helt hendan, at tíðin hevði verið undir hersetingini.

Í innganginum fýlist Eyðun á, at tað ikki finst ein føroysk sjónleikasøga, men "Míni leikapetti" er í ein fittan mun eitt íkast til eina tílíka. Bókin fylgir í høvuðsheitum upplivingunum og royndunum hjá høvundanum sjálvum frá 1945, tá ið hann er til sjónleik á fyrsta sinni, og til dagin í dag. Lesarin fær soleiðis innlit í sjónleik í Havn í umleið 70 ár, og aftrat hesum eru vitjanir á bygd og royndir hjá høvundanum á útlendskum leikhúsum.

Sagdar verða søgur um stórfingnar hendingar í leikhúsinum í Niels Finsensgøtu. At tann gitni kongaligi sjónleikarin Poul Reumert á ferð úr Íslandi við ferðaskipinum Dronning Alexandrine í 1938 kemur á Havnina á miðjari nátt. Sjónleikarahúsið er stúgvandi fult av fólki, og í tríggjar tímar frá klokkan 3 til klokkan 6 á morgni lesur Reumert "En Idealist" eftir Kaj Munk. Síðani umborð aftur á Drotningina at halda leiðina fram til Keypmannahavnar. Tað er eisini høvundanum fortalt, men ikki skjalprógvað, at bæði Sir John Gielgud, Sir Laurence Olivier og Dame Vera Lynn hava havt framførslur á sama palli fyri hermonnum.
 


Fyrsti føroyingurin við útbúgving sum sjónleikari

Í 1952 fjúrtan ára gamal kemur Eyðun upp í harkaliðið í Sjónleikarahúsinum og ikki eiti á lið: Georg Samuelsen, Knút Wang, Fraser Eysturoy, Emil Thomsen, Kristina Øster, Oskar Hermansen, Jona Henriksen, Sverri Fon og mong onnur. Aftrat hesum vóru teir sonevndu "kulissumálararnir" Jákup Zahle og William Heinesen. Eyðun var skilliga komin á rættan sess, tí hann tekur samanum: "Eg var komin í nýtt og gott selskap, blíð og vinsæl fólk".

Aftan á realskúlan tekst Eyðun við ymiskt fyrifallandi arbeiði, ímeðan hann droymir um at gerast sjónleikari. Hetta má kortini ikki frættast millum manna, tí so veit hann, at hann fer at verða hildin fyri spott: "Skuðuspælari! Heldur seg vera!" Tey einastu, hann sigur sín dreym, eru foreldur og systkin og so eisini abbanum, sum stuðlar. Nøkur av manningini í Sjónleikarahúsinum sleppa eisini upp í part og eggja honum at fara undir hesa útbúgving. Í 1956 fer hann sum tann fyrsti føroyingurin undir útbúgving sum sjónleikari, men um hetta skeiðið í lívinum fær lesarin næstan einki at vita. Í roynd og veru eru bara tvær síður um hesi fýra árini, og høvundurin grundgevur ikki fyri, hví hesin parturin er við sviðið soð.

Í 1960 kemur Eyðun Johannessen nýgiftur aftur til Føroya og fer undir at leikstjórna og hava sjónleikaraskeið, og hetta ger hann líka til hann í 1970 aftur fer av landinum, nú til Aarhus Teater at starvast. Frá nú av tykist tað at vera ein leistur í lívinum hjá høvundanum, at hann stundum starvast í Føroyum og stundum í Danmark. Í 1977 stovnar hann saman við nøkrum øðrum leikbólkin Gríma, sum av álvara ger vart við seg innan føroyskan sjónleik. Men sum ikki einaferð eru teir fíggjarligu karmarnir ikki rættiliga til staðar, og Eyðun fer niður aftur, nú sum leiðari av sjónleikaraskúlanum á Aarhus Teater.

Í 1986 gevst Eyðun Johannessen á Aarhus Teater, og frá hesum degi hevur hann verið fríyrkisleikstjóri burturav, ikki bara í Danmark og Føroyum, men eisini í Noregi, Svøríki, Álandi og Íslandi.

 
Fróðarmaður

Umframt søguna um sín egna leiklut innan sjónleik í Føroyum og Danmark eru eisini aðrir tekstir, sum Eyðun hevur skrivað prentaðir í "Míni leikapetti": Tríggjar søgur undir felagsheitinum "Byrjanin til eina skaldsøgu", greinir og røður undir heitinum "Tíðarkjarr", hartil ein ferðafrásøgn, trý donsk ummælir og tríggjar rímur. Ein søgan, "Flaggstongin - ein 68'ara marrudreymur", er frá eini veitslu úti í Sandagerði, har frásøgumaðurin týggjar sær sum ein reinur desperado, tí hann er so á tremur av ótillagaðum lívskenslum. Søgan er sterk og harðlig.

Teir tríggir stubbarnir í "Byrjanin til eina skaldsøgu" eru bæði væl skrivaðir og í ein fittan mun eisini skemtiligir. Í søguni "Mr. Groth" verður fortalt um skyldmannin Groth Johannessen violinspælara, sum í 1922 vitjar í Havn og heldur konsert eitt leygarkvøld. Ta náttina hendir mangt og hvat, og í kirkjutíð sunnudagin eru Sátan og Lusifer, tað eru Groth Johannessen og Janus Djurhuus, staddir á Vaglinum: "Á áarbakkanum undir Tinghúsinum sat Sátan, berføttur við hógvi á vinstra fóti, purlureyðhærdur og sóljukrýndur, berur omanbelti og leikti á fiól "Mod solen jeg ser", meðan Lusifer í sjakett við svørtum veli og longum undirbuksum stóð úti í branddamminum og kvæð. Áin rann honum upp til ginið". Lesarin sær kúllarnar fyri sær, og kirkjufólkið, sum við andstygd eygleiðir teir. Tað kom gøla burturúr, men eisini íblástur til nýggjar hendingar og góðar søgur.

Hendan byrjan til eina skaldsøgu er so ómetaliga væl søgd, at tað er líka við, at lesarin forsyndast inn á høvundan, at hann ikki hevur gjørt meira við hendan partin av sínum listarligu evnum. Tí evnini at siga eina søgu, tey hevur hann.


Ein átulig útgáva

Eyðun Johannessen fortelur í "Míni leikapetti" livandi um uppvøkstur og nógvar stakar smásøgur á leiðini, men líkasum hann so at siga einki fortaldi frá útbúgvingarárunum, so sigur hann næstan einki um einstakar uppsetingar. Eitt sindur verður sagt um "Lykke-Per", somuleiðis "De fortabte spillemænd" og eisini nakrar føroyskar leikir, men annars næstan einki. Í sambandi við uppsetingina av "Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi?" eftir Jens Paula Heinesen verður í sambandi við vertshúsini Mimir og Kaggan sagt, at "Fyri summar leikarar løgdu klubbarnir fótonglar fyri at møta upp til tíðina". Lesarin veit sjálvandi, hvat hetta merkir, men annars einki um eitt nú trupulleikar við uppsetingum, ósemjur við høvundar og sjónleikarar og annað tílíkt. "Míni leikapetti" letur í høvuðsheitum tær stóru linjurnar og takk fyri tað, tí Eyðun dugir væl at siga frá, men eg sakni kortini drúgvari søgur um einstakar uppsetingar. Um somu tíð eri eg fullgreiður yvir, at skalt tú siga frá einum so stórvirknum og fjølbroyttum arbeiðslívi, sum tað í hesum førinum snýr seg um, so eru 300 blaðsíður ikki í námind av nógmikið. Í einum tílíkum føri er brúk fyri í minsta lagi tríggjar ferðir hesa nøgdina, og tað kanst tú illa krevja av einum manni, sum fyrst og fremst er sjónleikari og leikstjóri, ikki rithøvundur. Fyri mín part er saknurin har kortini.

Tá ið hetta er sagt, skal tað takast fram, at "Míni leikapetti" er ein bæði vælskrivað og stak undirhaldandi bók, sum hartil letur okkum ein fittan part av tí føroysku sjónleikasøguni. Aftrat hesum koma tær nógvu myndirnar í bókini, sum eru við til at gera útgávuna enn meiri átuliga.
 
Eyðun Johannesen: Míni leikapetti. Kápumynd: Torbjørn Olsen. Sprotin 2018. 298 bls.

 

07.05.2018
Jógvan Isaksen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?