Nøkur orð um Haruki Murakami í Norðurlandahúsinum 14. februar kl. 17

Um miðjan januar mánað fylti japanski rithøvundurin, Haruki Murakami 70 ár. Í tí sambandi hevur Norðurlandahúsið boðið Mette Holm, sum seinastu 20 árini hevur týtt bøkurnar hjá Murakami til danskt mál, at siga frá heimskenda og væl umtókta japanska rithøvundinum og tí, sum hann hevur skrivað.

10.02.2019
Sprotin
Ymist

Tá verður eisini høvi at ogna sær tær báðar bøkurnar eftir Murakami, sum júst eru komnar út á føroyskum máli. Bøkurnar eru Tá ið eg tosi um at renna og Sunnanvert markið og vestanvert sólina.

Mette Holm kemur beina leið úr Japan, har hon m.a. hevur vitjað Murakami, til Føroya at siga frá.

Mette Holm hevur búð eitt skifti í Japan, hon er sera væl inni í japanskum máli og mentan og týðir eisini aðrar japanskar bøkur.

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 14. februar kl 17.

Ein filmur um Mette Holm og hennara virksemi við heitinum Dreaming Murakami var liðugur fyri stuttum og fær sera góð ummæli. Kanska fara vit at síggja okkurt brot úr filminum í Norðurlandahúsinum hósdagin.

10.02.2019
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?