Hedvig Westerlund-Kapnas, leiðari fyri Føroya Fólkaháskúla.

Góða Grækarismessu, øll somul!

Takk til skótarnar fyri heiðurin at vera boðin at halda røðu her í dag. Eg eiti Hedvig Westerlund-Kapnas, og eg eri leiðari fyri Føroya Fólkaháskúla. Eg eri eisini tilflytari – gott nokk fyri meir enn tjúgu árum síðani, so tað kennist sum ein ordans viðurkenning av einum alsamt meira fevnandi og fjølbroyttum Føroyum at vera boðin at halda grækarismessurøðuna í ár. Takk fyri, skótar!

15.03.2020
Hedvig Westerlund-Kapnas
Røður

Í dag hátíðarhalda vit, at várið er á veg. Tjaldur, ver vælkomið!
Várið, ver vælkomið!
Ljósið, ver vælkomið!

Hóast Corona-tilbúgvingin forðar okkum í at savnast á Vaglinum, kunnu vit kortini hátíðarhalda, at várið er á veg. At tað verður ljósari dag fyri dag, heitari og grønari, og at flytifuglarnir koma heim aftur. Eins og á hvørjum ári hesa tíðina.

Tjaldrið, havi eg lært, er stýrt av ljósi og hita, og magnetismuni á pólunum. Smærri broytingar henda alla tíðina, ikki minst í hitanum, og fuglurin hevur lyndi at koma eitt sindur fyrr, okkurt Tjaldur verður eisini allan veturin, men í dag steðga vit á og geva várteknunum ans. Tað kunnu vit, hvør sær, tí vit kunnu fara út í náttúruna og fegnast.

Várið er so gandakent. Náttúran er í broyting, og vit vakna upp og gleðast. Hetta hóast broytingarnar eru so forútsigiligar. Vit vita jú, at Tjaldrið kemur um hetta mundið, vit vita, nær hinir fuglarnir eru í væntu, nær blómurnar spretta, ár um ár. Sólarris og sólsetur kunnu vit googla okkum til við stórum neyvleika, fleiri ár fram í tíðina.

Eins og vit vistu og vóru fyrireikað uppá at uppliva sólarmyrkingina fyri fimm árum og fimm døgum  síðani – at síggja og føla heimin myrkna og kølna í nakrar minuttir fyri síðan at vakna aftur til lívs.

Tað, at vit vóru fyrireikað upp á tað, gjørdi bara upplivingina enn størri.

Tjaldrið og hinir flytifuglarnir koma nú til várs, og sum tað sjó-samfelag sum Føroyar eru, eru eisini nógvir menniskjasligir flytifuglar. Tað eru útisiglararnir, sum bera mat til reiðrið og hava lagt lunnar undir dagsins vælferðarsamfelag. Tað eru tey lesandi, sum fara avstað á heysti og venda heim aftur, tá ið summarið kemur ,og tað eru tey/ella vit, sum flyta til Føroyar av kærleika, til størv ella av ævintýrahugi. Og so sjálvandi øll ferðafólk, sum steðga hjá okkum á leiðini, uttan at festa rót. Tá samanum kemur, eru allir føroyingar ættaðir av tilflytarum, ella flóttafólki, als ikki so langt aftur í tíðini, sæð í heimssøguligum høpi.

Nú kemur sjálvandi steðgur í ferðingina í nakrar vikur. Um mynstrini fara at broytast av Corona-pandemiini vita vit sjálvandi ikki, men eitt er vist:  Føroyar kunnu nokk ongantið liva avbyrgdar frá umheiminum….

Tí við menniskjasliga flytifuglinum kemur nýggjur íblástur og nýggj vitan. Tey ungu, sum flyta heim aftur fyri at skapa nýggjar, ljósar tíðir fyri seg sjálv, familju og land. Tey, sum flyta út í heim, mangan fyri at vinna vitan ella forvinna inntøku til sín, til familjuna og til landið. Tað ber til, tí vit vita jú, at Føroyingar sum sjóvinnufólk, mentanarliga og søguliga, hava so tætt samband við sjógvin, at havið hevur fostrað sjáldsama dugnaligar navigatørar og útróðrarfólk.

Men skalt tú navigera á heimshøvunum og úti í heiminum, so er gott at hava eitt fjálgt reiður at venda aftur til. Tjaldrið reiðrast sjáldan meir enn nakrar metrar frá tí staði, sum tað reiðraðist árið fyri.

Treytin fyri at liva eitt gott lív í um einum samfelagi, sum er so tengt at havinum og umheiminum,  er ikki bert tey, sum fara avstað og venda aftur, men so sanniliga eisini tey, sum røkja heimið. Tey, sum verða verandi og heilsa væl afturkomin. Søguliga vóru tað menninir, sum vóru flytifuglarnir, og kvinnurnar sum hildu reiðrið heitt, men so eintýtt er tað ikki longur.

Eitt heim er tað kenda. Tað er tað stað á jørðini, har vit kenna okkum aftur, har vit vita hvørjir fuglar og hvørjar blómur, sum eru í væntu og nær. Vit kenna okkara netverk, familju og vinir so væl, at óskrivaðu reglurnar fyri samveruni eru felags og undirskiltar. Her eru vit trygg, her kunnu vit slappa av.

Soleiðis er glansbílætið, og summatíðir er lívið eisini soleiðis. Men, sum ein føst vending sigur: Broyting er tað einasta vit kunnu líta á. Ella, einasta vissa teknið um lív er broyting. Har eingin broyting er, er deytt. Og vit mugu fyrihalda okkum til broytingarna, sum einstaklingar og sum samfelag.

Fyri ein flytifugl, tilflytara, sum meg, er nærliggjandi at hugleiða eitt sindur um menniskju-flytifuglar sum koma aðrastaðni frá, og hava valt at reiðrast í Føroyum. Sambært útlendingastovuni búgva umboð fyri 100 tjóðir í Føroyum, hvussu nógv heimamál, sum verða tosað við køksborð kring landið, vita tey ikki við vissu. Skal tað eydnast tilflytarunum at skapa sær eitt gott heim í Føroyum, so er tørvur á góðari móttøku í nýggja heimlandinum. Ein móttøka, har mentan, vitan og lívsvísdómur hjá tilflytaranum verður mett at vera ríkandi, har útveksling millum føroyska siðmentan og mentanarviðførið hjá tí nýggja íbúgvanum verður virðismett.

Bindiklubbar eru kanska tað netverk, sum meir enn nakað, hevur bundið saman heimbygdir og heimafólk, tá ið menninir sigldu úti. Sambinding er eisini eitt væl virkandi integratiónsátak, havi eg skilt á lagnum. Skótar, ítróttarfeløg, kirkjur og samkomur eru á sama hátt byggipláss til felagskap og vinaløg. Har nørist samskifti, sum ger, at eitt nýtt heim kann blíva til eitt gott heim. Lukkutíð kunnu vit í dag røkja okkara sambond teldutøkt og ansa eftir, at eingin situr púra eina, til vit aftur kunnu savnast.

Tit skótar hava herrópið ”Ver til reiðar!” Í hesum broytingartíðum kundi tað ikki verið meira beinrakið: Vit vita ikki hvussu heimurin og tykkara framtíð fer at síggja út um tíggju ella tjúgu ár. Framtíðargranskarar leggja ofta áherðslu á, at kreativitetur og tryggleiki, sum ger, at tú tolir broytingarnar, eru avgerandi fyri at fyrihalda seg til ta nýggja. Føroysk ung, sum venda heim við nýggjari vitan í viðførinum, og tilflytarar, sum koma við aðrari vitan og nýggjum blóði, eru kanska ein lykil til framtíðina her.

Vitan verður mangan samanborin við ljós. Várljós, ver vælkomið,  bæði so og so! Vit her heima skulu taka ímóti tykkum so væl sum vit kunnu. Flytifuglur, ver vælkomin, við broyttum og nýggjum hugsanum og íblástri.
 
At enda vil eg senda ein tanka til tey, sum ikki orka at gleðast um ljós og vár. Har myrkrið í egna lívinum er so djúpt, at framtíðin tykist vónleys. Vit, felagskapurin, kunnu stuðla. Vit kunnu lata ljósgeirar inn, meðan vit fegnast um várið, vit kunnu skapa eitt fjálgt reiður til tann dag, myrkrið lætnar. Hetta dugir nemliga tað lítla samfelagið betur enn tað stóra.
Lat meg bera fram nakrar reglur úr endayrkingini í bókini ”Leitanin eftir at vera”, har høvundurin, Katarina Nolsøe, skrivar um aftur at kenna lívið eftir langa sjúkralegu:
 
Tú ert skrukkandi gomul og løtt sum blómudust.
Lurtar eftir tyngdini og sært lættleikar mitt í, har alt er til.
Veit at flóð og fjøra valda allar dagar.
Brennur eftir at vera til í flóðini og byggja nýggjar tankar í sandin,
meðan erfínu traðrirnir av ótta flákra í tí grøna og bláa ljósinum frá klótuni.

...
 
Ein gomul kend megi er vaknað og veksur millum ryggjageislarnar.
Ein ballón er farin upp úr merginum.
Gloppið millum múrsteinarnar fylt við lættleika, sum mosaikk.
Mosaikkbrot, har ljósið spælir sær.

...

Áðrenn tú hvørvur inn í áhugaverda og leikandi dreymalandið, hugsar tú:
mátti leitanin onga enda fingið. Mátti leitanin bara gjørt teg enn forvitnari.
 
Vælkomið Tjaldur, vár og ljós!
Mátti leitanin onga enda fingið.
Mátti leitanin bara gjørt teg enn forvitnari.
Lat okkum fara út í náttúruna og fegnast, og lat okkum røkja sambandið hvør við annan og standa saman, nú várið kemur í undantaksstøðu.

Takk fyri, góða Grækarismessu!

Hedvig Westerlund-Kapnas

15.03.2020
Hedvig Westerlund-Kapnas
Røður

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?