Tann seinasta ljóðbókin, ið lisin varð inn, var Hvør drap bambi?. Sprotin

Ljóðbók ella pappírsbók?

Ymist er, um okkara viðskiftafólk vilja hava ljóðbók ella pappírsbók. Tí fara vit javnan nú at gera okkara nýggju bøkur í tveimum útgávum: pappíri og ljóði.

10.11.2021
Sprotin
Bókaprát

Tann seinasta ljóðbókin, ið lisin varð inn, var Hvør drap bambi?. Tvær tær næstu, ið koma á marknaðin, eru hesar:

Pappírsbókin hoyrir framvegis til tann djúpa stólin og náttlýsisglæmuna í seingini.

Ljóðbókin gevur sama frælsi, sum útvarpið gevur forvitnum fólkum. Tú gert alt tað, tú skalt og mást gera, og hevur bókina rungandi í oyrunum samstundis. Tú kanst kryvja, spula, sláa, binda, leggja fyri seyðin - meðan bókin elegant smýgur sær ígjøgnum oyralustina. 

Her sært tú allar ljóðbøkurnar hjá Sprotanum, sum eru á MOFIBO

Her sært tú allar pappírsbøkurnar, sum Sprotin hevur givið út

 

10.11.2021
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?