Teir byggja brýr millum ymiskar málfatanir
Hann fekk ikki givið eina lítla russiska-føroyska orðabók út á almennum forlagi fyri 20 árum síðan, tí hon samsvaraði ikki við almennu málstevnuna. Tá Johnny Thomsen hevði gjørt orðabókina lidna, vendi hann sær til privata forlagið, Sprotan, hjá Jonhardi Mikkelsen. Hann gevur hana nú út, hóast hann ikki tekur undir við øllum innihaldinum, tí neyðugt er at byggja brýr millum ymsar málfatanir eftir aldarlangt málstríð, heldur hann
Mikudagin 17. oktober 2012 beyð forlagið
Sprotin til almenna móttøku á Hotel Føroyum. Stjórin á Sprotanum, Jonhard
Mikkelsen, hevði væntað, at 40-50 fólk møttu upp, tí høvuðsnavnið var hóast alt
heimsgitni russiski rithøvundurin, Mikhail Sjisjkin. Tá avtornaði, komu 150
fólk á hotellið, og tá kvøldið var av, var ikki bara ein høvuðspersónur. Har
vóru tveir. Hin var Johnny Thomsen, sum hevur týtt nýggju skaldsøguna hjá
Sjisjkin, ”Brævabókina,” og haraftrat legði fram eina spildurnýggja
russiska-føroyska orðabók við 58.479 leitorðum.
Søgan um orðabókina hjá Johnny Thomsen er drúgv, og burðurin hevur verið tungur. Hon byrjar við, at hann gjørdi eina lítla skúlaútgávu av orðabókini fyri 20 árum síðan, sum alment forlag skuldi geva út. Tá orðabókin hevði verið til rættlestur, varð hon steðgað, tí hon samsvaraði ikki við almennu málstevnuna. Hetta harmaði Johnny almikið. Hann gavst tó ikki á hondum, og tá Mentamálaráðið í 2001 fór at veita starvslønir til orðabókagerð, søkti hann og fekk starvsløn í tilsamans fýra og eitt hálvt ár. Í 8-9 ár hevur hann baksast við orðabókina, og nú er hon liðug.
Munur á orðabókum
Jonhard Mikkelsen hevur á Sprotanum givið út hundraðtals bøkur, og hann hevur eisini sjálvur gjørt orðabøkur, eitt nú ensku-føroysku orðabókina saman við Anfinni í Skála. Hesar orðabøkur eru normativar orðabøkur, sum merkir, at tær vísa, hvussu normurin í føroyskum er. Johnny Thomsen hevur gjørt sína orðabók á ein heldur øðrvísi hátt. Hann gongur ta deskriptivu leiðina, sum merkir, at hann vísir, hvussu málið verður brúkt í talu og skrift. Eitt nú vísir hann á, at tá føroyingar tosa, siga teir ofta viss, men hann mælir russarum til at skriva um.
Spyrt tú Johnny Thomsen, um hann er ímóti purismu, svarar hann, at tað er hann als ikki, um hon ger málið ríkari og smidligari. Men annars er hon óneyðug. Málið er so óendaliga ríkt, vísir hann á. Í mongum førum kunnu nýsmíðað orð væl brúkast, tí tey siga betur enn lænt orð, hvat tosað verður um. Sum dømi nevnir hann fuglafrøði. Ongin ivast í, hvat hetta merkir. Men tosar tú um ornitologi, fara mong at ivast. Upplagt er tí í eini týðing til almenningin at tosa um fuglafrøði. Bannað er heldur ikki at skriva heimspekingur, men filosoffur situr minst líka væl og kann væl brúkast. Ofta veldst hetta um stílleguna í tí sagda, heldur hann.
– Føroyskt er serligt á tann hátt, at nógv av tí máli, vit brúka, er ikki í normskipanini. Vit brúka hvønn dag orð sum viss, betýða og forstanda, og ongin undrast á hetta. Tílík orð havi eg tikið við í orðabókina, men eg havi frámerkt, at hetta er nakað, vit bara siga á føroyskum og ikki skriva. Tí mæli eg til, at russarar skriva um, merkja og skilja, men teir fáa so at vita, hvussu vit ofta siga. Eg taki alt við, tí eg vil lýsa, hvussu málið er, sigur Johnny Thomsen.
Hann heldur, at munur er á, hvussu útlendingar kunnu brúka føroyskt við sínum mongu brigdum, og hvussu føroyingar sjálvir kunnu brúka málið. Útlendingar, sum læra málið á fyrsta sinni, skulu helst ikki blanda ov nógvar stíllegur saman, men halda seg til normin. Annars kann fløkja lættliga koma í. Føroyingar sjálvir kenna sítt mál so væl, at teir kunnu blanda stíllegurnar eftir tørvi og t.d. flyta talumál yvir í normativa skriftmálið, um hetta krevst.
– Eg kann nevna eitt orð sum bedrøviligt. Allir føroyingar kenna týdningin av orðinum, hóast tað ikki kann sigast at vera føroyskt. Tað er livandi og verður mangan brúkt við sínum serliga stílvirði. Eitt annað orð, sum heldur ikki kann sigast at vera føroyskt, er ordiligt. Hetta orðið er eisini livandi og hevur ein heilt annan týdning á føroyskum enn á donskum. Ver nú ordiligur, siga vit. Hetta siga bara føroyingar, og tað eiga vit at vísa á, sigur Johnny Thomsen.

Føroyskt er skeiklað
Jonhard Mikkelsen ásannar, at deskriptiva
leiðin er ein leið, sum kann brúkast, men sjálvur heldur hann, at normativa
leiðin er tann besta, tá orðabøkur skulu gerast. Siðvenja hevur verið, at
orðabøkur, undirvísingartilfar og ein stórur partur av týddu verkunum hava
verið skrivað soleiðis, at tey hava verið málsliga fyrimyndarlig viðvíkjandi
orðafeingi og orðalagi. Og hetta hevur sínar sera góðu grundir, minnir hann á.
– Eitt mál, sum er so undirstimbrað
sum føroyskt, sýgur sær sjálvandi merg úr øðrum málum. Okkara málsliga boppa
hevur verið danskt til alt, frá kirkjumáli til skúlabøkur, fjølmiðlar,
undirhaldstilfar og nýtsluvegleiðingar. Sjálvandi ávirkar hetta føroyskt.
Johnny brúkar úrslitið av hesi ávirkan og staðfestir, at soleiðis hevur
føroyskt nú lagað seg eftir hesum trýsti, sigur Jonhard Mikkelsen.
Sárt hevur tó verið at síggja, heldur
hann, hvussu føroyskt ikki mennist, men skeiklast av øllum teimum innlæntu
orðunum, ikki tí orð ikki finnast fyri øll hesi vanligu fyribrigdini á
føroyskum, men tí føroyingar koma so lítið í samband við gott føroyskt mál. Tað
minsta, orðabókasmiðir kunnu gera, er at geva fólki nakrar góðar fyrimyndir til
setningar og orð á føroyskum, heldur hann.
– Vit hava arbeitt leingi við at fáa orðabókina hjá Johnny út, og vit hava brúkt nógvar pengar upp á hana, og í tí liggur viðurkenningin av hansara arbeiði. Eg síggi onki forgjørt í tí, hann ger. Hann er ein stak dugnaligur og arbeiðssamur málfrøðingur. Okkara ymsu áskoðanir skulu ikki skilja okkum. Tær eru bara ymiskar, og eftirhondini má vera pláss fyri fleiri málsligum áskoðanum, sigur Jonhard Mikkelsen.
– Vit vóru 11 týðarar úr 11 ymsum londum á einum fundi, har vit umrøddu fortreytirnar at týða á ymsu málunum. Tá eg greiddi teimum frá, hvussu nógvar møguleikar føroyskt hevur, vórðu summir teirra heilt øvundsjukir, tí øll mál hava ikki hesar møguleikar. Eg fegnist um alt á føroyskum, internationalismur, serføroyskar danismur og purismu. Alt kann brúkast við rætta høvið. Tú skalt bara vera tilvitaður um, hvat tú gert, og nær tú gert tað, sigur Johnny Thomsen.
Jonhard Mikkelsen vísir á, at allar tær fyrstu orðabøkurnar vóru sjálvandi normativar, tí fólk skuldu vita, hvussu hetta og hatta æt á føroyskum. Leingi vóru bara 2-3 orðabøkur at kaga í, men seinastu 10-15 árini er stillisliga farin fram ein kollvelting innan orðabókagerð. Føroyingar hava nú tilsamans 12 orðabøkur at leita í, tí orðabøkur eru sprændar út á bókamarknaðin og á netið, m.a. umvegis Sprotan.
– Vit kunnu saktans loyva okkum at hava eitt sindur leysari teymar nú. Tann royndi orðabókabrúkarin fer ikki í baklás, tí hann fær eina ávísa týðing í eini orðabók. Hann leitar og leitar í ymsum orðabókum, til hann finnur tað, hann skal brúka. Ein og hvør, sum ikki vil brúka bedrøviligur, fer bara í donsku-føroysku orðabókina og sær, at hann skal skriva syrgiligur. Tað tekur eitt sekund, sigur Jonhard Mikkelsen.
Hann er sannførdur um, at neyðugt nú er at byggja brýr millum ymsu málfatanirnar. Í 32 ár hevur hann arbeitt við at byggja upp føroyskt, og stórverk eru komin burturúr. Kortini hava ósemjur altíð ligið sum ein knarrutur tóni undir øllum málsligum menningarstarvi, og tað, hann dugir at síggja, eru ósemjurnar í 2012 júst tær somu sum í 1900. Størri sigur kundu danskarar ikki havt vunnið á føroyingum, tí alt er tvíningum. Føroyingar eru altíð fyri og ímóti sær sjálvum.
– Eg havi stundum sjálvur verið við í hesum orrustum og givið ilt av mær, men glepsini tykjast onga aðra ávirkan at hava enn at býta fólk sundur. Hasa orrustuna brúki eg ikki tíð uppá longur. Nú verður øll mín orka brúkt til at fullfíggja mongu útgávurnar tøkniliga, so hvørt sum tøknin mennist. Hesi amboðini eru einasta vónin, ið er, fyri at føroyskt ikki skal fara fyri bakka. Kanska fer tað kortini, men amboðini geva eina vón, sigur Jonhard Mikkelsen.

Pláss fyri ymiskleika
Johnny Thomsen heldur ikki ymsu stíllegurnar í føroyskum vera nakran trupulleika. Tvørturímóti. Hann kallar seg altetandi á føroyskum. Hann fegnast um at kunna brúka orð sum ljón, løva og leyva um sama fyribrigdið. Í týðing síni av ”Brævabókini” hjá Mikhail Sjisjkin brúkar hann ljón, tá teksturin er hátíðarligur, men í einum føri, tá hann verður gerandisligur, brúkar hann orðið løva. Hesir møguleikar gera bara málið ríkari, heldur hann.

– Tað sama sigi eg, leggur Johnny Thomsen
aftrat. – Eg tími ikki at vera uppi í orrustunum meira, men vil heldur arbeiða
konstruktivt við málinum.
---
FAKTA
Johnny Thomsen fór at læra seg russiskt fyrst í 60’unum á universitetinum í
Keypmannahavn. Hann gekk eisini á universiteti í Moskva. Undirvísti í Hoydølum
1974-1977. Hevur arbeitt sum tulkur fyri m.a. Skála Skipasmiðju og Skipafelagið
Føroyar frá 1994 til 2001. Russiska-føroyska orðabókin umrøður gjølla sjóvinnu
og fiskiskap, tí hesi evni hava verið nógv umrødd í samskiftinum millum Føroyar
og Russland. Kona Johnny, Jelena, er russisk og hevur verið honum hollur
stuðul.
Russiska-føroyska orðabókin liggur her
Uni Arge
Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Ymist
Zakarias Wang
Zakarias Wang gav út tvær stórar orðabøkur, áðrenn Orðabøkur Sprotans komu í eyga
Bókaprát
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
"Vit eru fimm" er ein familjusøga, ein søga um gerandisdagin og um kynsmynstur í okkara tíð. Tað er eisini ein søga um kynsmegina…
Bókaprát
Bjargað á opnum havi
Tá ið Saigon fall í apríl 1975, rýmdi eitt vjetnamskt strandfarmaskip frá kommunistunum við 3.628 fólkum umborð. Tríggjar dagar s…
Bókaprát
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
Hvussu barst tað á, at eg fór at skriva Fylg sjóvarfallinum?
Bókaprát
Fylg sjóvarfallinum
Henda verður á marknaðinum tann 15. apríl. Framløga týsdagin 22. apríl kl. 17 á bókasavninum við Løkin.
Bókaprát
Alex Schulman - Skunda tær at elska
Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fram "Skunda tær at elska", sum…
Bókaprát
Vegghamar - út í bókling
Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnará, sum hevði stóra framsýning av verkum eftir Vegghamar fyrr í mánað…
Bókaprát
Til lukku, Heðin!
Heðin M. Klein er 75 ár í dag
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð
31.10.2024
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
29.10.2024
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi
28.10.2024
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19
24.10.2024
EDEN
30.09.2024
Brenn øll míni brøv
25.09.2024
Lesikrókurin fær nýggjan vert
23.09.2024
Søgur úr Latínamerika
20.09.2024
Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum
03.09.2024
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd
02.09.2024
Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi
15.08.2024
Brenn øll míni brøv
13.08.2024
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini
03.07.2024
Ljóðbøkur og summar
17.06.2024
Maria Stuart
10.06.2024
Tær góvu lív
05.06.2024
Tær góvu lív - ÚTSETT
03.06.2024
Í Íslandi – Á Íslandi
24.05.2024
Hvaðan kom kvinnan
15.05.2024
Stórverk í tveimum bindum um føroyska táttayrking
07.05.2024
Hvaðan kom kvinnan
06.05.2024
Hvaðan kom kvinnan - samrøða
02.05.2024
RÓTGRÓNAR YRKINGAR
25.04.2024
Reyðhærda kvinnan
24.04.2024
Bókin um Rituvík
16.04.2024
Tá ið eg fór at týða: Íspinnurin og skrúviblýanturin