Fosse – fáa orðini lív við tilveruni, ella fær tilveran lív við orðunum?

Jóhannes liggur har á deyðastrá og fær eina opinbering, ikki í tann nýggja heimin sum lærusveinurin Jóhannes, men eina afturlítandi opinbering av sínum egna lívi, og hann sær, upplivir serligar varðar á vegnum, og hann sannar og er takksamur fyri lívið. Men tað er eisini sumt, hann als ikki skilur, m.a. hvat tað er, sum hendir henda síðsta dag í lívinum.

26.01.2023
Randi Kúrberg
Bókaprát

Eg kom at kenna til skaldskapin hjá Fosse, einaferð eg var á summarskeiði í Tromsø, tá ið eg las. Eg minnist, at vit fingu eina rúgvu at lesa, - tað var eins og skuldu vit fáa innlit í allan norskan skaldskap. Nógvar yrkingar, onkrar stuttsøgur, nógv skaldsøgubrot og onkur leikbrot, m.a. eitt eftir Jon Fosse “Nokon kjem til å komme”. Eg las tað, dámdi væl, at hann skrivaði á nýnorskum, men helt ikki, at hann tóktist hava serliga nógv upp á hjarta. So hendi tað so brádliga, at eg sá nakað við tekstinum. Eg skilti, at hesi bæði fólkini í tekstinum “Hon” og “Hann”, sum høvdu ein so knappan, merkiligan og tøvandi dialog, vóru í dýrastu neyð. Tey fingu ikki snakka saman, tey vóru einsamøll saman. Imponerandi at fáa tað fram við orðum. Eg var seld, - forelskað. Eg havi ofta hugsað, hvat Fosse ger. Hann hevur sín heilt egna lítillátna stíl, hann er næstan kargur við orðunum, men kortini nýtir hann tey við hygni og skygni, soleiðis at ein fær varhuga av, hvørja virðing hann hevur fyri orðinum – tí ultimativa tilfarinum hjá skøldum og høvundum. Við orðunum og málinum arbeiðir hann eisini við gloppunum, tí sum er millum reglurnar og uttan fyri sjálvan tekstin. Formur og innihald fullfíggjað hvørt annað. Hann dugir so væl at lýsa tað sjáldsama og sansaliga, at teksturin verður ein uppliving at lesa. Soleiðis hevði eg tað, tá ið eg las morgun og kvøld.

morgun og kvøld. Hesin flotti teksturin um høvuðspersónin Jóhannes og tvær avgerandi løtur í lívinum: at koma og fara hiðani. Bókin er býtt í júst tveir kapitlar: morgun og kvøld. Fyrri kapitulin er, tá ið Jóhannes verður føddur, og tá er sjónarhornið fyri tað mesta hjá pápa hansara. Tað er í grundini ikki so merkiligt, tí nóg illa komin í verðina hevur hann ikki ognað sær orðini. Tað hevur hann í seinna kapitli, og tá eigur hann Jóhannes sjónarhornið at kalla alla tíðina. Tó eru nøkur brot ella setningar í fyrra kapitli, sum lýsa støðuna úr hansara sjónarhorni. Vakurt lýst við ófullfíggjaðum setningum, tí nýføðingurin eigur ikki mál, men hann kann sansa og kenna, og tað sæst í innihaldinum, eins og føðingin, tá ið nalvastrongurin, lívsbandið millum móður og barn, er kvettur, eisini verður lýst sum ein sorg ella missur:

og so hesi róligu ljóð so ja so a so e so so o á o og kenna seg so ja og tað róliga so ja og tað heita og so ljóðini soleiðis so róligur hiti og so henda ræðslan, sundurskild, sundurskild, og so, og so røddin har úti, har úti, allar røddirnar og onki hongur longur saman (s. 16)

...og hann er so púra einsamallur ongir litir ongi ljóð ikki ljós og tað pínir ikki í ørmunum og beinunum búkinum tað pínir hetta ljósið hetta hesar rørslurnar hetta henda andingin hetta alt fer inn og burtur og so ja tað má tað má tað má og tað mjúka hvíta tað har í munninum og tað og og kenna (s. 17)

Fyrri kapitul er m.a. serliga hugtakandi, tí sum lesari kann ein fylgja óttanum hjá hjálparleysa pápanum og vaksandi faðirkenslu hansara, nú jarðarmóðirin Anna hevur kveistrað hann til viks við orðunum:

  • Tú ert útróðrarmaður, tú veitst at kvinnur ikki skulu vera á báti, ha? sigur hon
  • Jú, jú, sigur Ólavur
  • Og nú er tað tað sama fyri mannfólk, veitst tú hvat tað vil siga? sigur gamla jarðarmóðirin Anna
  • Ólukka ja, sigur Ólavur
  • Ja júst so ólukka ja, sigur gamla jarðarmóðirin Anna (s. 6)

Dømi um um spírandi faðirkensluna:

...hann kennir seg brádliga róligari, ja næstan lukkuligan kennir hann seg brádliga, ja tú góðasti sum tað skiftir, ikki til at trúgva, tað, hugsar Ólavur nú skal eitt lítið dreingjabarn, lítli Jóhannes, síggja verðins ljós, tí inni í myrkrinum og hitanum har inni í búkinum á Martu hevur hann vaksið seg stóran og frískan og fittan, frá ikki at vera nakað í heila tikið er hann blivið til eitt menniskja ein lítil jassur... (s. 9)

Kapitulin endar við, at drongurin er komin í verðina, jarðarmóðirin skal rógvast heim aftur, men pápin er kenslusamur nú hann longu skal fara frá konu og barni: 

...hann tekur við hondini og so strýkur hann við teimum hvøssu tunnu longu fingrunum eftir enninum á Martu og hann kennir at hon hevur sveitta á enninum og so strýkur hann varliga oman eftir kjálkanum á lítla Jóhannesi og hann kennir hvussu merkiliga mjúkt tað er strúka eftir kjálkanum á honum... (s. 19)

Seinni kapitul snýr seg um ta løtuna, Jóhannes doyr – ikki tá ið hann er deyður, men tá ið hann “blívur deyður”, sum eg so fitt havi hoyrt tað sagt, tá ið børn práta um lívsins álvara.

Hvussu langt hetta tíðarbilið er, er ikki til at siga, men bara tað at fáa hugskotið at lýsa hesa løtuna, sum aloftast liggur uttan fyri orðini, tá ið talan er um gamalt fólk, sum mett av døgum leggur árarnar inn, er fantastiskt. Fleiri hava ivaleyst upplivað at sita síðstu løtuna hjá onkrum, sum ikki orkar at tosa, men onkursvegna hevur ein varhuga av, at tey sansa og skilja. Kanska tí tey framvegis hugsa, tó at orðini ikki koma fram sum ljóð. Tað er m.a. hetta, sum tað eydnast so væl Jon Fosse at lýsa í morgni og kvøldi, haldi eg.

Jóhannes liggur har á deyðastrá og fær eina opinbering, ikki í tann nýggja heimin sum lærusveinurin Jóhannes, men eina afturlítandi opinbering av sínum egna lívi, og hann sær, upplivir serligar varðar á vegnum, og hann sannar og er takksamur fyri lívið. Men tað er eisini sumt, hann als ikki skilur, m.a. hvat tað er, sum hendir henda síðsta dag í lívinum. Men er tað nú so merkiligt, tá ið ein ikki hevur roynt tað fyrr? Minnir tað ikki um tann dagin, tá ið hann var føddur? Tað hevði hann heldur ikki roynt fyrr. Ringrásin er fullfíggjað, - tað endar, sum tað byrjaði: á gáttini í lívið og á gáttini úr lívinum, í báðum førum er tað uttan fyri orðini, og har er einki. Harvið ikki sagt, einki er uttan týdning, vit fáa bara ikki umrøtt tað. Kanska vit sansa tað, eitt nú í tónleiki, men eg haldi, at Fosse við skaldskapi sínum fær víst okkum, bent okkara tankar á tað, sum er uttan fyri málið. Eg haldi, hann eggjar okkum til at sansa og uppliva tað, sum er uttan fyri orðini.

Orðið hugsar er nevnt óteljandi ferðir í tekstinum, og tað er ikki tilvild. Descartes segði: “Eg hugsi, altso eri eg”. Hugsar, tað at teinkja, er knýtt at nú-inum, og er tað nakað Jóhannes ger í øðrum kapitli, so hugsar hann. Hetta skapar eina nærveru millum lesara og tekst, ella millum lesara og Jóhannes, og tað at kunna fylgja Jóhannesi ta løtuna, hann er á markinum millum var og er, er einki minni enn fantastiskt. Eg haldi, mann er úrmælingur, tá ið mann fær lýst hesa løtu so skaldsligt, sum Fosse klárar. Vanliga hugsar mann um hesa løtu sum miss, men hann lýsir í staðin føðingina sum miss, tí tá verður sambandið við mammuna kvett, og tá ið Jóhannes fer av verðini, tykist hann bara missa orðini.

Tað, at Jóhannes hugsar so nógv í øðrum kapitli, skilji eg sum, at hann er ikki deyður enn, núið er framvegis hansara, men hann er einsamallur og hevur ongan at tosa við. Tó er ikki vist, at hann hevði kunnað sagt nakað, nú hann hann hevur vent hesumegin bakið og vendir andlitið móti hinumegin, men hann hevur Pætur at tosa við, og Pætur hjálpir honum at skilja, t.v.s. at tað framvegis eru orðini, tankin og samrøðan, sum halda skil á øllum hjá Jóhannesi. Pætur sigur honum, at skjótt eru teir uttan fyri orðini, og tá er Jóhannes eisini loystur frá tankanum. Tá hugsar hann ikki meir. Nú-ið er av, teir eru farnir í aðra tíð og annað rúm, sum kanska í okkara verð er einki, men teir eru ikki í hesi verð, og tá hevur einki kanska ein heilt annan týdning. Fram um alt kann henda skaldsliga lýsingin av manninum, sum doyr einsamallur í gomlu húsum sínum vera ein troyst fyri tey, ið eftir sita.

Hetta, at orðini og tankin fáa so stóran týdning í tekstinum kann eisini vera ein tilsiping til kendu orðini fyrst í evangeliinum eftir Jóhannes: 

“Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð. Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar. Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí.” (Jóhs. 1, 1-5)

Í morgni og kvøldi er munurin tann samanborið við inngangin í Jóhannesarevangeliinum, at myrkrið tekur við, orðini hvørva og við tí lívið og ljósið. Heitið bendir á nakað tað sama, tí hetta eru júst tíðarbil á døgninum, sum eru á gáttini millum ljós og myrkur, men nær slitnar reiðiliga millum hesi? Eru tey ikki knýtt at hvør øðrum? Nýtist okkum at ræðast einki, tó at vit ikki vita, hvat tað er fyri stødd? Við heitinum morgun og kvøld fær Fosse víst á bæði dagin og náttina uttan at nevna tey beinleiðis, v.ø.o. tey koma á ein hátt burtur úr ongum. Dagurin, sum liggur fyri framman hjá nýføðinginum, tá ið hann skal ogna sær orðini og lívið, og náttin, sum liggur fyri framman hjá tí gamla manninum, ið verður loystur frá lívinum og orðunum. Men tað er eisini náttin, sum er millum kvøld og morgun, og um náttin er tað sama sum einki, so var tað júst har, ið Jóhannes hevði sítt upphav. Henda áskoðan kemur so væl fram, tá ið Ólavur sigur: 

... nú skal so, meðan móðirin Marta skríggjar og hevur ilt, koma út í hesa køldu verð og so skal hann vera har, skildur frá Martu, skildur frá øllum øðrum, hann skal vera aleinaður altíð aleinaður, og so skal hann, tá ið alt er av, tá ið hansara tíð er komin, loysast upp og verða til onki, soleiðis er lívsins gongd, fyri menniskja, dýr, fuglar, fiskar, hús, kerald, fyri alt sum finst ja hugsar Ólavur og so er tað so nógv meira eisini, hugsar hann, tí sjálvt um tað kann hugsast soleiðis, frá ongum til onki, so er tað ikki soleiðis kortini, tað er jú so nógv meira enn tað, men hvat er alt hitt? (s. 10)

Millum kvøld og morgun er sum sagt náttin, men millum morgun og kvøld er dagurin, -  ella bara “og”, sum heitið sigur, og júst “og” saman við orðinum “hugsa” verður endurtikið óteljandi ferðir. Tað er ikki av tilvild, og tó at “og” bert er eitt sambindingarorð og uttan týdning sambært mállæruni, so sigur tað eina rúgvu. Tað kann vera ein tilsiping til “lívið”, um dagur og kvøld verða lisin sum umskriving fyri føðing og deyða. Harafturat kann tað standa sum umboð fyri tað, sum Ólavur sigur “vera so nógv meir í lívinum”. Skrivistílurin hjá Fosse við m.ø. íðuligu nýtsluni av “og” bendir eisini tankarnar á Bíbliuna, sum er týdd úr grikskum og hebraiskum. “Og” framman fyri sagnorð á hebraiskum broyta tíðina, soleiðis at nútíð verður tátíð, og tátíð verður nútíð. Nútíð og tátíð hanga so statt saman við hjálp av “og”, samstundis sum “og” setur tíðina úr gildi. Til ber tí at siga, at heitið, sum inniheldur eina greiða lýsing av tíð “morgun og kvøld”, verður sett úr gildi. Eitt annað, ið setur tíðina úr gildi, er serliga teknsetingin saman við endurtakandi talimálsnýtsluni, sum fær fram ein vaggandi, manandi og nanandi stíl, tí hann nýtir ikki punktum, setur sjáldan komma, knýtir heldur saman við “og” og øðrum endurtøkum, eins og sagnorðini skifta millum at standa í nútíð og tátíð. Tað er ikki eitt punktum í bókini, og tað er ikki tilvild. Við hesum fær hann víst á, at morgun og kvøld fevnir um tað, sum er millum áðrenn og aftaná. Tað kann væl vera, at tað er einki, men tað verður nevnt. Tað fær eksistens. Og tað hevur týdning í tilveruni. Hugsa bara um, hvussu børn viðhvørt kunnu spyrja “Hvar var eg, áðrenn eg var til?” ella “Hvussu er tað aftaná, tá ið mann er deyð?”

Randi Kúrberg

26.01.2023
Randi Kúrberg
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?