Veruleikin bráðnar

Nýggjasta bókin hjá Tóroddi Poulsen er vælgerandi gul. Gult vermir og fær hetta æviga hvítbláa kavaveðrið at bráðna - í hvussu er eina løtu í huganum.

28.03.2023
Kinna Poulsen - www.listaportal.com
Bókaprát

Bókin er eitt yrkingasavn og 47.útgávan hjá yrkjaranum og fjøllistamanninum, ið aftur hesa ferð hevur gjørt permumyndina á bókarkápuni sjálvur. Talan er um ein vatnlitsmálning - eitt slag av sjómálningi við gulum himmali við reydligum litbrøgdum og sveimandi yrkingabrotum. Á bakpermuni sæst eitt pinkalítið skip í sjónarringinum við bingjum, sum eru stáplaðar heilt til himmals. Tóroddur Poulsen hevur gjørt fleiri myndir við sama myndevni og mann kann kanska siga, at laðingin er grundleggjandi partur av hansara listaligu mannagongd. Um tað eru steinar, stampar, sukurmolar, víngløs, súkklur ella orð, so verður tilfarið laðað upp sum var talan um púra ítøkiligar varðar. At tað ikki er heilt so einfalt minnir dekonstruktiva inngangsørindið okkum á “tak teg nú saman/ og skrúva teg sjálvan sundur/ sum tað samansetta skald/ tú ikki vildi vera...”.

Í bókini eru 84 síður við einari yrking á hvørjari uttan yrkingaheiti ella stórar bókstavir. Yrkingarnar eru ymiskar í skapi og innihaldi, men fleiri teirra eru mjáar við sundurbýttum orðum og tykjast tessvegna tilvitaðar í skapi. Til tíðir minnir tað um sonevnda konkreta poesi, men við abstraktum formum, tó at okkurt samanfall kann vera millum orð og skap t.d. í yrkingini á síðu 62 um tey, sum duffa saman, har tómrúmið av reglusteðgunum myndar skap av bátum ella aldum.

Summar av yrkingunum tykjast abstraktar og óítøkiligar, meðan aðrar kaldgløggar eygleiðingar eru átøkar aforismum: “alt tað/ tey/ ætlaðu/ miseydnaðist/ tí tey/ ætlaðu/ so lítið”. Og vit ummælarar ella frøðingar fáa okkara prik í eini yrking við aliringum fullum av yrkingum og mitt í rokanum kemur yrkjaraegið í tankar um, at hetta jú ljóðar sum yrkingin Føðiketa, har feskvatnsyrkingar trívast sum saltvatnsyrkingar, tá tær ikki vilja setast í bás. Undirhaldandi og stuttligt er tað eisini, tá “har er onkur/ snjøll rødd ../ rópar meta meta meta/ tá ein yrking/ springur úr ringinum/ og heldur til havs”. Dreymar, spæl, lív og list tykjast vera javnsettir partar av skaldskapinum, sum er “tíðin tú/ livir í/ so leingi/ skriftin/ tímir at/ lýða tíni/ orð áðrenn/ hon rullar/ seg saman/ sum eitt teppi ið/skal berast/ upp á/ ovastaloft...”.

Nógvir mótsetningar hómast í savninum - kanska eisini í bókarheitinum HEITI, tó at mótsetningurin er undirforstaðin. Eg hugsi her um yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen í fjør, sum kallaðist EINKI HEITI (2022). Í umrøðuni í útvarpinum helt onkur tað heitið vera serstakliga løgið, eftirsum allar yrkingarnar í teirri bókinum jú høvdu heiti. Tílíkt skilvísi riggar sera illa, tá mann skal lesa yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen, ið málar við setningum og yrkir við myndum og dugir betri at blanda listasløg enn sjálvt tann skrappastu cementblandarin. Hugtøk sum “Uttan heiti” og “Einki heiti” eru vanlig heiti á myndlistaverkum í nýggjari tíð - tá myndlistafólk í vaksandi mun ynsktu at geva móttakaranum avgerðarrætt og møguleika fyri at tulka sjálvi og tað fáa vit eisini av einum heiti sum HEITI.

Samansetingin millum umhvørvið og yrkjaraeg er hugtakandi surrealistisk í støðum sum til dømis í søguni um tær fimm hurðarnar, ið gevur hugasamband við Grimm, Freud, Marcel Jean umframt The Doors og alt møguligt annað. Lýsingin av bráðnandi veruleikanum er surrealistisk og tað sama er dreymurin um ein kakufikseraðan Christian Matras. Skiftið millum objekt og subjekt, har tað eru tingini, ið tala og agera heldur enn persónar, er eyðkent modernistiskt roykslør - tað hjálpir at lesa umaftur og at hóma ymsar samanhangir eisini við eldri yrkingar eftir sama yrkjara - Eins og allar hinar bøkurnar hjá Tóroddi Poulsen, er hendan laðað upp og kann skiljast í fleiri stigum frá einføldum gerandisligum viðmerkingum til meira fløktar, fleirtýddar ella abstraktar dýpdir. Her eru yrkingar um veður og um okkara tíð við dýrum streymi, óskrivaðum brøvum, turrgeldum putinfjepparum, sum “elska/ at síggja ortodoxar/ vodkaprestar/ hálova deyðanum fyri/ tí komandi kanónføðini”. Her eru endurminningar um barndóm og ungdóm og stúran um aldurdóm við prukku. Men minni, dreymar, upplivingar, eygleiðingar - alt samalt verður tað til yrkingar, ið fara at stuðla yrkjaraegnum, tá tað fer í holt við at leita eftir einum enda - Vónandi ikki í bræði!
 
veruleikin
bráðnar
hvørja ferð
vit nevna
hann
 
nevna vit
hann ikki
óttast vit
at hann skal frysta
eins og tá
hann var óveruligur
 
Yrkingin stendur á síðu 75 í HEITI

Kinna Poulsen - https://www.listaportal.com/tidindi/2023/3/15/veruleikin-brnar

28.03.2023
Kinna Poulsen - www.listaportal.com
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Lesikrókurin

Brenn øll míni brøv

Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvuss…
Bókaprát

Lesikrókurin fær nýggjan vert

Nýggi verturin í Lesikrókinum eitur Helena Lamhauge-Mortensen, 27 ár og útbúgvin bókmentafrøðingur.
Bókaprát

Søgur úr Latínamerika

Enn einaferð hevur Marianna Hoydal hegnisliga flutt okkum tekst úr Latínamerika yvir í føroyskt. Týðingarnar eru satt njótilsi at…
Bókaprát

Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum

Hetta er vanligt umhvørvi við vanligum hampafólki, ið verður lýst, enntá brotsfólkini eru hampafólk við næstan hábornum motivum. E…
Orð og tónar

Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd

Nakað stórvegis broytt í túsund ár? Kom oman á Reinsaríið tann 19. sept. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og…
Bókaprát

Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi

Talan er um eina bókagreipu, sum kom út í Íslandi í fjør vetur, og sum hevur fingið serstakliga góð ummæli. Martin Næs hevur enn e…
Bókaprát

Brenn øll míni brøv

Tá ið Alex Schulman fer at grava í síni ættarfortíð, kemur hann fram á eina ógvisliga og vanlukkuliga kærleikssøgu um abban og omm…
Orð og tónar

Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini

Kom oman á Reinsaríið tann 22. august og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki saman við Una Arge, Oddfríð…