AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM
Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á sumri í fjør (2025). Tað var forlagið Gullbringa, sum gav savnið út. Nú hevur Martin Næs týtt tað til føroyskt, og Sprotin stendur fyri føroysku útgávuni.
Þórarinn Eldjárn er íslendskt skald og rithøvundur, sum hevur verið virkin, síðan hann gav fyrsta yrkingasavnið út í 1974. Samanlagt hevur hann, ið hvussu so er, givið út 9 stuttsøgusøvn, 6 skaldsøgur, 16 yrkingasøvn og 12 yrkingasøvn við barnarímum. Hann hevur týtt hópin av meistaraverkum til íslendskt, eitt nú kunnu nevnast verk eftir Lewis Carroll, Julia Donaldsson, William Shakespeare, August Strindberg, Tove Jansson og Göran Tunström.
Jarðfest norðlýsi er fyrsta bók hansara á føroyskum.
Þórarinn Eldjárn er í Íslandi serliga kendur fyri sín beinrakna stíl, har ein broddur av hárfínum skemti ofta er at hóma í yrkingunum. Harumframt er eyðkent fyri hann, at hann fær sagt nógv við fáum orðum.
22. august er Mentanarnátt í Reykjavík, tá skipar forlagið Gullbringa fyri stórum almennum tiltaki heima í garðinum í Ásvallagøtu 12, har ymiskar framførslur og framløgur verða á skránni.
Sama dag fyllir Þórarinn Eldjárn 77 ár, og Sprotin heldur, at tað er eitt hóskandi høvi at heilsa honum hjartaliga til lukku við degnum og við øllum bókunum - við eini føroyskari útgávu av Jarðfestum norðlýsi.
Hjartaliga til lukku!
Vøkstur
Lívið at enda
vísti tað seg í heilum
at alt var minni.
Skrivarar
Helsareyðarnir
tivandi og skrivandi
tekstin í vatnið.
Ósømiligt
Avkom sum liggja
í gamla kirkjugarði.
Ikki sømiligt.
Og verri enn tað
er at eiga forfedrar
í framtíðini.