Bergur Djurhuus Hansen (f. 1968) er lektari í bókmentum og dekanur á Fróðskaparsetri Føroya.

SPOR

Eitt evni í skaldskapi og í viðgerð av bókmentum er skomm og skuldarkensla. Skomm er m.a. ein ótti fyri ikki at liva upp til væntanir hjá øðrum.

09.09.2025
Sprotin

Fyri rithøvundar er tað kanska ein ivi um endamálið við at skriva. Er tað viðkomandi? Nóg gott? Ungi rithøvundurin í Sult (1890) eftir Knut Hamsun verður lýstur sum bæði ágangandi og „hed af skam“. Í skaldsøguni Í havsins hjarta (2007) eftir Gunnar Hoydal „dandar“ høvuðspersónurin, sum er rithøvundur, millum ovurhuga, stórlæti og skomm.

William Heinesen sendi í 1936 eina grein um Chr. Matras til svenska tíðarritið Ord och Bild. Tá Chr. Matras frætti um tað, skrivaði hann til William Heinesen, at hann var „heldur illa við“ og kendi seg sum eina flundru, ið varð drigin upp av havsins botni.

Um nú rithøvundar hava tað á slíkan hátt, hvussu so við ummælarum? Kendi yrkjarin og essayisturin T.S. Eliot (1888-1965) helt, at í ummælum og viðgerð av bókmentum er neyðugt at virða ein annan myndugleika enn seg sjálva/n, um ikki rein tilvild skal ráða.

Tekstirnir í hesi bókini eru eitt úrval av ummælum og viðgerðum, sum áður hava staðið í føroyskum bløðum og ritum. Úrvalið er gjørt eftir, um ein viðgerð er í tekstunum, sum er meiri enn ein persónlig og tíðarbundin støðutakan. Tað eru nýggjar føroyskar bókmentir frá seinastu uml. 20 árunum, sum ljós verður sett á. Okkurt ummæli er stutt, einstakar viðgerðir eru drúgvari og við tilvísingum.

- úr innganginum

09.09.2025
Sprotin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM

Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á…
Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…