Tobbi er 70 ár í dag
Tá ið tú tømir eini gomul hús, undrast tú á, hvussu ófatiliga nógv áhugavert verður drigið í reiður yvir langt áramál – drigið og goymt og gloymt. Eitt sindur í senn. Tað, tú sært, endurspeglar farna tíð, farnan stíl og stundum farin stórmál. Eg hevði somu kenslu, tá ið alt varð drigið fram aftur, sum Tobbi hevur skrivað hesi seinastu mongu árini. Nakrar síður í senn, eitt mál í senn – tað er vorðið ein øgiligur dungi.
Havi eisini í mong ár undrast á, hvaðan maðurin fær alla hesa orkuna at gera viðmerkingar í útvarpi um politisk mál og vera á fundi og skriva minningarorð um bygdarfólk, ið eru farin, og skriva føðingardagsheilsanir og halda røðu til undirhalds sum ein av landsins stóru undirhaldarum.
Bókin, sum hann letur úr hondum í dag, er tjúkk, men hon er kortini bara ein flís av øllum tí, ið maðurin hevur lagt eftir seg av tekstum í eini 40 ár. Lítið meira enn ein hølvispón av hansara digra tekstbuli.
Fari at takka Ann fyri ritstjórn, Erlu Bergharmar fyri rættlestur og Elsu Sjúrðarberg fyri uppseting.
Samstarvið millum Tobba og meg hevur nú fjórðingsøld á baki.
Tað byrjar í 2001.
Myndin omanfyri er tikin í sambandi við eina verkætlan, sum skuldi vera við til at lynna undir eina stórfingna hugsjón – ta hugsjón, sum Tobbi ósvitaliga hevur arbeitt fyri og talað fyri og skrivað fyri øll hesi ár. Hugsjónin um einar politiskt frælsar Føroyar.
Hon er tikin, tá ið fyrsta eintak av Fregnum var prentað 6. apríl 2001, og vit feiraðu bragdið við at fáa okkum búff og eina øl á Rio Bravo.
Vóngóðir sjálvandi og spentir, hvussu hetta mundi fara at muna.
Vit seldu eitt sindur av teimum trimum fyrstu útgávunum, tí fólk vóru nýfikin, men so var liðugt. Eftir tað hóraðu vit so dánt undan og larraðu soleiðis við ongum pengum fram til summarið 2004, tá ið blaðið fór heim til ommu sína, hóast vit høvdu fleiri av landsins bestu pennum á blaðnum sum Sjúrð Skaale, Una Arge, Høgna Mohr, Brynhild Thomsen, Svein Tróndarson, umframt eina ørgrynni av fríyrkisfólki.
Tað var beint eftir, at nýggja stjørnan Høgni Hoydal trein á pall, nýggj kraft, nýggjur andi, stálsettur vilji, men skal tú halda lív í hugsjónini, so er sjálvandi neyðugt, at so mong sum til ber skøra í eldinum javnt og samt. Vit hildu, at Fregnir skuldi vera ein partur av arbeiðnum, tí bara tvey bløð komu á marknaðin tá – og bæði tvey settu føtur í spenni ímóti tí kós, ið var politiska stavnhaldið í 1998.
Tað var ein stuttlig og krevjandi tíð at fáa eitt blað út um vikuna, sum skuldi bera gleðiboðskapin um sjálvræði út um landið.
Men boðskapurin kom – satt at siga – ongantíð rættiliga út um landið – pappírið varð knossað út í kioskir og sølustøð úti um landið fríggjadag eftir fríggjadag – og har lá tað og sankaði dust við øllum sínum klóku setningum, sum greiddu heimsfløkjur og órættvísi og tjóðskaparligar tvístøður og uppgerðir við Danmark og fullveldi og, sum barnið æt tað seinasta skiftið – tað fólkarættarligar subjektið. Og tá visti eingin, hvat vit tosaðu um.
Og hvat hevur hetta við nýggju bókina at gera?
Jú, Fregnir ólu tveir sjaldsamar høvundar – teir skrivaðu at kalla hvørja viku og funnu sítt egna lag og heilt egið stev.
Annar var Carl Jóhan Jensen, sum kravdi sítt av lesarunum. Men hann fann sín sermerkta stíl í Fregnum – tori eg at siga – og hann hevur síðan givið út fleiri stórverk.
Hin var skiparin innan av Glyvrum. Tann einasti skiparin í landinum, sum hevur lisið hvørt einasta modernistiska yrkingasavn, sum givið er út her í landinum. Tað er í sjálvum sær ein sjaldsom kopling. Hann fór undir eitt mál fyri og annað eftir og siteraði Baudelaire og Goethe og Kafka, Tórodd og ikki at gloyma sín stóra mentor Osvald Viderø, men hann koplaði alt saman við sínum egna sermerkta máli, sum hoyrdi til skipið – sum lá og kjálkaði upp ímóti brotunum, teir skeklaði úr og í á dekkinum, hvussu tjóðin lensaði undan brotunum og stundum akkurát náddi inn um íðuna. Honum lá so nógv á hjarta, at hann gav Brochmann gamla ein skarpan gang hvørja einastu viku. Ein flís av øllum hesum er í bókini.
Teir báðir høvdu so nógv á upp á hjarta, at blaðið stóð at bresta av teksti hvørja viku – Sjúrður Skaale segði, at Fregnir minti mest um Frankfurter Allgemeine, hetta intellektuella týska blaðið, sum ongantíð hevði pláss fyri eini einastu mynd, tí har var snøgt sagt so nógv klókt, sum mátti sigast.
Tað er einki loyndarmál, at Tobbi er ósvitaligur í síni trúgv uppá, at vit sjálv megna best at stýra okkara lítlu skútu. At okkum tørvar ongan danskan skutilsvein at sita við borðið fyri okkum, tá ið hart leikar á. At tá ið alt fløkist, er bara ein einasta frágreiðing: at vit ikki eru eitt frælst land. At vit hava sett okkum ímillum tveir stólar í staðin fyri at seta okkum upp á annan. Tá hevði alt verið greiðari, og útsýnið hevði verið víðari og okkara sæti í heiminum greitt.
Minnist, hvussu glaður Tobbi var, tá ið blaðið var nýtt, og systrarnar báðar Bergljót av Skarði og Turið Sigurðardóttir vóru farnar til Gjáar og høvdu samrøðu við Andreu, sum fylti hundrað, og hon segði teimum, at “Jú, hon hevði altíð verið sjálvstýriskona. Og eitt visti hon at siga teimum, at hon hevði aldrin nakrantíð í lívinum kunnað blivið forelskað í einum sambandsmanni – kundi ikki fallið fyri manni, ið var sambandsmaður. Tí tað var eingin maður, ið einum manni, ið ikki vildi klára seg sjálvan.”
Ta søguna brúkti Tobbi ofta. Og tað vóru mangar, mangar slíkar.
Og hann royndi at greiða tvístøðuna, vit koma í, tá ið vit lata onnur ráða okkum – fólk, sum ikki skilja okkum, okkara mál, okkara mentan og hugsanarhátt, sum vamlast við grindadráp og annað. Tá ið tú letur upp í hendurnar á hesum fólkum at taka tær størstu avgerðirirnar, ið skipa samfelagið, so kann tað politiska lívið ikki vera annað enn lív í eini mergsúgvandi tvístøðu.
Well, Fregnir fóru í ommu sína. Tekstirnir liggja eftir.
Hann helt fram sum tingmaður, sum landsstýrismaður, sum fólkatingsmaður, fylti bløðini, kjakaðist, til hann fór hann av tingi og helt fram sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Og meðan bulldosarar og broytir eru í full sving alt samdøgrið, skrivar og kjakast hann framvegis ótroyttiligur um samfelagsviðurskifti.
Havi mangan hugsað:
Høvdu tey, ið liva av og fáa sína úrtøku við at arbeiða við føroyska málinum og mentanini, verið eins íðin at blanda seg í kjak og bera fram sínar hugsanir – so hevði nógv verið øðrvísi.
Hví tað ikki er ein lærari, onkur akademikari, onkur phd’ari, sum leggur seg út í kjakið og prædikar boðskapin um, hvussu stóran týdning málið hevur. Og hvat ið hendir, tá ið vit missa tað av vanrøkt.
Tobbi røkir sína fólkaræðiligu skyldu betur enn flestu okkara og brúkar krummtøppin í fólkaræðinum – orðaskiftið – til fulnar og letur sínar meiningar glímast við aðrar meiningar.
Bókin, sum nú verður løgd fram, hevur bæði tað stuttliga og tað álvarsama við. Tær stuttligu bygdarøðurnar og føðingardagsheilsanirnar umframt tey álvarsomu orðini. Her er eitt úrval úr øllum.
Hesi 35 árini, eg havi verið í bókavinnuni, hevur eingin borgmeistari í landinum víst bókaútgávu og málsligum arbeiði so stóran ans sum Tobbi.
Hesi somu 35 árini hevur eingin mentamálaráðharri tikið so avgerandi stig til at fáa bókaútgávu og orðabókagerð at bera til her á landi sum Tobbi.
Tí var tað so frágerðagott at fáa høvið at hátíðarhalda Tobba tann 5. oktobur fyri fullsettari Løkshøll.
Og tí so serliga hugaligt at kunna leggja hansara egna verk fram tann dagin.
Hjartaliga til lukku við degnum, Tobbi, og mong, góð og rokalig ár aftrat.