Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 

15.08.2026
Sprotin
Bókaprát

Náttúruvísindini og upplýsingartíðin vóru framstig fyri mannaættina bæði verðsliga og andaliga - ongin ivi um tað, men nú er náttúran blivin mekanisk og avleidda tøknin, sum gevur okkum varma í húsini, fær bilar at koyra og mat í ovurstórum mongdum, gevur okkum eisini veðurlagsbroytingar, høv full av plastikki og hópoyðing av lívfrøðiligum margfeldi. 

Og týðiligast skurrar hendan kalda náttúruvísindaliga náttúrufatanin í mínum oyrum, tá ið okkara royndir at verja náttúruna ímóti árinum av vinnuligari og samfelagsligari menning sýnast nyttuleysar. 

Hví er tað so ringt at grundgeva fyri náttúruvernd, tá ið vit ongantíð í heimssøguni hava vitað meira um náttúruna enn júst nú? 

Hvat er tað sum manglar í okkara modernaðu náttúrufatan og roknistykkinum hjá Newton? Tað eru nógv undan mær, sum hava hugsað um júst hendan sama spurningin. Men ikki stórvegis er hugsað og skrivað á føroyskum um tílíkt. Tað er harmiligt, tí við vaksandi ágangi á náttúruna í Føroyum av fiskiveiðu, alivinnu, byggivinnu, ferðavinnu, landbúnaði og einum týðiligum tørvi á at fáa náttúru- og lendisviðurskifti betur skipað í Føroyum, er ein týðiligur tørvur eisini á at lyfta alt kjakið, sum stendst av hesum, frá bara at vera um, hvør eigur hvat og kapitalisering av atgongd, til eisini at vera um okkum sjálv og okkara trivnað og samband við náttúruna. 

Tað er týdningarmikið at flyta hetta týdningarmikla kjakið inn í ein føroyskan samanhang á føroyskum eisini. Og tað er tað sum eg fari at royna við bókini. 

15.08.2026
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?