Hanna D. Andreassen skrivar eina persónliga frásøgn um demens.

Babba og gloymskan

Hvussu er tað, tá ið ein pápi fær demens – og tú framvegis skalt vera dóttir?

06.09.2026
Sprotin
Bókaprát

Hetta er ein føroysk og persónlig frásøgn um at vera dóttir, samstundis sum tú verður umsorganarpersónur, samskipari og verji.

Um at standa einum menniskja nær, sum líðandi er farið at gloyma. 

Um ein pápa, ið broytist – og um eina dóttur, sum lærir at bera sorgina, áðrenn hon missir.

Demensur er ein sjúka, sum tekur minnir, førleikar og sjálvsfatan. Men hon rakar eisini tey, sum standa rundanum.

Bókin lýsir gerandisdagin við demensi – endurtøkurnar, samrøðurnar, torføru avgerðirnar og ábyrgdina, sum spakuliga falla á teg. Um heimahjálp, bíðilistar og fulltrú. Um vreiði og samvitsku – og um kærleika.

Og um ta torføru læru at lata vera við at rætta – og í staðin vera nær.

Henda bók er til tín, sum stendur mitt í tí.

Til tín, sum kennir teg einsamalla við ábyrgdini.

Og til tín, sum fegin vilt skilja, hvussu lívið við demensi veruliga sær út – í Føroyum.

...

Brot úr bókini

Fororð

Eg havi við virðing og kærleika fyri babba valt at skriva hesa bók um hann, tí eg einki visti um demens, áðrenn hann fekk staðfest hesa sjúku, sum hann sjálvur nevnir “gloymsku”. Eg visti einki. Ikki hvat sjúkan fevnir um, hvussu hon vísir seg, ella hvussu hon ávirkar tey avvarðandi, – tey, sum standa tí sjúka nær. 

Eg skrivi út frá mínum egnu eygleiðingum og upplivingum fyri at lýsa demens, og hvussu sjúkan ávirkar babba, gerandisdag hansara og mína tilveru sum avvarðandi.

Bókin er tískil skrivað til tín, sum júst hevur fingið orðið demens inn í lívið.

Til tín, sum kennir teg ráðaleysa og ikki veit, hvat næsta stig er.

Til tín, sum elskar eitt menniskja, ið spakuliga broytist.

Og eg skrivi eisini til tín, sum ikki hevur demens tætt inni á lívinum, men sum vilt læra at skilja.

Eg skrivi ikki sum fakfólk.

Eg skrivi sum dóttir og avvarðandi. 

Tá ið babba fekk demens, broyttist alt. Ikki bara hjá honum, men eisini hjá mær. Eg fór frá at vera dóttir til eisini at vera tann, sum skal skilja, greiða frá, verja og taka ábyrgd – ofta uttan at vita, hvat eg gjørdi. Eg lærdi so nógv á leiðini, sum eingin hevði sagt mær frammanundan. Um sorgina, sum byrjar, áðrenn tú missir. Um kærleikan, sum broytir skap. Og um, hvussu nógv vit sum avvarðandi mugu finna út av sjálvi, eitt nú í sambandi við sjúkuna og ymisk tilboð, sum eru, umframt manglandi tilboð. Eg skrivi um alt tað, eg hevði ynskt at vita, frá tí at babba ikki longur fann vegin heim til sín egna barndómsbý – her í “lítlu” Føroyum. Eg skrivi um evnið sum upplivingar, umframt sum eina hond at halda í, tá ið alt kennist tungt.

Tá ið eg byrjaði hesa ferðina saman við babba, var eg ófyrireikað. Eg kundi vera ótolin, irriterað og taka skeivar avgerðir, tí eg skilti ikki tað, sum hendi, og helt ofta, at tað var eg, sum gjørdi okkurt galið. Tað var ikki fyrr enn seinni í sjúkugongdini, at eg skilti, at nógv av tí, sum var so trupult, er partur av sjúkuni.

Samanumtikið er bókin skrivað til tín, sum stendur mitt í tí sama, sum eg standi í. Til tín, sum ert bangin, troytt og ivandi – og heldur, at tú átti at vitað meira, enn tú gert. Eg veit, at eg ikki eri tann einasta, sum standi ella hevur staðið í hesi støðu, og eg eri hvørki tann fyrsta ella seinasta, sum standi í støðuni, og tí hevði eg ynskt, at onkur hevði sagt mær: “Tú ert ikki einsamøll.” 

Sorgin, sum eingin lærdi meg at bera

Hvussu syrgi eg ein pápa, sum livir enn? 

Ein pápa, ið hevur fingið demens, og sum ikki longur klárar seg sjálvan? 

Eg syrgi hann, meðan hann situr við køksborðið heima hjá sær sjálvum framman fyri mær. Meðan vit práta saman og fáa okkum ein drekkamun saman. Meðan hann spyr meg tað sama umaftur og umaftur. 

Eg síggi hann, og eg hoyri hann, men eg kenni hann ikki altíð aftur, tí hann er ikki soleiðis, sum hann plagdi. Og tað er torført at siga tað hart. Hann er so nógv broyttur.

Hetta er ein sorg, sum eingin hevur lært meg at bera. Einki farvæl. Einki endaligt punktum. 

Babba hvørvur eitt sindur í senn.

Eitt orð.

Ein setningur.

Ein gerð. 

Eitt minni.

Ein partur av sær sjálvum.

Eg sakni hann, meðan eg enn havi hann.

Eg syrgi hann í loyndum, tí hann livir jú enn.

Men eg veit, at okkurt longu er farið.

Og eg veit ikki enn, hvussu eg skal liva við tí.

Men eg veit, at eg má vera um hann, hjálpa og stuðla honum, og ikki minst taka ábyrgd.

Hvar bleiv eg av?

Áðrenn demens fór at fylla so nógv í lívi mínum, var eg bara dóttir. Eg hevði mítt arbeiði, mína egnu familju og mín gerandisdag, og alt gekk sína vanliga gongd. Eg havi eitt arbeiði, sum eg eri glað fyri, góðan mann og børn, sum klára seg væl. Børnini eru vorðin vaksin, og eg hevði glett meg til at fáa meira tíð til mín sjálvs.

Hetta broyttist tó líðandi. Tað var ikki ein einstøk hending, men nógvar smáar hendingar. Fyrst ein telefonuppringing, so ein avtala, sum var gloymd, umframt ymsar óvæntaðar hendingar. Og ein dagin føldi eg, at tankarnir alsamt oftari vóru hjá babba.

Gerandisdagurin broyttist. Umframt mína egnu familju, mítt egna heim og arbeiði havi eg nú eisini babba at hugsa um. Ofta føli eg, at ov fáir tímar eru í samdøgrinum.

Babba fyllir nógv í mínum tonkum. Hevði hann etið, hevði hann tikið heilivágin, og mintist hann til avtalur? Tað var, sum um ein partur av mær altíð var á varðhaldi. Eg mátti so við og við eisini hjálpa honum alsamt meira í heiminum, tí hann búði einsamallur og megnaði ikki tað sama sum áður. 

Eg hevði torført við at sleppa. Ikki tí eg vildi stýra øllum, men tí eg føldi, at um eg slepti, kundi okkurt enda galið. Eg stúrdi nógv og føldi stóra ábyrgd.

Við tíðini fór eg at ivast í, hvør eg sjálv var. Eg var ikki longur bara dóttir, men eisini avvarðandi, samskipari, vegleiðari og verji. Tað var lítið pláss eftir til mín sjálvs, og eg varð alsamt móðari. Eitt skifti misti eg eisini svøvnin.

Tá ið eg spurdi meg sjálva: Hvar bleiv eg av? var tað ikki, tí eg var horvin, men tí eg hevði flutt meg. Eg hevði sett meg sjálva til viks fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman. Tað var neyðugt, men tað kostaði eisini.

Eg veit nú, at hetta ikki er ein ókend støða hjá øðrum avvarðandi. Tað er ikki eitt tekin um veikleika, men um ábyrgd og kærleika. Men kenslan minnir okkum eisini á, at vit sjálv eru partur av søguni – og at vit eisini hava tørv á umsorgan og hjálp, tá ið vit standa mitt í tí.

06.09.2026
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?