ÍSLENDSKIR KONGAR

Íslendskir kongar - tann fyrsta av trimum skaldsøgum eftir Einar Már Guðmundsson, sum Tóra Tóroddsdóttir og Martin Næs týða. 

Onnur bókin kemur út í vár og tann triðja á heysti 2026

11.11.2025
Sprotin
Bókaprát

Knudsenættin hevur búð í Tangavík í meira enn tvær øldir, og sjálvandi búði hon víða um í landinum, og summi búðu uttanlands. 

Í Tangavík hava teir bygt sildarverksmiðjur, vøruhús og handilshús, teir hava sitið í býráðum og býarstýrum, átt fiskastykki, mjølverksmiðjur, motorbátar, trolarar og frystihús, og teir hava stjórnað hornorkestrum, manskórum og kvinnufeløgum. Knudsenættin hevur havt sína stórveldistíð og er farin av knóranum. Hon er bæði horvin og komin afturíaftur, soleiðis sum tað plagar at ganga við kongaættum, hon hevur verið bæði ómetaliga nógv avhildin, og eisini illa dámd og alt har ímillum.

Í Knudsenættini hava verið flogvit og høvdingar, bloytur og ótangar. Hálvbýtt bygdarfrell og løgnir fiskar hava rikist inn í ættina og summir vórðu borgarstjórar og aðrir endaðu enntá á tingi. Knudsenmenninir hava verið ráðharrar, lærarar, flogskiparar, tænarar, brotsmenn, sakførarar, ja, enntá alt í sama persóni. Konur av Knudsenættini hava verið húsfrýr, flogternur og tær hava starvast innan list og leir. Tær hava arbeitt nógv innan vælgerðararbeiði og mentan, í frystihúsum og í fiski, á fiskastykkjum og við flutningsbond, á býráðsskrivstovum, hotellum, matstovum, í skúlum og bankum.

Einar Már Guðmundsson (1954) hevur skrivað eina á mangan hátt stuttliga og áhugaverda skaldsøgu, har hann skoðar íslendingar og íslendska samfelagið innanífrá.

11.11.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM

Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á…
Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…