GYRÐIR ELÍASSON

"Dumbfilmarnir" er nýtt savn av stuttum prosatekstum, sum Gyrðir Elíasson hevur skrivað, og Martin Næs hevur týtt. Bókin varð givin út á íslendskum í 2022 sum fyrra bind í eini bókagreipu við meiri enn 400 stuttum prosatekstum. Sprotin gevur seinna bindið út til várs.

21.09.2025
Sprotin
Bókaprát

Tá ið tú skrivar stuttprosa, snýr tað seg um at vera so neyvur og fáorðaður sum gjørligt.

Í hesum báðum søvnunum skrivar Gyrðir Elíasson stutt og rámandi um mest sum alt. Ein av teimum stytstu tekstunum er ein setningur upp á níggju orð á eini reglu, og tann longsti teksturin er umleið tríggjar síður. So her kunnu øll tey, sum ikki hava tíð at lesa longri tekstir, bara leggja í vaðið. Her er nóg mikið at lesa og at hugsa um. Stuttar yrkingar og stuttar stuttsøgur, um tú leggur í. 

Eftir avhoyringina:

«Eg havi sagt tær alt, sum eg ikki veit,» 

Sagt verður um Gyrði Elíasson, at hann gongur ofta aðrar leiðir enn samtíðaryrkjarar hansara í Íslandi gera. Tá ið hinir skriva tjúkkar skaldsøgur, skrivar Gyrðir stuttar stuttsøgur, tá ið hinir skriva langar prosayrkingar, skrivar Gyrðir stuttar prosayrkingar, tá ið hinir skriva um Reykjavík og stórbýin, skrivar Gyrðir um fjarskotin støð og smábygdir, tá ið hinir skriva um heimsborgaran, skrivar Gyrðir um tað einstaka menniskjað, ið húsast í einum campingvogni, og hevur nóg mikið við sítt egna. 

Og tá ið hinir skriva stórprosa, skrivar Gyrðir stuttprosa.

Um fjøll

Tey, sum halda, at høg fjøll eru tað einasta, sum er merkisvert við fjøllum, eru kanska eitt sindur sum fólk, ið halda, at børn hava ongan týdning, tí tey eru so smá. Sannleikin er tann, at lág fjøll eru ikki minni merkisverd enn tey høgu. Tú skalt bara læra tey at kenna. Tey høgu fjøllini kunnu vera berir og blektaðir búrkroppar og haraftrat harðlig, men tey lágu fjøllini eru altíð deilig at umgangast, og tey kappast ikki alla tíðina sínámillum sum tey høgu fjøllini. Sólin sær sjálvandi seinni á tey, tí tey standa í skugganum av teimum stóru, men tey duga at meta tað uttan at fetta sær tað minsta petti á.

Hetta er einki nýtt, men her er nógv forvitnisligt. 

Soleiðis hevur skaldið skrivað síðan hann trein inn á íslendska bókmentapallin fyri umleið 40 árum síðan. Og hann megnar stílin í yrkingum, í stuttsøgum og í skaldsøgum. 

Øll hesi pettini eru ikki meistaraverk, men meistarin hevur orðið í síni makt. 

Hann fær teg at lesa nógv og hugsa um stórar spurningar – gjarna í smáum skamtum, um tú leggur í.

Óloyst

««Lívið er ikki fyri øll,» segði hann viðhvørt, hetta rann fram fyri meg, tá ið hann var farin. Eg visti ikki heilt, hvussu hann hugsaði, men skilji hann betur nú. Kortini helt eg leingi, at hann var júst ein av teimum, sum lívið var fyri, men tað má hava verið ein misskiljing. Kanska vildi bros hansara siga alt annað enn bros. Kanska vildi láturin siga tað øvugta av látri. Eg veit tað ikki, og eg finni sjálvandi ongantíð út av tí.»

Sum íslendski bókmentafrøðingurin, Hrafnhildur Þórhallsdóttir tók til í einum ummæli: 

«Heitið Dumbfilmarnir fær teg at hugsa um teir fyrstu dumbfilmarnar, har fólk komu tigandi til orðanna. Myndirnar renna tær til hugs, tá ið tú lesur tær sniðfundigu og stuttorðaðu lýsingarnar hjá Gyrði Elíassyni.»

21.09.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?