Listabókin hjá Kinnu Poulsen í New York

Tann 18. apríl verður móttøka fyri bókini "At Eye Level. On 21st Century Contemporary Art" in the Faroe Islands. Móttøkan verður í Scandinavia House í New York, sum sama dag letur upp listaframsýningina Inside Voices, Outside Light: Perspectives on West Nordic Art í Scandinavia House. 

26.03.2026
Sprotin
Bókaprát

Bókin er ein týðing av bókini hjá Kinnu Poulsen Í Eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21.øld, sum vann M.A.Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir og sum síðani er vorðin so sera jaliga ummæld á Vágskálini og í Varðanum. Marita Thomsen hevur týtt bókina til enskt so at teksturin um ta sterku føroysku samtíðarlistina nú kann lesast um allan heim. Bókin verður løgd fram í Føroyum og í Danmark seinni í summar og í heyst.

Við á framsýningini í Scandinavia House verða 21 listafólk úr Íslandi, Grønlandi, Noregi og Føroyum. Emily Stoddart, sum er kurator í Scandinavia House hevur kuraterað framsýningina í felag við Karin Hellandsjø í Noregi, Pari Stave í Íslandi og Kinnu Poulsen, ið er boðin til New York saman við Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen – listafólkini skulu gera eitt verk saman á framsýningini. Annars verða ikki færri enn fimm føroyingar í framsýningarhópinum, ið telur mong áhugaverd og etablerað listafólk. 

Tað er ilt at siga, hvat kemur burtur úr bókaframløgu og framsýning, men eingin ivi er um, at hetta er ein stórur møguleiki hjá føroyskum listafólkum at knýta bond við listafólk og listaumhvørvið í Norðurlondum og altjóða. Hesin møguleiki var ikki komin, um ikki almennu Føroyar fyri tveimum árum síðani avgjørdu at hava eina føroyska listaframsýning og presentatión av føroyskari list og mentan í New York. Átakið hevur longu fingið fleiri samstørv at næla. 

Framsýningarheitið Inside Voices, Outside Light er ein regla hjá íslendska skaldinum Sigurði Pálsson, hvørs enskmælta bók frá 2014 hevði sama heitið. Luttakandi listafólk verða Morten Andenæs (NO), The Arctic Creatures (IS), Per Barclay (NO), Ask Bjørlo (NO), Jóhan Martin Christiansen (FO), Helgi Þorgils Friðjónsson (IS), Inuk Silis Høegh (GL), Hansina Iversen (FO), Rannva Kunoy (FO), Nils Erichsen Martin (NO), Trine Lise Nedreaas (NO), Camille Norment (NO), Lisbeth Karline Poulsen (GL), Ragna Róbertsdóttir (IS), Agnieszka Sosnowska (IS), Inuuteq Storch (GL), Silja Strøm (FO), Steina og Woody Vasulka (IS), og Jens Dam Ziska (FO). Bókin At Eye Level verður til sølu í bókabúðum, framløga verður sum áður nevnt seinni.

26.03.2026
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…
Bókaprát

Átjan oyggjar

Ein einastandandi vøkur, skilagóð og beinrakin lýsing av eini ferð til Føroya í 1965, sum upprunaliga varð ætlað sum ein ferð við…