Reyði tráðurin í røðuni - [bóka]hugleiðingar 2025

Í bókarúgvu Sprotans í árinum vóru nógvar heilt áhugaverdar bøkur m.a. hesar tríggjar, ið vit meta, hvør á sín hátt, vóru merkisverdar, og sum vit høvdu týtt úr íslendskum.

03.01.2026
Martin Næs
Hugleiðing

Tvær komu út í september: 

Jón Kalman Stefánsson: Fjarvera tín er myrkur. Skaldsøga. 549 síður. Bókin kom út á íslendskum 2020.

Á bakpermuni stendur: «Frásøgumaðurin vaknar í einari fremmandari kirkju onkustaðni í útnyrðingshorni Íslands. Hann hevur mist minnið og roynir at minnast lívið, sum tað var. Ein gátuførur maður hjálpir honum og verður hansara fylgisneyti. Kanska er hann busssjafførur, kanska prestur, ella kanska er hann fanin sjálvur.

Frásøgumaðurin skrivar søguna samstundis, sum vit lesa hana, og so hvørt sum gongd kemur á, kemur eitt margfalt og livandi lið av persónum til sjóndar: Vit frætta um eitt konufólk, ið verður ásttikið í einum bónda, sum hevur sjáldsamastu bláu eygu, hon hevur sæð, og lurtar eftir Bob Dylan, eina mammu, sum verður noydd at fara frá barni sínum, ein prest, sum hevur brævasamband við ein týskan yrkjara, ein útróðrarmann, sum er serfrøðingur í Kierkegaard, ein hugtungan rokktónleikara og eina bóndakonu, sum skrivar eina grein um maðkin, blinda yrkjaran í moldini. 

Fjarvera tín er myrkur er søga, sum er so vøkur, at eingin sleppur undan at verða ávirkaður av henni.»

 

Gyrðir Eliasson: Dumbfilmarnir. Stuttprosa I. Prosatekstir. 265 síður.

Bókin kom út á íslendskum 2022.

Á bakpermuni stendur: «Heitið Dumbfilmarnir fær teg at hugsa um teir fyrstu dumbfilmarnar, har fólk komu til orðanna. Myndirnar renna tær til hugs, tá ið tú lesur tær sniðfundigu og stuttorðaðu lýsingarnar hjá Gyrði Elíassyni.»

Um miðjan november gav Sprotin út skaldsøguna: 

Einar Már Guðmundsson: Íslendskir kongar. 296 síður. Bókin kom út á íslendskum 2012.

Á bakpermuni stendur m.a. soleiðis: «Knudsenættin hevur búð í Tangavík í meira enn tvær øldir, og sjálvandi búði hon víða um í landinum, og summi búðu uttanlands. Í Tangavík hava teir bygt sildarverksmiðjur, vøruhús og handilshús, teir hava sitið í býráðum og býarstýrum, átt fiskastykki, mjølverksmiðjur, motorbátar, trolarar og frystihús, og teir hava stjórnað hornorkestrum, manskórum og kvinnufeløgum.

Knudsenættin hevur havt sína stórveldistíð og er farin av knóranum. Hon er bæði horvin og komin afturíaftur, soleiðis sum tað plagar at ganga við kongaættum, hon hevur verið bæði ómetaliga nógv avhildin og eisini illa dámd og alt har ímillum.»

...

Í alt 1110 blaðsíður av nýíslendskum, føgrum bókmentum í føroyskari týðing í sama ári.

Felags fyri allar tríggjar bøkurnar, so vítt vit hava sæð og hoyrt, er, at eingin teirra hevur verið ummæld ella umrødd í føroyskum miðlum, men hetta kann sjálvandi broytast, tí bøkur fara gjarna ikki langan veg.

Á bókmentaliga økinum vóru tað annars løtur í árinum, ið gjørdu meg, sum ein gamlan bókamann, serliga glaðan. 

Fyri tað fyrsta, vóru tað, tá ið tíðindini bórust um, at Vónbjørt Vang fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri yrkingasavnið Svørt orkidé. Eg haldi, at hetta, og tað at Zakarias Stórá sama dag, fekk Norðurlendsku filmsvirðislønina 2025, eru avgjørt størstu viðurkenningar av føroyskum mentanarlívi í nýggjari tíð. Til lukku, øll somul!

Fyri tað næsta var tað Bindifestivalurin í Fuglafirði, ið hugtók meg. Havi ongantíð í lívinum verið á bindifestivali, men var, í góðari tíð, biðin at koma á festivalin 23. apríl í 2025 - á sjálvum altjóða Bókadegnum hjá Unesco - at greiða frá um  Sannu Dahl – og hví hon ikki kundi binda frið. Fyrst var tað landsstýriskvinnan, Súsanna Bertholdsen, ið setti festivalin við eini mergjaðari røðu um tað at binda, at binda saman og at binda frið. Síðan var tað mín túrur at greiða frá bókini um Sannu Dahl. Hetta skuldi gerast á donskum ella skandinaviskum, tí luttakarar vóru, sum ikki skiltu føroyskt. Sprotin gav bókina um Sannu út í november 2023, og sendi nýtt upplag á marknaðin í 2024. Vit høvdu seks útgávutiltøk kring landið, sum øll vórðu sera væl vitjað, og tað sigst, at ongantíð hava verið so nógv fólk til eitt bókatiltak á Reinsarínum sum seinnapartin fríggjadagin 3. november 2023. Eg minnist dagin serliga væl, tí tað var ikki bara bókútgáva á skránni, tann eini abbasonurin, og navnin, fylti 9 ár henda dagin, og eg kom ov seint í føðingardag, sum sjálvandi ikki var so gott. Men bókin varð væl móttikin.

Og fyri tað triðja: 

má eg siga, at eg var bæði stórliga bilsin og ikki sørt ovfarin, tá ið eg setti meg, saman við vinum og kenningum at lurta eftir nýggjársrøðu løgmans 2025, meiri enn tvey ár eftir at bókin kom út.

Reyði tráðurin í røðuni varð tikin úr bókini um SANNU, eini bók frá 2023, sum vit báðir feðgarnir skrivaðu fyri trimum-fýra árum síðan, eitt handrit, vit elskaðu at sita við og hjúkla um – um eina kvinnu, sum ongantíð og ongastaðni setti seg sjálva í fokus, men sum vildi tæna heildini við sjálv at taka ábyrgd.

Eg má siga, at meðan eg lurtaði eftir løgmanni hesa løtuna, hugsaði eg mítt: hetta hevði ikki verið til fánýtis. Størri viðurkenning kundi tú neyvan fáa, og betri ummæli ella umrøðu av eini bók enn hetta, fært tú ikki. Og so kundi eg ikki lata vera við at hugsa víðari: Gott var, at tú fórt av almenna arbeiðsmarknaðinum til tíðina, meðan tú enn orkaði at takast við aðrar uppgávur.    

Og nú spyrja tit kanska, hvat tit kunnu vænta tykkum av bókum í 2026. Her kann eg bara varisliga fortelja, at, væl at merkja um Sprotin vil, kann lesarin vænta sær enn fleiri týðingar úr íslendskum komandi árið: 

Enn eitt stuttprosasavn eftir Gyrði Elíasson, tvær skaldsøgur eftir Einar Már Guðmundsson og eina eftir Ólaf Jóhann Ólafsson. Eina ferðadagbók úr Føroyum eftir Hannes Pétursson, umframt eitt spildurnýtt yrkingasavn - frá 2025 - eftir Þórarinn Eldjárn.

. . .

Hóast alt hetta jaliga, má eg tó siga, at stórhendingin í árinum, sum fór, var, uttan samanberingar, at eg hevði verið giftur við Þóru í 50 ár. 

Í eina heila, hálva øld!

Og tað hevur ikki verið keðiligt. Vit hildu eina veitslu fyri vinum, skyldfólkum og kenningum, og tað var alt bæði minniligt og hendingarríkt. Tað allarstørsta í hesum sambandi var, at síggja øll vinfólkini og skyldfólkini gleðast saman við okkum, og ikki minst at síggja hvussu gott tey átta ommu- og abbabørnini høvdu tað hetta kvøldið. Takk fyri tað, øll somul og gott nýggjár!

Martin Næs

2. januar 2026

03.01.2026
Martin Næs
Hugleiðing

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?