hey :) 

TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ

fæst í bókahandlunum nú fríggjadagin 7. november. 

Bókaframløga verður í Norðurlandahúsinum á bókadegnum 15. november.

06.11.2025
Sprotin
Bókaprát

"Eg stúri fyri, hvussu fólk fara at taka ímóti bókini. Nógv halda sikkurt, at hon snýr seg um meg, men tað er í mesta lagi hálvi sannleikin. Hetta er eitt fiktiónsverk, men tað tekur ofta støði í veruligum kenslum, sum eg havi merkt í mær sjálvum ella sæð í øðrum."

Soleiðis sigur Trygvi Danielsen um sína nýggju bók: hey :) TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ. Talan er um eitt heilt serstakt verk, sum brýtur upp úr nýggjum í føroyskari bókmentasøgu. Tað er eitt stórverk á 900 síður, sum eru uppsettar í talgildum formati og siga søguna um ein ungan mann, ið roynir at fáa samband við sín gamla vinmann umvegis netborið kjatt. Sjangruásetingin er harvið bæði samrøðuskaldsøga og manifest. 

Er tað rætt skilt?

"Ja", svarar Trygvi. "Tað er mítt metamodernistiska manifest, ið er uppsett sum online kjatt og hevur skaldsøgulongd. Eg vildi raka eitt løgið tonalt millumstað, sum hvørki er yrking, prosa, leikrit, ritroynd, yrkistekstur, kjatt ella facebook dagføring, men sum liggur onkustaðni ímillum øll hesi."

Hvat er metamodernisma?

"Eg haldi, at tað er ein roynd at síggja heimin við nýggjum eygum."

Hvat eyðkennir hetta verkið?

"Teksturin er intensur. Hann kavar niður í tey myrkastu evnini í heiminum í dag. Har er øgiliga nógv pína í verkinum. Hetta dámar mær væl, og eg ræðist tað illa. Helst er tað júst orsakað av óttanum, at mær dámar tað. Tað merkir kanska, at teksturin rakar okkurt veruligt, og hann vil gjarna raka so djúpt og hart sum gjørligt."

Hvat er tað, sum teksturin vil raka?

"Okkum øll. Okkara fatan av okkum sjálvum. Søgurnar, sum vit taka fyri givið. Ein pástandur í bókini er, at vit mugu øll viðurkenna myrkrið í okkum sjálvum og taka ábyrgd fyri egnum sálarligum blindvinklum. Tá eru vit ikki so løtt at stýra við ótta."

Hvør stýrir okkum við ótta?

"Oligarkarnir. Tey fáu, sum vilja eiga alt, so 95% av okkum standa eftir við ongum. Vit standa við eitt vegamót í heimssøguni, har alt møguligt kann henda. Vit mugu vera sterk bæði sum einstaklingar og sum felagsskapur fyri at standa ímóti einaræðisliga rákinum, sum vit eru mitt í. Bókin roynir at handfara hesa kensluna." 

Hvat er í kjarnuni av hesum verkinum?

"Eg vildi skriva um einsemi, serliga í digitalum samanhangi. Vit hava mist nógv av felagsskapi og samanhaldi í okkara samfelagi, tí talgildi heimurin hevur yvirtikið tann veruliga. Tað hevur skapt eitt svart hol av einsemi, ikki minst hjá ungum monnum. Hetta verkið er í stóran mun ein søga um maskulint einsemi, og tað haldi eg vera eitt umráðandi evni í dag. Nógvir ungir menn villast á netinum, tí tað er ringt hjá teimum at skilja, hvussu ella hvat teir skulu vera. So finna teir fyrimyndir, ið tykjast at vita alt, tí teir hava øgiliga greið svar, men teir misnýta bara forvirraðan ungdóm fyri fíggjarligan vinning."

Bókin snýr seg eisini um heimsins undirgang. Hetta evnið verður granskað úr øllum møguligum sjónarmiðum; geologiskum, søguligum, mýtologiskum, religiøsum, sálarligum, andaligum, samfelagsligum, politiskum og framtíðarligum. Hví hetta evnið?

"Tí eg merki óttan fyri framtíðini. Tað er ein ítøkiligur partur av okkara samtíð, at okkara søgur síggja onga framtíð fyri sær; í øllum førum ikki við bjartskygni. Eg vildi kanna hetta nærri og kanska skapa grundarlag fyri nýggjum søgum um framtíðina, sum hvørki eru dystopiskar ella utopiskar, men bara ljósar og realistiskar – protopiskar, kanska."

hey :) TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIРfæst í bókahandlunum nú fríggjadagin 7. november. Bókaframløga verður hildin í Norðurlandahúsinum til bókadagar 15. november.

 

Lesið her eitt ummæli eftir Kinnu Poulsen: https://www.listaportal.com/tidindi/2025/11/5/ein-dpur-dreingjabk-r-21ld

Og her eitt ummæli eftir Birgir Kruse: https://birkblog.blogspot.com/2025/10/hey-ein-samruskaldsga.html

06.11.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?