Hvussu eitur tú?

Susanne Barding gevur okkum eitt hugfangandi innlit í fólkanavnagávu í tveimum smáum oyggjasamfeløgum – í Berneray á Ytru Hebridunum og Syðrugøtu.

23.10.2025
Sprotin
Bókaprát

Hon hevur makaleysan kunnleika at fara undir hetta arbeiðið. Hon er fólkalívsfrøðingur og hevur búð leingi í hesum báðum samfeløgum, sum bæði hava týðiliga tvímálsliga mentan.

Susanne rekir seg fram á fleiri kjarnamunir, men eisini nógv eyðsýnd javndømi, tá ið hon tosar um, hvussu fornøvn, eftirnøvn, tilvísingarnøvn, eyknevni og bústaðarnøvn eru sett saman, og eisini hvussu broytingar millum ár og dag í støðuni hjá gæliskum/enskum og føroyskum/donskum hava ávirkað navnagávuna.

Hvat, ið býr í einum navni, kann vera einfaldur spurningur, men svarið er alt annað enn einfalt.

23.10.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?