Tann ógreinandi tilveran, tann stóra gloymskan og lendið í minninum

Orð & Tónar í Reinsarínum 24. septembur kl. 20.

16.09.2026
Sonja Kjølbro
Orð og tónar

Skráin er hendan:

- Arnbjørn Dalsgarð gevur út stuttsøgusavn, har enki er sum tað tykist vera. Tú verður konstant snýttur. Av sonsunum, fordómunum og fortreytunum.

Hans Jacob Kolslíð prátar við Arnbjørn.

- Hanna Andreassen hevur skrivað bók um at standa einum menniskja nær, sum líðandi er farið at gloyma. Um ein pápa, ið broytist – og um eina dóttur, sum lærir at bera sorgina, áðrenn hon missir.

Durita Fagradal Augustinussen tosar við Honnu.

- Tollaksmessudag 23. desember í 2023 fylti Bárður Jákupsson 80 ár og skipaði fyri stórari framsýning, sum umboðaði mongu tættirnar í hansara listaliga avriki. Níggju listakøn fólk hava skrivað um hvør sín part av stóra avrikinum. Kinna Poulsen hevur samskipað verkið.

Uni Holm Johannesen tosar við Bárð og Kinnu.

Tónleikur: Ása Helena Brynjarsdóttir

Kom oman í Reinsaríið tann 24. kl. 20. Set teg afturá, fá tær okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njót tónleikin.

Nýggju bøkurnar fáast við avsláttri.

16.09.2026
Sonja Kjølbro
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?