Knút Olsen verður 80 í dag

Umframt alt annað, tú hevur avrikað, takkar Sprotin tær hjartaliga fyri títt virðismikla íkast í arbeiðnum at bregda klassisk stórverk inn í okkara mál.

20.11.2025
Jonhard Mikkelsen

Knút Olsen eigur løgini til flestu sangir, vit syngja, sama um huglagið er ljóst, sorgblítt ella dapurt. Tá ið várið strýkur um heimavøll, og tá ið tindar standa kavaklæddir, tá ið dimmið hoykir seg yvir menn á seiðabergi, tá ið ljósið dregur ung, ásttikin fólk út í grøna summardagin. Hann rakar beint í hjartað aftur og aftur.

Sprotin fekk heiðurin at geva út vakra verkið Og várið kom.

Í bókini savnast tríggir teirra, ið hava lagt fagrastu slóðir eftir seg seinastu hálvu øldina í yrkingalist, myndlist og tónlist. 

Alexandur yrkti, Bárður teknaði, og Knút setti løg til. Hvør á sín hátt talaðu teir til barnið við orðum, myndum og tónum. Teir skiltu barnið, ið einsamalt granskar heimin við øllum sonsum opnum, um friðsælu, hvíld og tilveruna við sínum margfalda og sjóðandi yrki.

Teir tríggir tættirnir runnu saman í samfelda eind.

Knút hevur týtt 5 bøkur, sum sprotin hevur givið út.

 

 

Tað er ikki av tilvildum, at Knút Olsen fór undir at týða tveir so stórar og tungar klassikarar sum Stefan Zweig Heimurin, ið var og George Orwell 1984.

Grim skýggj hava vit sæð leingi í havsbrúnni. Við øllum ábendingum um, at fólkaræðið, vit í hesum partinum av heiminum hava dusað okkum í síðan seinna heimsbardaga, var vorðin ein slík sjálvfylgja, at vit hildu okkum ikki hava fyri neyðini at verja tað so væl, sum tað í royndum kravdi av okkum.

Kreftir, sum leingi hava ligið upp á lúr trokaðu á og vóru farnar at bróta verjumúrarnar – vit sóu harðræði, einræði, oligarkar – sóu fæið savnast á alsamt færri hondum – lítilsmetingin av fólkræðinum gjørdist sjónsk. Tollyndi gjørdist ódygd, fátækt millum verkafólk ein sjálvfylgja.

Og so leyp eitt einræðingsvituggi á eitt frælst fólkaræði. Og vit síggja avleiðingarnar av tí.

Bókmentaheimurin eigur fleiri sjaldsom verk, sum lýsa, hvussu skilið verður, tá ið valdsdystirnir enda í einræði. Slíkum ræði, sum ikki tolir ymisleika, sum ikki er fevnandi, sum er útihýsandi  ……

Tá ið ávís fólk halda, at teirra meiningar umboða alt tað, ið rætt er. Tá er okkara kæra fólkaræði skúgvað til viks – og hvørja ferð, tað hendir, endar alt í ruðuleika, sorg og drápi.

Heimurin, ið var  

Knút Olsen týddi í 2017 bókina Heimurin, ið var eftir Stefan Zweig. 

Bókin er ávaring til okkara og okkara egnu tíð um, at tað, sum hendi í Evropa frá 1939 til 1945, kann henda aftur, koma harðrendir einaræðingar fram at valdinum eina ferð enn. Tað krevur politiskan dugnaskap at halda tí máttinum skák mát, sum alsamt roynir at forkoma okkara fólkaræði.

Øll tann siðmentan, ið Evropa var grundað á, øll tann mentan og list, sum Evropa hevði ment, og alt, sum var vorðið grundarlag undir evropiskum felagsanda, alt, sum var hildið vera verja ímóti allari mannminkan og niðran, smokkaði saman eftir stuttari tíð. 

Vit hava mangan sitið spyrjandi, hvussu eitt so framkomið samfelag kundi standa fyri øllum hesum illgerðunum. Men nú sita vit piprandi og síggja endurtøkuna av tí sama í USA. Landinum, sum altíð var evsti verjugarður ímóti einaræði.

Einki kundi verja seg fyri tí valdsøði og tí grimd, sum avdúkaði seg tá, sum hevði ligið og gløtt undir øllum og avdúkaði, hvussu tunn skónin av siðmenning í royndum var oman á øðini. 

Allar hesar gjøgnumhugsaðu tankarnar flutti Knút Olsen okkum yvir í okkara mál við tí greiða boðskapi: Lesið hetta og síggið til, at hetta ongantíð hendir aftur. Og tað gjørdi hann eins hegnisliga, og tá ið hann setti løg á sangirnar.

1984

Men hann gavst ikki har. 

Líka síðan bókin varð givin út í 1948, hevur framtíðarskaldsøgan eftir George Orwell 1984 volt lesarum høvuðbrýggj og fær teir at hugsa um sítt egna samfelag. Sjálvt nú, eini 80 ár seinni, er ræðandi frásøgan eftir Orwell framvegis viðkomandi fyri okkara tankar, hugburð og lívshátt. 

1984 er frásøgn um London einaferð í framtíðini, har ein einræðisstjórn nevnd "Flokkurin" hevur vakið eyga við hvørjum einstøkum borgara og stýrir øllum hugsandi virksemi. Har virkar bæði Sannleikamálaráð og Tanka-løgregla, og Stóribeiggi heldur eyga við øllum og hevur ábyrgdina av at steðga einum og hvørjum, sum hevur uppreistur í huganum og hugsar sjálvstøðugt.

Hvat minnir tað okkum um nú á døgum? 

Er tað so forgjørt, at alt tað, vit hava undrast á, bar til í einum so framkomnum samfelag í 1930-árunum, kann endurtaka seg? 

Er eitthvørt í okkum, sum als ikki er broytt, hóast ræðuleikarnir eru so væl skjalprógvaðir og sýndir fyri eygunum á okkum aftur og aftur? 

Knút ræðist tær rørslur, sum hava í hyggju at avtaka fólkaræðið, sum nøra um fámannaveldi og lítilsmeta ymisleika. 

Hesir báðir klassikarar eru hansara virðismikla bókmentaliga íkast í kjakið, ið ongantíð má doyggja. Ein síða av knúti, sum fólk ikki kenna so væl sum komponistin.

Hjartaliga til lukku við degnum, Knút, og takk fyri allar teir varðar, tú hevur laðað á leiðini.

Jonhard Mikkelsen

20.11.2025
Jonhard Mikkelsen

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?