Átjan oyggjar
Ein einastandandi vøkur, skilagóð og beinrakin lýsing av eini ferð til Føroya í 1965, sum upprunaliga varð ætlað sum ein ferð við friði og møguleikum, – so at hann kundi skrivað eitt skaldaverk.
Men úrslitið var ein dagbók av almennum áhuga. Høvuðskelda hansara á Føroyaferðini var m.a Sigurð Joensen, og tað var ikki býtt.
Bókin byrjar við einum søguligum inngangi upp á 30 síður, sum, gott nokk, er skrivaður fyri um 60 árum síðan, men sum sanniliga er ein lýsing av Føroyum í 1960-unum, sæð við gestsins gløgga eyga.
Sum bókmentaslag er bókin í ætt við bókina hjá DP, men hesaferð er tað íslendingurin, ið er á ferð í Føroyum.
Hannes P. er annars kendur í Íslandi sum yrkjari, men hevur eisini skrivað nógv annað gott.
...
Hannes Pétursson (føddur 14. des. 1931): ÁTJAN OYGGJAR. EYJARNAR ÁTJAN. Dagbók úr Færeyjaferð 1965. 141 s. Tekningar: Sven Havsteen-Mikkelsen