Tann einasta myndin, sum er varðveitt, av Bergithe Johannessen til arbeiðis. Tikin úti á Boðanesi.

Eitt undangongufólk í føroyskari list

Í 1925 slapp ein bert 19 ára gomul føroysk genta inn á Kunstakademiets malerskole í Keypmannahavn sum fyrsti føroyingur nakrantíð. Í sambandi við at tað eru 100 ár síðani, at hon slapp inn á skúlan, kemur fyrsta bókin um Bergithe Johannessen út – ein vakurt myndprýdd ævisøga og listasøga - ein higartil ókend søga um eina serstaka undangongukvinnu í føroyskari list, og sum varpar ljós á hesa kvinnu, sum bæði gekk á odda sum listafólk og sum menniskja.

14.11.2025
Sprotin
Bókaprát

Hvør var hon - hendan unga kvinnan, sum longu í 1923 fór av Havnini til London við dreyminum um at gerast listafólk, og sum nam sær útbúgving frá Kunstakademiet í Keypmannahavn, áðrenn Sámal Joensen-Mikines? Og hvør gjørdist síðani lagna hennara? 

Bókina um Bergithe Johannessen hava donsku rithøvundarnir Anya Mathilde Poulsen og Gunvor Bjerre skrivað. Anya Mathilde Poulsen hevur í nógv ár fingist við at skriva um listakvinnur og hevur eitt nú skrivað bókina Vilde kvinder, mørke toner - om køn og musik; eisini týðir hon føroyskan skaldskap til danskt. Gunvor Bjerre er journalistur, rithøvundur og væl kend í danskari sjónvarps- og útvarpsframleiðslu.

Í prátinum fara rithøvundarnir at siga eitt sindur um listina hjá Bergithe Johannessen og hennara áhugaverda lív millum Føroyar, London og Keypmannahavn – eitt lív, sum bar dám av dirvi, listarligum ætlanum og einum inniligum kærleika til stórbæra, føroyska landslagið. Vatnlitsmyndirnar hjá Bergithe Johannessen eru eyðmerktar við serligum sansi fyri ljósi, formi og huglagi; í dag hanga fleiri av verkum hennara í føstu framsýningini á Listasavni Føroya, men í bókini eru nógvar myndir av málningum, sum ongantíð áður hava verið vístir alment.

Tiltakið varpar ljós á lagnuna hjá einari sermerktari listakvinnu, sum tó als ikki er komin við í søguskrivingina, og sum nú gerst partur av einari størri samrøðu um plássið í listasøguni, sum higartil er unt listakvinnum - bæði í føroyskum og norðurlendskum samanhangi.

Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavni Føroya, setur tiltakið.

TÍÐSPUNKT: Ley. 15. november 2025, kl. 12.00
LONGD: 45 min.
HØLI: Skálin
MÁL: Danskt

14.11.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM

Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á…
Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…