Skitsa til ørskap
Bókmentir, sigur Bolaño, eru vandamiklar. At skriva er eitt vandamikið yrki. Fyri at skriva væl, mást tú tora at ota teg inn í myrkrið, at leypa út av eggini, at nærkast ørskapinum. Marianna Hoydal hevur týtt hesar úrvaldu stuttsøgurnar eftir Roberto Bolaño.
Roberto Bolaño varð føddur í Chile, vaks upp í Meksiko og flutti síðani til Spania, men verður ofta umrøddur sum transnationalur, ella postnationalur, bæði tí at hann sjálvur var rótleysur sum rithøvundur, tí at tekstirnir hjá honum flyta seg um alheims mørk, og tí at hann sjálvur ikki viðurkendi nationalitet sum avgerandi fyri skaldskapin: “Heimlandið hjá einum rithøvundi er málið sjálvt”, segði hann í takkarrøðuni, tá ið hann fekk ein av fremstu heiðursprísinum innan spanskar bókmentir, Rómulo Gallegos-prísin í 1999. Heimloysi, harðskapur og einsemi eru gjøgnumgangandi evni, og hóast Bolaño ofta vísir til Latínamerika í sínum tekstum, so letur hann eisini evnini breiða seg til at fevna um eina alheimsliga sannroynd. Persónarnir hjá honum reika tvørtur um landamørk, eru í útlegd, fremmand, eisini fyri sær sjálvum.
Ørskapur eitur á sponskum locura, í bundnum formi la locura – ørskapurin.
Og júst navnið Lalo Cura er navnið á einum afturvendandi persóni í skaldskapinum hjá Bolaño. Kanska er tað tilvild, kanska skemt, kanska ein ábending til eina tulking. Í øllum førum finst figururin Olegario Cura, stytt Lalo Cura, í minst tveimum av verkunum hjá Roberto Bolaño. Sum frásøgufólk í søguni Skitsa til Lalo Cura, og sum eykapersónur í stóru skaldsøguni 2666, sum kom út í 2004, árið eftir at Bolaño doyði í 2003. Í stuttsøguni Skitsa til Lalo Cura er hann sonur ein burturvilstan prest og eina pornustjørnu í Kolombia. Í skaldsøguni 2666 er hann úrslit av einari neyðtøku og veksur upp í einum meksikonskum matriarkati, har kvinnurnar gjøgnum fleiri ættarlið hava átt síni børn eftir neyðtøkur. Í báðum førum er Lalo Cura sum vaksin blivin leigumordari, ella “ruddari” í tænastu hjá rúsevnissmuglarum (ella løgregluni, same, same) – ein samansett vera, sum ber í sær bæði brutalan harðskap og sera menniskjaligar og sárar kenslur.
Lalo Cura førir sjálvur orðið í stuttsøguni, sum byrjar á henda hátt:
Tað ljóðar ótrúligt, men eg varð føddur í býlinginum Los Empalados. Navnið skínur sum ein máni. Navnið borar, við sínum horni, ein veg inn í dreymin, og menniskjað gongur eftir hesum vegnum. Ein óslættur vegur. Altíð stríggin. Vegurin inn í ella út úr helviti. Hetta er tað, sum tað snýr seg um, tá ið samanum kemur. At nærkast ella at førka seg burtur frá helviti. Eg, til dømis, havi givið boð um at drepa. Eg havi givið tær bestu føðingardagsgávurnar. Eg havi fíggjað veldigar verkætlanir. Eg havi latið eyguni upp í myrkrinum. Ómetaliga spakuliga læt eg eyguni upp í bølaniðuni, og tað einasta eg sá, ella ímyndaði mær, var hetta navnið: Los Empalados, lýsandi sum ein leiðarstjørna.
Nógv er upp til lesaran at tulka, men empalado kann m.a. merkja “settur á spjót, gjøgnumstungin”. Hetta er eitt slag av píning, sum vit kenna frá miðaldarmyndum og miðaldarfrásøgnum, og eg havi lisið mær til, at við hesum píningarháttinum ber til at halda ofrinum á lívi rættiliga leingi, av tí at eingi av teimum vitalu organunum verða rakt beinleiðis. Kanska er júst hesin tilstandurin eyðkennandi fyri huglagið í nógvum av skaldskapinum hjá Bolaño: at vera á lívi merkir at liva í støðugari pínu ella órógv, og reaktiónin upp á hesa pínuna er kanska eitt slag av ørskapi.
Helviti í ymsum formum er næstan altíð nær. Lesarin kennir seg ofta á eggini til dýpið, uttan at hóttanin tó verður orðað beinleiðis. Hon liggur meira sum ein undirstreymur undir setningunum. Men samantvinnað við ta nívandi ræðsluna er tíbetur so mikið av humori, sjálvsironi og speiskum prikum og tilsipingum, at tað samstundis verður undirhaldandi at lesa. Í sitatinum omanfyri er navnið Lalo Cura t.d. stuttligt í sjálvum sær, og at hava eitt torturinstrument til leiðarstjørnu kann bæði vera ein tilsiping til religión og til tað æviga traumið í latínamerikanskum bókmentum: hertøkuna, La Conquista. Provokatiónin er í øllum førum týðilig, og kortini finst eitt hugtakandi sárbæri í øllum tekstunum. Viðmerkingin hjá Lalo Cura til ein film í stuttsøguni lýsir í veruleikanum væl skriviháttin og kanska ambitiónina hjá Bolaño sjálvum:
Hvussu bar tað til at smelta so nógv sakloysi og so nógvan óndskap saman í eitt?
Tekstirnir hjá Bolaño eru ógvuliga fjølbroyttir í stíli, og tað ger teir áhugaverdar í sjálvum sær. Bolaño hevur tó ikki nógv av teirri magisku realismuni, sum Latínamerika er vorðið kent fyri. Hann hevði orð fyri at vera eitt sokallað illavorðið barn, eitt “enfant terrible”, sum legði eftir alt og øllum og var ein bókmentaligur outsidari. Hann gjørdi upp við samtíðarskaldskapin og tær etableraðu røddirnar í Latínamerika, men er tó týðiliga sprottin úr somu mold og viðurkennir í verki sínum sanniliga eisini sín uppruna og sínar bókmentaligu forfedrar við at vísa til teir beinleiðis og óbeinleiðis. Søgan Afturkoma kann t.d. lesast sum ein kolasvørt og skemtilig viðmerking til ta sokallaðu “latínamerikonsku magisku realismuna”, sum Bolaño ikki brýggjaði seg nógv um. Hon byrjar soleiðis:
Eg havi eini góð og eini ring tíðindi. Tey góðu eru, at tað finst lív (ella okkurt líknandi) eftir deyðan. Tey ringu eru, at Jean-Claude Villeneuve er nekrofilur.
Hjá Bolaño er eingin liðug mynd, bara ráar skitsur. Men – skemt ella ikki - skriftin hjá Bolaño kann væl samanberast við ein mána, ið borar seg inn í myrkrið og dreymin, og vegurin gjøgnum tekstirnar hjá honum er bæði óslættur og vandamikil.
Marianna Hoydal