Leitanin eftir at vera - eitt ógáað stórt verk eftir Katarinu Nolsøe

Eitt inniligt, væl skrivað og myndprýtt verk, sum onga almenna umrøðu fekk, tá ið tað kom út í 2019. Tað undraði stórliga, at eitt so hjartanemandi, djarvt verk, onga umrøðu fekk. Men nú rísur sama søgu aftur í nýggjari útgávu.

05.03.2026
Sprotin
Bókaprát

Katarina Nolsøe sigur sína egnu søgu. Eina ferð enn. Søguna um seg sum mammu í hjálparleysari støðu innilæst í einum heimi, sum hon ikki fær bilbukt við.

Sára søgan, sum verður søgd í bundnum sniði saman við tekningum, ið mynda sinnisstøðuna hjá mammuni, sigur dóttirin Maria Tórgarð okkum í filminum Mammuskepilsið.

Bókin Leitanin eftir at vera er prentað uppaftur og verður seld í sambandi við sýningarnar og fæst til keyps á staðnum fyri 198 kr

...

Kroppurin minnist.
Kroppurin minnist: tú vart nakin, onkur fremmandur vaskaði tær.
Kroppurin minnist onkran siga: „Far og busta tenn, tú luktar.“ Kroppurin minnist tað sárasta av tí sára.
Kroppurin minnist teg ganga úti og onkran hála í seg.

„Hvar fert tú?“
„Eg fari heim.“

Kroppurin hoyrir ikki heima her. Húsið:
óhugnaliga stilt.
Eingin at ansa eftir særda kroppinum.
Heimleys inni í húsinum.
Rastleys, fært ikki andað.
Ótti.
Andlitsleysa pínan dagar fram.
Markleyst dýpi av myrkri.
Berjist við at samla músteinarnar undir dýnuna og halda fast. Múrsteinarnir glinta av angist, koppa.
Alt skramblar saman, raplar niður í avgrundina, eitt endaleyst svart hol. Ljóðleyst angistróp um hjálp. Á deildini:
frátikin allan samanhang.
Eingi krøv.
Eitt friðskjól.
Ein doyvandi tablett.
Ein song.
Ein tómur friður.

 

05.03.2026
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…
Bókaprát

Átjan oyggjar

Ein einastandandi vøkur, skilagóð og beinrakin lýsing av eini ferð til Føroya í 1965, sum upprunaliga varð ætlað sum ein ferð við…