Torstein á veg heim úr Høvdarhaga við rossi. Fornminnissavnið 3350 F2595

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri og Dímun, men ættarbondini røkka líka úr Sumba til Tjørnuvíkar, so har er væl blandað.

18.05.2026
Sprotin
Bókaprát

Heitið á bókini er tikið úr mergjaða skopunarsanginum hjá Sigurdi Bærentsen, sum eisini á sín hátt lýsir baldrutu umstøðurnar, ið nógvar av frásøgunum greiða frá. Sjógvurin var álitið, og fongurin var mangan dýrgoldin og tøkini tung; men sjálvt í myrkastu løtum fall fólkið ikki í fátt, og bygdin mentist eftir ­umleið seksti árum til at gerast næststørsta bygd í oynni, og tað er hon framvegis. 

Høvundur er Jens Marius Hentze er føddur i Skopun í 1940. Hann fór á Føroya læraraskúla í 1960 og starvaðist mestsum øll árini í Tórhavnar komm­unuskúla, til hann fór frá fyri aldur.

Hann skrivaði javnan søguligt tilfar í Kvørnina, og í Birting skrivaði hann mangar søgur, sum fyri ein part eru spunnar úr munnligum tilfari, skemti og endurminningum.

Jens Marius týddi ungdóms­skald­søg­una Sjó­røtur eftir Rudyard Kipling. Sprotin gav bókina út í 2013.

18.05.2026
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM

Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á…
Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Átjan oyggjar

Ein einastandandi vøkur, skilagóð og beinrakin lýsing av eini ferð til Føroya í 1965, sum upprunaliga varð ætlað sum ein ferð við…