Espedal for frá
Í 2017 gav Sprotin kendu skaldsøgurnar: "Ævisøga, Dagbók og Bræv" eftir norska skaldið Thomas Espedal út á føroyskum. Allar tríggjar savnaðar í einum bindi. Høvundurin hevur granskað hesi trý tekstasløgini, og í sama viðfangi gevur hann nógv av sær sjálvum, leggur innastu tankar sínar á blik og setir orð á persónlig viðurskifti.
Nú kemur Tomas Espedal til Føroya at vitja Faroe Islands’ Literature Festival. Marna Jacobsen, sum týddi bøkurnar, hittir hann til eitt prát á Bókasavninum við Løkin í Runavík tann 26. februar kl. 19.00 og á Reinsarínum í Havn tann 28. februar kl. 17.00.
Árið fyri at bøkurnar komu út, hitti Marna rithøvundan í Keypmannahavn og fekk eitt prát við hann.
Í sambandi við at Tomas Espedal kemur til Føroya, hevur Sprotin gjørt av at leggja hugleiðingina útaftur.
...
Tað er ikki bara mjørki í Vágum, mátti eg ásanna, ímeðan eg bíðaði við gate 3 á flogvøllinum í Bologna. Eg hevði skund, mátti sleppa til Keypmannahavnar, tí dóttirin Jenny og eg høvdu avtalað at fara inn í Politikens Boghal at lurta eftir Tomas Espedal, sum var í Keypmannahavn í sambandi við útgávu av nýggju bók síni ”Mit privatliv”, sum er ein fotobók.
Eg havi onki privatlív. Mínar bøkur eru brøv, sigur Espedal. Privatlív er sovorðið sum borgarlig hava: tannlæknar, sakførarar og sovorðin.
Fyrsta inntrykkið er eitt menniskja, sum brúsar av orku, næstan sum úr einari sodavatn. Hann er impulsivur, men ongantíð grunnur, hann hugsar um tað, sum hann sigur, men hevur bara so nógv upp á hjarta, at orðini næstan detta um hvørt annað fyri at sleppa út. Eg vil ikki siga, at hann beinleiðis stamar, men tað koma sovorðin stuttlig ljóð úr munninum á honum, áðrenn hann fær orðið ordiliga fyri seg; eg eri longu farin at flenna, áðrenn hann sigur nakað, tí hann hevur guddommiligan humor, og so fírir hann ikki fyri nøkrum.
Gud havi lov, at eg hevði eina mammu, sum var eftir mær alla tíðina. Hon var ikki ein, sum streyk tær eftir hárinum. Tá ið aðrar mammur søgdu við sín son, at tú ert so fittur og fantastiskur, tú fert heilt vist at blíva til okkurt stórt, so segði mín mamma tað øvuta.
Henda lýsingin av mammuni er als ikki negativ, tí Espedal elskar mammu sína: allar mínar bøkur eru ognaðar henni, sigur hann.
Tað, sum eyðkennir Espedal, er, at hann er fullkomiliga øðrvísi enn fleirtalið, tá hini halda, at eftiransing og vakmyndatól eru av tí ónda, sigur hann: nei, nei, tað er gott, at vit verða ansað, at onkur altíð veit, hvar vit eru, og hvat vit gera: tí áðurnevnda um privatlív og loynidómar.
Eg siti undir hvørjum orði, eri næstan komin á mál at týða ”Dagbok, Brev og Biografi” fyri Sprotan og veit, at hetta er ein, sum ikki er bangin fyri at geva burtur av sær sjálvum. Vit kenna tekstslagið: Knausgård til dømis, men hann líkist ikki Knausgård í skrivihátti, bara í avdúkingini. Sjálvt um Knausgård nærum letur seg úr fyri lesaranum, so hevur tú frástøðu til lívið hjá honum, øvut so ert tú tætt at Espedal, tá hann skrivar, ja, onkuntíð havi eg fingið eina kenslu av, at eg standi aftan fyri hann og hyggi niður á skrivimaskinuna, meðan fingrar hansara fara eftir tastaturinum.
Eg skrivi skaldsøgur, sigur hann. Skaldsøgan er næstan deyð. Har uppi, sigur hann og peikar upp trappurnar til bókhandilin uppi yvir, stendur ein rúgva av bókum á hillunum, sum tey kalla skaldsøgur, men tær eru ikki skaldsøgur, fólk hava gloymt, hvat ein skaldsøga er.
Eg eri ovfarin, og Jenny sigur aftaná, at tá hann segði hatta um skaldsøgur, hevði hon næstan hug at reisa seg upp og klappa!
Aftaná stilli eg meg í fólkaraðið, tí eg má bara fara at heilsa upp á hann. Tá eg endiliga komi fram og sigi, hvør eg eri, og hví eg vil heilsa upp á hann: Eg ætli mær at syrgja fyri, at tú fært fleiri lesarar og minni frælsi, sigi eg og hugsi um hetta, hann hevur sagt um at missa frælsi, so hvørt sum tú fært fleiri lesarar. Men hann er sjálvandi ovurfegin og spyr, um eg kann bíða til aftaná, tí hann má sleppa at tosa við meg um Færøyene. So sjálvandi bíði eg, hetta er jú Espedal, for god’s shake!
Tað fyrsta, hann sigur, er, at hann kennir ein føroying. Kennir tú Kartni Ravnsfjall? spyr hann. Og sjálvandi kenni eg Kartni Ravnsfjall og lovi høgt og heilagt, at eg skal heilsa honum. Og so mugu tú og Kartni finna útav, hvussu eg kann koma til Føroyar, tá eg komi út á føroyskum, sigur hann álvarsamur.
Og nú kemur hann so langt um leingi og verður á palli í vikuni.