Debutanturin hesa ferð
Nýtt yrkingasavn, sum Snæbjørn í Dali hevur skrivað.
Grøðandi sjógvur
Gerandisdagurin við øllum tí gerandisliga. Gerandisdagurin við sínum tankameldri um alt hugsandi. Gerandisdagurin við sínum afturlitum og vónum og undran.
Í øllum ymisleikanum finnur tú vinalag, forvitni, og mangan er eini darrandi órógv botnur í yrkingini.
Alt latið í ein hóskiligan, málsligan gerandisbúna.
FORTÍÐIN
eftir meg
liggja løtur
sum av og á
vitja aftur
til mín
og leggja
hald á friðin
Snæbjørn hevur skipað bókina í fýra partar um ljós og um myrkur, um dagar og um náttúru.
Ein partur er ógviliga persónligur - um upphavið og næstringarnar, um gleði og sorg, tilveruundran og dreymar.
MINNIÐ
at hava eitt minni
at hava
atgongd til minni
at hava avmarkað
atgongd til minni
at hava skiftandi atgongd
til minni
ikki at hava atgongd
til minni
at portrið til minnið
er stongt
Ein partur er meira sveimandi og fabulerandi.
NÝGGI DAGURIN
nýggi dagurin hevur ikki
fingið andlit
men er ávegis av himni
í stjørnukappa
ferðast hann
við ferð
ímóti jørðini
tá hann kastar kappan
stendur hann fagur og nakin
við hondunum fullum av ljósi
við sínum fínu fingrum
letur hann tímarnar
dryppa úr ævinleikanum
ein fyri
og annan eftir
hann vaskar fjøllunum
við sínum brennandi smíli
á sínum herðum ber hann
túsund ókendar søgur