Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
Stan Abbott byrjaði at arbeiða fyri Atlantic Airways í 2002 seinni eisini fyri Visit Faroe Islands og Vága floghavn. Hann var nógv í Føroyum og var mangan við at umboða Føroyar í útlondum.
Hesa fjórðingsøldina hevur hann eygleitt neyvt ta menning, ið er farin fram í landinum, og er ovfarin av, hvussu nógv er broytt eitt so stutt skeið, og hvussu sjaldsamar gávur føroyingar hava at svara teimum mongu spurningum, ið hava stungið seg upp á leiðini. Føroyingar eru meistarar at finna fram á serføroyskar loysnir, ræðast ikki tað nýggja og himprast ikki at leggja nýggjar leiðir.
Nú hevur Stan Abbott gjørt ferðina umaftur – hevur tosað við fólk um mál og politikk, tónleik, matmentan, tøknilig frambrot, handilsvinnu, gestavinnu og fiskivinnu. Úrslitið er ein stak forvitnislig bók, sum eyðsýnliga er grundað á dyggan kunnleika um landsins mongu tættir.
Eru útlendingar áhugaðir í øðrum enn vakrari náttúru, er hetta ein stak góð bók at kunna seg um føroysk viðurskifti – um tær veruligu Føroyar, sum arbeiða og virka í hesum vakra umhvørvi, menniskjuni, ið hugsa og virka her í landinum.