Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen

Í EYGNAHÆDD snýr seg um listina í Føroyum í okkara tíð, tað merkir list, sum er framleidd og sýnd fram frá 2020, men samtíðarlistahugtakið verður eisini til tíðir rakt aftur til aldarskiftið. 

02.06.2025
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Bókin er bygd á tær eygleiðingar, Kinna hevur gjørt sær sum ummælari og seinni eisini sum kuratorur. Síðan hon skrivaði sítt fyrsta lønta listaummæli í 1996, hevur hon starvast sum fríyrkisummælari í ymsum miðlum, og síðan 2003 hevur hon ummælt og miðlað list aftrat sínum lærarastarvi á Glasi. 

 

Alda Mohr Eyðunardóttir at broyta tað, ið var meiningin/ at toga árina gjøgnum tann tunga sjógvin/ noyða sjógvin at gevast á hondum/ noyða hann at boyggja seg/ bukka fyri mær/ klappa fyri mær/ sum sjógvurin ­hevur klappað steinunum/ á herðarnar/ meðan/ grindamjørkin er á veg. Ull, nylon, lín, silki, stáltráður og steinar, 250 x 250 x 300 cm 2020.

 

Hetta tíðarskeiðið hevur hon upplivað stórar samfelagsligar broytingar og sæð, hvussu føroysk myndlist hevur tikið seg fram við risafetum. Hon hevur lýst gongdina við dømum, men hevur ikki fingið alt við, sum hendir innan skapandi økið, ið er sera ríkt – verri enn so. Hon hugsar um minst hundrað skapandi fólk, sum ikki eru við í hesari bókini. Í staðin fyri at skriva um øll, hevur hon miðsavnað seg um nøkur umboð. 

 

Framførslurnar hjá Det Ferösche Compagnie spreingja ofta mørkini millum listasløgini sum her í Operation Valentine frá 2016.

 

Heitið Í EYGNAHÆDD merkir altso ítøkiliga, at bókin er grundað á hennara egnu listaupplivingar, men bendir myndaliga eisini á, at hesar listaupplivingar verða lýstar í eygnahædd – ikki bara við listina, men vónandi eisini við lesaran og samtíðina. Tað er hennara vón, at øll listaáhugað kunnu fáa okkurt burtur úr bókini, sum er býtt upp í tíggju kapitlar við ymiskum evnum. 

Lagt verður fyri við eini langari ritroynd um samfelagsligar og mentanarligar hendingar, sum eyðmerkja 21. øld úti og heima. Harnæst verður greitt frá listaligum slóðbrótarum – eldri sum yngri – hvørs árin merkjast langt inn í okkara tíð og um listalig frambrot, sum javnt og samt føra okkum fram á leið. Síðan er ein drúgv viðgerð av listini hjá oman fyri hálvtrýss listafólkum og at enda ein eftirskrift, har tikið verður saman um rák og samtíð.

Kom oman í Reinsaríið 6. juni kl. 20.30. Tá verður bókin løgd fram. Myndir verða á stórskíggja. Hansins Iversen fer at hugleiða um nútíðarlist, og alt verður ballað inn í góðan tónleik.

02.06.2025
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM

Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á…
Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…