Skunda tær at elska
Lesikrókurin Kristi himmalferðardag verður um bókina "Skunda tær at elska" eftir Alex Schulman. Marna Jacobsen tosar við teir báðar Jákup Reinert Hansen og Eli Hentze.
Sprotin gav út væl fagnaðu bókina Brenn øll míni brøv eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fram Skunda tær at elska, sum var bókin, ið gjørdi Alex Schulman kendan.
Hon snýr seg um pápa hansara og um lívið í teirra húski, tá ið pápin verður gamal og sjúkligur meðan synirnir framvegis eru ógviliga ungir. At pápin er ússaligur elur fram ótta í Alexi, um at hann einki fer at orka ella kanska doyr.
Og tað ger papin. Hann doyr, tá ið Alex er 27 ára gamal. Sonurin byrgir sorgina inni, læsir fyri øllum minnum og kenslum, og heldur fram við lívinum og við arbeiði, sum um barndómurin var ein kapittul, sum var liðugur og skuldi leggjast afturum.
Pápi Alex hevði verið giftur og átti vaksin børn. Hann var ikki sum hinir páparnir. Hann var gamal.
Alex hevði ikki verið á garðinum í Värmlandi, síðan pápin doyði. Tá ið hann so endiliga fer, renna gomul minni fram fyri hann. Og hann fer at savna minnini dagliga, og skjótt hevur hann fleiri hundrað minnisbrot í lummabókini. Brotini verða vovin saman til eina eyma, langtandi og kærleiksfulla lýsing av pápanum. Til eina serliga søgu um, hvussu tað er at vaksa upp við aldrandi foreldrum.
Sum barn hugsar Alex mangan um, hví pápin ikki tveitir hann upp í loft og spælir við hann, sum hinir páparnir gera. Sum ungur maður er hann bangin fyri, at pápin skal fara upp um náttina og detta. Seinni skulu teir báðir venja seg við ikki at hittast heima, men á einum ellisheimi, til árliga gildið við hummara og whisky, sum hann smuglar inn.
Eftir jarðarferðina berjist Alex við sínar egnu kenslur og skotrar tær burtur, til hann ein fagran dag ikki megnar at byrgja tær inni.
Ógleði og sorg verður blandað við skemt og djúpan kærleika. Ein nemandi søga um pápa og son og teirra dyst við tíðina.