Illgruni

Spenningssøga eftir viðgitna sveisiska høvundin  FRIEDRICH DÜRRENMATT. Annfinnur Zachariasen týddi.

12.06.2025
Sprotin
Bókaprát

Hans Bärlach løgreglumaður er farin at eldast. Hann hevur havt krabba, men ernast nú spakuliga aftur eftir skurðviðgerð. 

Ein dagin varnast hann, at vinmaðurin Samuel, sum er lækni á sjúkrahúsinum, brádliga bliknar, tá ið hann sær eina mynd í blaðnum Life. 

Maðurin á myndini sigst vera týski læknin Nehle, sum á andstyggiligasta hátt skurðviðgjørdi fangar ódoyvdar í týningarleguni Stutthof og síðan tók sítt egna lív í 1945. 

Samuel greiðir Hans frá, at Nehle líkist óhugnaliga nógv einum Fritz Emmenberger, sum hann las saman við, og sum segðist búgva í Kili í krígnum.  

Teir fáa illgruna um, at Nehle og Emmenberger er ein og sami maður. At hann framdi misgerðirnar í týningarleguni undir navninum Nehle, fór aftur til Sveis eftir kríggið og fór at reka sína egnu viðgerðarstovu. 

Ráð verða løgd um, hvussu maðurin skal verða avdúkaður, men tað gongst ikki eftir ætlan…   

12.06.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…
Bókaprát

Átjan oyggjar

Ein einastandandi vøkur, skilagóð og beinrakin lýsing av eini ferð til Føroya í 1965, sum upprunaliga varð ætlað sum ein ferð við…