Í eygnahædd
Mentanarnáttina legði Kinna Poulsen fram sítt heildarverk um føroyska samtíðar myndlist. Reinsaríið var fult, tónleikurin góður, og barrin var opin. Huglagið var júst tað, ið krevst, til slíkar løtur. Vinkonan, viðgitna listakvinnan Hansina Iversen, helt røðu fyri Kinnu. Røðuna prenta vit her.
Góða Kinna
Nú er bókin her!
At elska list so høgt, sum tú Kinna, er sjáldsamt. List er tín stóra passión, ein orkustøð, sum kann tendra og sløkkja fyri tær.
Stundum er vónbrotið so lemjandi, at best er at liggja uppi í song og ikki tosa. Hinvegin kann gleðin vekja eldhugan og kraftina so mikið, at listin má umrøðast í tímansvís. Móð og uppglødd av gleðini, kanst tú síðan fara undir at skriva.
Tú skrivar nógv og at skriva er ein onnur passión hjá tær. Onkuntíð eri eg valla komin til hús eftir eina fernisering, ella onkra aðra listaliga uppliving, áðrenn tú hevur skrivað um hana og eg kann lesa ummæli á listaportalinum.
Okkum báðum dámar væl at ganga!
Tað hava vit funnið útav á okkara arbeiðsferðum saman til háborgirnar Paris, London og New York. Vit vilja ganga frá hotellinum og gjøgnum býin fyri at uppliva hann, lukta hann, hoyra hann og síggja hann. Tað skal ikki ganga ov skjótt, tað skal kunna søkka innum og leggja seg í minnið í kroppinum og sinninum. Í meðan vit ganga verður tosað og steðgað á og tú, sum hevur lisið so nógv, kemur í tankar um skaldsøgur, yrkingar og tónleik frá staðnum, har vit standa, og eg fái hesa dimensjónina afturat.
Á túrinum í Paris gingu vit oman eftir Shamps-Élysées, heilt uppi frá triumfboganum, fram við Place de la Concorde við høga obeliskinum og vakra springvatninum í miðjuni, (her vórðu bæði Ludvík kongur 16. og Marie Antoinette hálshøgd í 1793), hildu fram gjøgnum Tuileriegarðin og inn á Louvre savnið.
Gunna systir og dóttir hennara, Halla, komu við.
Tær gloyma ongantíð savnsvitjanina á Louvre, sum um allan heim er mest kent fyri Monu Lisu. Tað var tó ikki hon, ið setti stórsta dámin á vitjanina, men heldur inniligi listasøgutímin frá tær, Kinna, framman fyri málningunum hjá Leonardo da Vinci, sum hanga uttan fyri salin, har Mona Lisa hongur. Har hanga nøkur av allarbestu verkunum hjá da Vinci, millum onnur Maria moy og jesusbarnið við Skt Onnu, eisini kallað Anna, sjálv triðja.
Har var onki fólk beint har, og vit kundu stinga nøsina heilt upp í løriftið, um vit vildu. Vit kundu njóta friðin og verkini, ímeðan tú greiddi frá um vakurleikan í kompositiónini, um kærleiksfulla andlitsbráið hjá móðurini, Onnu, til dóttrina, Mariumoy, sum við blíðari umsorgan heldur um barnið, ið vil handska offurlambið, sum liggur undir fótum teirra.
Ímeðan stóðu hini í kilometurlongu bíðirøðini framman fyri Monu Lisu.
Hagar fóru vit eisini aftaná, skal tó sigast ;)
Hvat er list?
Hesin afturvendandi spurningurin frá fólki.
Hann verður ofta brúktur fyri at avvápna tann spurda. Tann spurdi, sum vísir á eina vitan um samtíðarlistina og roynir at gera sína meting av henni.
Men tað verður talað fyri, at ongin kann meta um samtíðarlistina. Eftirtíðin skal meta um listina, sum var. Tað, sum verður mett at vera dygdargóð list, er tann, ið stingur seg burturúr, eftir aldarlanga tíðartonn. Ikki listin frá nútíðini!
Men tað kann jú ikki passa! Tí so høvdu vit onga list í okkara egnu tíð. Onga livandi list, sum mennist í okkara tíð, ongi livandi listafólk. Ongi gallarí, ongar samtíðar listahallir, bara søvnini við gomlu meistaraverkunum.
Um so var, at tað ikki bar til at meta um samtíðarlistina, høvdu vit ikki hoyrt nógv til tín, Kinna. Tað er samtíðarlistin, ið hevur tín stórsta áhuga. Tann livandi og mennandi listin, sum verður gjørd av livandi listafólkum, gomlum sum ungum. Øll tín vitan og títt eldhugaða innlit í listasøguna er partur av greiningini av samtíðarlistini. Og óteljandi vitjanir á framsýningar av samtíðarlist og gransking av tekstum og tíðarritum um evni, leggja støði undir eina grundaða eygleiðing og meting, sum tú miðlar út til okkara.
Smakkdómari, ert tú vorðin skýrd eisini. Tað kann gott vera, men eg haldi, at tað ber ikki til, at vera hundrað prosent uttanveltaður ella partleysur um list. Tað verður ov keðiligt og ógrundað. Listin er ov livandi og menniskjanslig til partleysa meting. Hon skal umrøðast og bjóðast av.
Sjálvandi byggja eygleiðingarnar og meiningarnar á eina vitan, sum er vunnin gjøgnum tín støðuga áhuga og alsk til listina.
Tað hevði verið pínligt og láturligt um vit, ið búgva og virka her, hildu, at vit vóru eindømi og uppfunnu alt tað nýggja og geniala, púra einsamøll, uttan ávirkan frá øðrum, sum arbeiða rundan um okkum. Vit mugu fylgja við í tí, ið fer fram uttan fyri okkara egna heim. Vit eru sjálvandi partur av einari størri heild.
Líkasæla man vera tað mest oyðandi fyri eitthvørt yrki, tí líkasælan er dovin og niðurbrótandi.
Og hetta leiðir meg aftur til spurningin, HVAT ER LIST? Spurningurin verður stungin upp í trýnið á tær, nærmast sum eitt haltkjaftbomm.
Men hesin spurningurin átti at verið púra náttúrligur at sett, av forvitni!
Er hann so yvirhøvur møguligur at svara? Ja, tað er hann.
Er tað ringt at svara uppá hann? Ja, tað er tað sanniliga!
Men skal tað so vera bannað at svara spurninginum? Nei, tað kunna vit skjótt verða samd um, at tað skal tað ikki vera; men svarið verður heldur ongantíð endaligt. Tí list er, sum sagt, livandi og menniskjanslig. Dómar yvir hana verða kolldømdir, smakkurin verður mjúkari ella beiskari og meiningar kunna endurskoðast.
Eitt er vist, at tann ið viðger henda spurningin um listina, má veruliga tíma og orka at grava í hesum fyribrigdinum, tí tað krevur tíð og ágrýtni og letur seg ikki lættliga staðfesta.
At seta spurningin, hvat list er, sum ein avvápnandi spurning, tí alt kann vera list, er líkasælt og dovið. Harafturímóti, krevur tað innlit og vitan, og ein brennandi áhuga, at viðgera spurningin í álvara.
Góða Kinna!
Tú ert ein av teimum, sum tímir og orkar, hevur innlit, vitan og brennandi áhuga, ein sonn orkustøð fyri listina. Tíni avrik koma mongum til góðar. Og í dag hevur tú latið enn eitt megnar avrik úr hondum,
“ Í EYGNAHÆDD, um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld”.
Til lukku við bókini, kæra vinkona!