ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum 12. november kl. 20

Evnini hesaferð eru: nógvur gandur, nógv marra og fólk, sum hvørva.

05.11.2026
Sprotin
Orð og tónar

Hetta er seinasta Orð og Tónar í ár.

Skrá

Tónleikur: TINA MELLEM byrjar kvøldið við einum lagi

FØROYSKAR SAGNIR – Endursøgn og myndir eftir Heiðrik á Heygum

Fyrra partin av kvøldinum práta Heiðrikur av Heygum og Uni Holm Johannesen um sagnirnar, m.a. hvat tær kunnu siga okkara tíð, og hvussu til ber at myndtulka tær.

Tónleikur: KATA

Steðgur

MARRA
Eftir steðgin tosa Rakel Helmsdal og Rakul í Gerðinum um nýggju dystopisku skaldsøguna, ið nevnist Marra.

TRÆLANÍPAN
Síðan fara Hans Jacob Kollslíð og Elin Michelsen at skifta orð um nýggju fantasy-skaldsøguna eftir Jógvan Isaksen, ið nevnist Trælanípan.

Tónleikur: TINA MELLEM

Kom oman á Reinsaríið tann 12. november kl. 20. Set teg afturá, fá tær okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njót eina løtu við tónleiki.

Nýggju bøkurnar fáast við avsláttri.

05.11.2026
Sprotin
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?