ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum 22. oktobur kl. 20
Evnini hesaferð: ætlaður kærleiki, sum fúnaði – ein avleiðing av bumbuni, sum brast í Horoshima - og ein óvanliga skaldagávaður bóndi.
Skráin hóskvøldið 22.
Fyrri partur av kvøldinum er ognaður Jóannesi Paturssyni.
Sunleif Rasmussen stjórnar kóri við sangarum úr TARIRA, sum syngja Eg skar mítt navn og Boðar tú til allar tjóðir!
Turið Sigurðardóttir, sum hevur ritstjórnað stórverkið um skaldskapin hjá Jóannes, og Uni Holm Johannesen skifta orð um mannin og verkið.
Síðan syngja vit í felag: Vælkomnir føroyingar!
Steðgur – Høvi verður at keypa verkini við avsláttri.
Okkurt gott úr barrini.
Elin Michelsen gevur út skaldsøgu, sum fer fram í Havnini nú á døgum. Lokkandi bók um kærleika, vónbrot og aðrar spenningar millum fólk í besta aldri.
Solby Kristiansdóttir og Elin skifta orð um bókina.
Nerting
Sum ung finna tey saman í London, har tey arbeiða – hon er japansk, hann er íslendingur.
Brádliga ein dag er hon horvin, og væl seinni fer hann aftur Íslands. Ein fagran dag, tá ið alt hevur funnið sítt rætta javna lag, fær hann bræv úr Japan, og vit verða drigin inn í avleiðingarnar av bumbuni, sum á sinni brast í Hiroshima.
Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs týddu.
Hans Jacob Kollslíð og Martin Næs skifta orð um bókina.
Kom oman á Reinsaríið tann 22. oktober kl. 20. Set teg afturá, fá tær okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njót eina løtu við kórsangi.
Nýggju bøkurnar fáast við avsláttri.