Ein eik fór um koll
Ein eik er fallin. Men sammett við verðina, ta stóru og fíggjargráu verðina, er ein eik hjá okkum fyri lítið meiri enn eitt strá at rokna. At eitt strá kann bogna í einum knæi ella enntá í fleiri eru sum so eingin stórtíðindi,soleiðis sum hann er ættaður á öllum marknaðum í hesum árum, lágur við lúnskum vindum ið sum einki kunnu leggja rótdjúp og fjallhög trö slött, viðhvørt heilar skógir, tak eitt nú Lehmans-bankan vestanhavs og ikki um at tala íslendsku bankarnar sum allir fuku einum kasti fyri tveimum árum síðani.
Nú er fíggjarmarknaðurin í heimastýrinum sjálvandi eingin skógur, lítið annað enn ein grasloppur og eikin hjá okkum einki ímóti öðrum eikum, heldur ikki
dvørg-eikum.Bara eitt strá, sum sagt, í einum illum gras-loppi. Yvir hesum gras-loppi, altso fíggjarmarknaðinum í heimastýrinum, hvílir tó meiri duld enn yvir
mongum stórskógi. Ávökstur, javni, hall og mangt annað sum viðvíkurfíggjarvirksemi í heimastýrinum (ikki síðst bókhald) dreivast gjøgnum slíkar víddir av tjúkn
og toku, at hvørki heiðin ella kristin veit hvar byrjan og endi eru í hesum mikla drama, hvaðna minni miðjan. Gamaní veit heimastýriskingurin av onkrum slagi
av valdi yvir teimum stovnum á fíggjarmarknaðinum, sum hava lán og sparipengar hansara undir hond, men tað valdið er langt burtur ífrá at líkjast tí valdi sum
í ormslíki legðist á gulli í okkara gitnasta kvæði, Sjúrðakvæðnum. Hetta valdið minnir mest av öllum um tað valdið sum óvitar um Gundadalsleiðina vistu av í
viðarlundini í Havn í trýssunum. Tað valdið æt plantasjumaðurin.Tað var sett til at verja smáfuglar móti luftbyrsumog ansaði annars eftir at fríggjarapör ikki
fonglaðust meiri við hvørt annaðmillum tröini enn skikkilig foreldur saktans kundu geva sítt gudfryktiga samtykki til. Öðrum hevði plantasjumaðurin lítið vald
yvir í viðalundini. Hon ráddi sær. Summi hildu at Várharra røkti hana, men tað vóru öll sum vera man ikki einmælt í. Danskurin mátti ikki forsmáast. Heldur
ikki í viðalundini.
Ið hvussu var og ikki. Öll trýssini og inn í hálvfjerðsini (hóast sungið var so romantiskt um hana í at kalla hvørji kvøðuljómasending) lá viðarlundin í órøkt. Ein opin kloakk rann gjøgnum hana. Har uddi í rottum allastaðni.
Men sum sagt ein eik fór um koll.
Spurningurin er so hví.
Kanska er jörðildi, sum henda góða, men strávaksna eik rann upp úr og festi røtur í eftir aldarskiftið, sjálvt heimastýrið, samanumtikið ikki so ólíkt viðalundini trýssunum. Sum viðalundin tá liggur heimastýrið nú politiskt og fyrisitingarliga í órøkt. Opnar kloakkir renna ígjøgnum tað og tað yðjur í teirri rottu sum gnag-ídnast er av öllum rottum: spilling. Sum allastaðni har spilling trívst er orðbragdið í umrøðuni umsamfelagið eisini í fábroyttara lagi, uttan atlit til annað enn tað sum so ella so tryggjar óbroytta støðu. Óbroytta valdsskipan.Óbroytt ognar- og serrættindaviðurskifti.Veruleikin kann ikki broytast til annað enn hann er, verður sagt - tíansheldur samfelagið. Upp á hesi kor kann hvør sum er hava sína hugsan, hugsan sum ikki nertir nærri aftur at veruleikanum enn útsynningur við mána og vetrarbreyt.
Hvørki at gita. Hvørki at vita.Soleiðis skapast innsýni av umrøðuni í heimastýrinum, tað innsýnið ið altíð er tilfriðs og óklandursamliga nøgt. Hvat ger tað um eingin, hvørki högt ella lágt, veit hvussu fíggjarmarknaðurin í heimastýrinum virkar?At hult er yvir öll áhugamál hjá teimum ið koma framat, spælidreingjum,ofta við ongum öðrum førleika enn klædningi og slipsi,og vilja leggja pengarnar hjá öðrum, samansparingina, ímillum í misvæl hugsaðum og viðhvørt tankaleysum keypum?Hvat ger tað um føroyskt vald yvir hesum marknaði er lítið meiri enn hjá plantasjumanninum á sinni, um vit bara eru foreintog alt er trygt - enntá við okkara egnu pengum?
Ein eik fór um koll.
Á sjónvarpsskíggjan birtist knappliga ein nývaldur nevndarformaður sum álvur úr heyggi. Jú, vissuliga, segði hann, mátti nevndin og leiðslan í bankanum taka ábyrgd av tí sum hent var, eikin fokin, men atvoldin í öllum var tó aðrastaðni.Í fyrsta lagi so langt burturi sum í USA, í lánum, sum onkur hevði tikið sær fyri at lata undirmálsfólkihar vesturi, fólkið sum tá ið samanum kom ikki evnaði at bera rentur og avdráttir av lánum sínum. Og í öðrum lagi so nær sum í danska fíggjareftirlitinum, sum kortini er so fjart at fá vita hvat eftirlitið er ella hvat tað ger.Síðani komu tríggir aðrir menn á skíggjan í bestu senditíð.Ein fyrrverandi lögmaður. Ein núverandi lögmaður. Og ein andstöðuleiðari. Fyrrverandi lögmaðurin gjørdi seg smádapran á at líta. Hann breiddi seg um hvussu leingi hann hevði verið í politikki og hevði, skiltist á lagnum, klóra sær so væl og leingi í hövdinum um eikarfallið, tað var eitt undur at heilin ikki lá berur. Nei, hann kundi ikki lastast fyri nakað, segði hann. Hann hevði eftir besta førimuni gjørt einki og geri aðrir betur. Hin lögmaðurin afturímóti, tann núverandi, lyftihökuna við myndugleika, men setti so í ein lestur um konspirasjón móti dönum og tosaði um fyribrigdi sum ein æðrakálkað portvínskelling, ið bert kámliga veit hvat orðið merkir og illa fær sagt tað uttan at stumbla um essini. Andstöðuleiðarin sat bara gapaði til flabbin á honum sá út sum eitt kúgveyga ið sannleikin kanska kundi hómast ígjøgnum.
Ein eik fór um koll.
Men alt er við semingin.Óbroyttog í donskum hondum. Sjálvt orðbragdið á umrøðuni er lagt undir danskt. Stöðufest í tøkniligum ógjøgnumskygni. So trygt. So óreingiligt.
Ein eik fór um koll.
Ennpjaka rottur millum skins og hold. Enn standa vit við tevinum av opnum kloakkum upp í nasarnar. Men einki hveppa vit okkum við tað. Ella stytta upp nös. Hetta er stev hins óbroytiliga. Tað gevur okkara metta innsýni og óklandurssemi vídd og eina so vælsignaða dýpd.
Amen hurrá.

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Ymist
Zakarias Wang
Zakarias Wang gav út tvær stórar orðabøkur, áðrenn Orðabøkur Sprotans komu í eyga
Bókaprát
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
"Vit eru fimm" er ein familjusøga, ein søga um gerandisdagin og um kynsmynstur í okkara tíð. Tað er eisini ein søga um kynsmegina…
Bókaprát
Bjargað á opnum havi
Tá ið Saigon fall í apríl 1975, rýmdi eitt vjetnamskt strandfarmaskip frá kommunistunum við 3.628 fólkum umborð. Tríggjar dagar s…
Bókaprát
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
Hvussu barst tað á, at eg fór at skriva Fylg sjóvarfallinum?
Bókaprát
Fylg sjóvarfallinum
Henda verður á marknaðinum tann 15. apríl. Framløga týsdagin 22. apríl kl. 17 á bókasavninum við Løkin.
Bókaprát
Alex Schulman - Skunda tær at elska
Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fram "Skunda tær at elska", sum…
Bókaprát
Vegghamar - út í bókling
Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnará, sum hevði stóra framsýning av verkum eftir Vegghamar fyrr í mánað…
Bókaprát
Til lukku, Heðin!
Heðin M. Klein er 75 ár í dag
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð
31.10.2024
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
29.10.2024
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi
28.10.2024
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19
24.10.2024
EDEN
30.09.2024
Brenn øll míni brøv
25.09.2024
Lesikrókurin fær nýggjan vert
23.09.2024
Søgur úr Latínamerika
20.09.2024
Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum
03.09.2024
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd
02.09.2024
Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi
15.08.2024
Brenn øll míni brøv
13.08.2024
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini
03.07.2024
Ljóðbøkur og summar
17.06.2024
Maria Stuart
10.06.2024
Tær góvu lív
05.06.2024
Tær góvu lív - ÚTSETT
03.06.2024
Í Íslandi – Á Íslandi
24.05.2024
Hvaðan kom kvinnan
15.05.2024
Stórverk í tveimum bindum um føroyska táttayrking
07.05.2024
Hvaðan kom kvinnan
06.05.2024
Hvaðan kom kvinnan - samrøða
02.05.2024
RÓTGRÓNAR YRKINGAR
25.04.2024
Reyðhærda kvinnan
24.04.2024
Bókin um Rituvík
16.04.2024
Tá ið eg fór at týða: Íspinnurin og skrúviblýanturin