Søren Aabye Kierkegaard
»Lívið er mær sum ein beiskur drykkur, og tó skal eg leska meg av honum í dropum, seinliga, teljandi.«
Hann var føddur í foreldraheiminum Nytorv 29 við Stroyið í Keypmannahavn árið 1813, ”tá ið so nógvir aðrir falskir seðlar komu í umfar”. Hetta var eitt trupult tíðarskeið í Keypmannahavnar søgu: danir vóru farnir í part við Napoleon, og tað hevði við sær, at enski flotin bumbaði fjølbygda býin í 1806. Úrslitið var ikki bara tað, at býurin fekk stóran skaða, men landið fór eisini á húsagang. Árið, tá ið Kierkegaard var føddur, varð Napoleon settur frá, og árið eftir misti Danmark Noreg til Svøríkis við Kielar-friðinum. Men nú litu keypmannahavnarar á, at teir umsíðir fingu frið, teir rivu gamla býarmúrin niður, bygdu býin upp aftur, vuksu hann og royndu at líta á framtíðina í frælslyntum framfýsnisanda.
Sjálvspei Søren Kierkegaards var eingin tilvild. Í lestrartíðini, sum hann hevði drýggjað sær sum mest við sløðaligum gudfrøðilesnaði, hevði hann spákað á Stroynum, snøgt klæddur, hevði stuttleikað sær við at ganga í leikhúsini og til operu og á kaffistovur og ølstovur og hevði fingið tað orð á seg at vera stak góður at práta við. Tá ið faðirin doyði í 1838, tykist herviligt samvitskubit hava fingið vald á honum. Hann herdi seg í huga og skrivaði eina doktararitgerð,Um hugtakið sjálvspei, fyri ein stóran part ein samanburður millum Sokrates og Jesus.
Seinni kom hann at skriva nógv meira um faðir sín, bæði sjálvsævisøguliga og á ímyndandi, óbundnum máli, og ofta nýtti hann orð sum ”tunglyndi” og ”vónloysi”.
Faðirin var byrjaður sum seyðamaður á jútsku heiðunum, men fór tíðliga undir at royna seg sum handilsmaður í tíðarinnar fløkta fíggjarliga umhvørvi. Hann átti fleiri hús í Keypmannahavn, tá ið hann tók seg burtur úr handilsvinnuni og livdi longu frá fjøruti ára aldri av peningaognunum. Men hetta ytra viðrákið linnaði ikki hansara egna beiskleika, sum vaksandi einsemi sannlíkt og eirindaleyst bara gjørdi verri.
Fyrsta konan doyði barnleys eftir eitt stutt hjúnalag. Eitt ár seinni giftist hann uppaftur við arbeiðskonu sínari, og fýra mánaðir seinni átti hon fyrsta barnið. Hetta skuldi ikki verið nevnt í nakrari heimspekisøgu, hevði tað ikki verið soleiðis, at tað var atvold til eina vánda skuldarduld bæði hjá pápanum og yngsta soninum, Søreni, sum rekur fram undir, at pápin eisini, meðan hann var giftur, hevði eitt ástarsamband við hesa gentuna.
Søren Kierkegaard ivaðist ikki í, at forbannilsi hvíldi yvir húskinum. Tey vóru sjey børn, tríggjar gentur og fýra dreingir. Ein drongur doyði tólv ára gamal, ein systir, tá ið hon var fimm og tjúgu. Í 1832 doyði enn ein dóttir, í 1834 ein av synunum og sama árið konan. Í 1835 doyði síðsta dóttirin, og av systkinaflokkinum vóru nú bara tveir synir eftir. Í 1837 doyði kona eldra bróðurin eftir bara tvey ára hjúnalag.
Væl seinni greiddi Kierkegaard í dagbók sínari frá, at pápin, tá ið hann fátækur og svangur goymdi at seyði á heiðunum, eina ferð var farin upp á ein heyggj og bannaði Gud.
Ein átrúnaðarlig skuldarduld av ótta nívdi Søren Kierkegaard alt lívið. Soleiðis var døkka bakstøðið til ta lívsheimspeki, sum hann kom at menna, og sum er ein fortreyt fyri øllum, sum seinni hevur verið rópt tilverustevnan, eksistentialisman.
Viðurskiftini við faðirin vóru ongantíð góð, hóast hann rindaði skuldirnar hjá soninum. Kierkegaard umrøddi ongantíð móður sína.
Ikki slepst undan í Kierkegaards føri eisini at nerta við sárar privatar hendingar, og hann gjørdi tað sjálvur í øllum ritverki sínum, meira ella minni opinlýst, meira ella minni sjálvspeisamur. Tey at vísa seg kátu lestrarárini skal hann saman við nøkrum vinmonnum hava verið í skøkjuhúsi, men henda samanbrest við syndina toldi hann ikki. Komin aftur at húsum skrivaði hann í dagbókina fyrst ”mín gud, mín gud”, síðan um genturnar: ”henda dýriska gnisanin”. Granskarar hava dagfest hendingina til 10. november 1836.
Vit noyðast at ásanna, at tilburðurin óivað er ein partur av myndini av tí, sum gjørdi sítt til Kierkegaards angist. Tað hevur kanska samband við avgerandi hendingina í ungdómi hansara: á vári í 1837 hitti hann fimtan ára gomlu skúlagentuna Regine Olsen, og tey trúlovaðu seg í 1840.
Næstan beinan vegin fekk angistin vald á Kierkegaard, og eftir trettan mánaðir gjørdi hann tað til einkis við Regine, hóast bæði vóru djúpt ásttikin hvørt í øðrum.
Dagbøkurnar eru á tremur við søgum um, hvussu tað eydnaðist Søreni og Regine eftir slitið at spáka í senn á somu gøtum ávísar tíðir, hvussu tey fingu ein glotta hvørt av øðrum áStroynum, hugdu hvørt upp í eyguni á øðrum burturfrá við Helligåndskirkjuna o.s.fr. Vit høvdu kunnað gingið í hølunum á teimum á einum landkorti, eftir Langelinie og Kastellet, fram við Kalkbrænderihavnen, á Østerbrogade og við Nørreport. Sjálvt eftir tað at Regine var vorðin gift í 1843, royndi Kierkegaard at fáa samband við hana og droymdi enntá um, at tey skuldu kunna sameinast aftur í einum platoniskum ástarsambandi.
Í dagbókunum skrivaði Kierkegaard nú um angist og hugtyngslu, sum at vísa seg ikki hevði nakrar orsakir, ótta um tað farna, skuld og ampa um Guds revsing, umframt stúran fyri framtíðini, og ikki minst skrivaði hann um síni vantandi evni til ektaðan kærleika og at kunna gera eina kvinnu eydnuríka. Angist hansara kyknaði á marknaleiðini millum tað andliga og tað kropsliga.
Í oktober í 1841 fór Kierkegaard við einum guvuskipi til Stettin og koyrdi haðani við lokaðum postvogni til Berlin. Hann gekk til fyrilestrar í heimspeki, men fyrst og fremst sat hann á kamari sínum og skrivaði. Okkurt um hálvt ár seinni fór hann heim aftur, tí ein vinmaður hevði sagt fyri honum, at Regine var sjúk, men í Keypmannahavn helt hann fram at skriva sum sansaleysur.
Við hesum byrjaði eitt merkisvert ritverk.
1843 gav hann út Enten – Eller, har hann ger mun á trimum lívsáskoðanum, teirri fagurfrøðiligu, teirri siðfrøðiligu og teirri átrúnaðarligu, og lýsir, hvussu vit standa í teirri støðu, at vit skulu gera eitt tilveruligt val teirra millum. Fyrsta lívsáskoðanin raðfestir sansaligar upplivingar, frá kynslívi til list, næsta áskoðanin ber í sær, at vit skulu taka samfelagsins siðvísu krøv í álvara. Men tað er átrúnaðarliga lívsháttinum, vit fram um alt eiga at stremba eftir, hóast rithøvundurin her ikki átekur sær at lýsa hann nærri. Eitt brot snýr seg um Mozarts Don Juan, tað longsta, ”Tølarans dagbók”, um sambandið við Regine.
”Lívið,” skrivaði hann í einum av fyndorðunum, ”er mær sum ein beiskur drykkur, og tó skal eg leska meg av honum í dropum, seinliga, teljandi.« Longu her síggja vit Kierkegaards sermerkta, sjálvspeiandi gamanslyndi, t.d.: ”Gátuførur eigur ein at vera ikki bara fyri øðrum, men eisini fyri sær sjálvum. Eg granski meg sjálvan; tá ið mær leiðist við tað, royki eg mær sum dagdvølju ein vindil og hugsi, Gud viti, hvat Várharra í roynd og veru hevur ætlað við mær, ella hvat ið hann vil hava burtur úr mær.”
Kierkegaard spældi sær støðugt við ymisk dulnevni, sum vildi hann blanda ella visti ikki, í hvørjum líki hann skuldi stíga fram. Enten–Eller(Eitt av tveimum) verður t.d. “Victor Eremita” sagdur at hava skrivað.
Í Gentagelsen, (Endurtøkuni), eisini frá 1843, droymir Kierkegaard um Regine og sína høpisleysu langtan eftir, at kærleiki teirra skuldi kunnað endurtikið seg. Hann greiðir frá um Berlin, t.d. um løtur í leikhúsi. Men mest vigar óivað hugleiðing hansara um Job, sum fekk so harða revsing av Gudi:
Job! Job! O! Job! Segði tú veruliga
einki annað enn hesi føgru orð:
Harrin gav, Harrin tók, Harrans
navn veri lovað? Segði tú ikki
meira? Helt tú í allari tínari neyð
bara fram at endurtaka orðini?
Hví tagdi tú í sjey dagar og
nætur, hvat fór tá fram í sál
tínari? Tá ið øll tilveran leyp
oman yvir teg, hevði tú tá straks
kærleikans tulking, álitsins og
trúarinnar treysti?
Endutøkuna sigst ”Constantin Constantius” hava skrivað, eitt dulnevni, sum skuldi koma aftur, og hevur undirheitið ”Ein roynd í royndarsálarfrøðini”. Men rithøvundurin kloyvir seg í uppaftur ein annan persón, ”hin unga mannin”. Vit skilja, hvat rithøvundurin hugsaði um við ”royndarsálarfrøði”, men annars snýr tað seg meira um átrúnaðarsálarfrøði.
Kierkegaard hugsaði sær, at hann eftir slitið við Regine fór úr einum menniskjaligum ástarsambandi, og at hann eins og Job sættaðist við lagnuna og gav seg undir Guds vald. Eftir ta upplivingina kundi hann á ein nýggjan hátt enduruppliva kærleikan, loystur frá tí jarðiska.
Alt í Kierkegaards hugsan tykist hava støði í sambandinum við Regine og við faðirin. Í Frygt og bæven, uppaftur eitt úrslit frá virkna árinum 1843, tekur hann til viðgerðar eina aðra gamaltestamentliga halgisøgu. Hann endursigur, hvussu Ábraham móti øllum siðfrøðiligum reglum lýðir Gud og lýðir boðini um at offra son sín, Ísak, hóast hann í síðstu løtu fær boð frá Gudi, at hann hevur uppfylt tað átrúnaðarliga boðið og kann leggja knívin frá sær.
Eisini henda bókin hevur eitt annað dulnevni, ”Johannes de Silentio”, og undirheitið ”Dialektiskur lýrikkur”.
Størstan heimspekiligan týdning hava trý rit, Begrebet angst og Filosofiske smuler, bæði frá 1844, og tað - hóast heitið - longsta og kanska tyngsta Afsluttende uvidenskabelig efterskrift til Filosofiske smuler. Tað fyrsta verður sagt at vera skrivað av ”Vigilius Haufniensis” (eftirnavnið merkir ”úr Keypmannahavn”), hini bæði ritini verður hildið uppá, at ”Johannes Climacus” hevur skrivað, bæði við uppískoytinum ”udgivet af S. Kierkegaard”. Aðaltátturin í heimspekiligu hugsanarúrslitunum eru atfinningar ímóti Hegel, tí heimspekingi, sum enntá eftir deyða sín í 1831 ráddi fyri lærugreinini á lærda háskúlanum í Berlin.
Her finna vit søguligu treytirnar fyri nýtíðar sonevndu tilverustevnuni. Við ymiskum lívsins kostum í at velja upplivir hin einstaki eitt óttafult val, men júst hetta er menniskjunnar uppliving av frælsi. Hugtøkini angist og frælsi treyta hvørt annað.
Undir heitinum ”heimspekiligt sløð” mennir Kierkegaard gudfrøði sína. Kristus verður ikki nevndur, men verður róptur ”Gud í tíðini”: Guds, hins æviga, nærvera í heiminum, í ”tíðini”, er kristindómsins grundleggjandi andsøgn.
Í angist ger menniskjan eitt ”lop” frá sakloysi til synd, haðani til sáttargerð og trúgv, og hetta er hennara frælsi. Men tað upplivir hon í kvalafullari, fullkomnari einsemi, og hesar grundupplivingar rópar Kierkegaard ”sannleikan”: ”Einstaklingsbundna sannkenningin er sannleikin”, skrivaði hann í einari av sínum mest endurgivnu og kanska misfataðu orðingum.
Hegel skilti sambært Kierkegaard hina einstøku menniskjuna sum eitt týdningarleyst dustkorn úr einum stórfingnum heimssøguligum sjónarhorni. Hin einstaka menniskjan kann eftir Kierkegaards tykki aldri fáa lut í nakrari tílíkari ætlan, ongantíð vera ein liður í einum skilvíst neyðugum dialektikki. Menniskjunnar trupulleiki er ikki heimsandans ferð gjøgnum øldirnar, men hennara egna veran.
Tað triðja av heimspekiligu ritunum, frá 1846, hevur undirheitið ”mimisk-patetisk-dialektisk samennfatning, eksistentielt tillæg”. Hann metir skipan Hegels sum spæl við orðum og hugtøkum, skilvísi er ikki veran, tað ber kanska til at evna eina skipan til innan fyri skilvísina ellasøguheimspekina, men tú kanst ikki leggja lívið, einstaklingsbundnu sannkenningina, inn í nakra skipan. Tað hægsta stig í tilveruni er ikki, sum hjá Hegel, tað heimspekiliga, men tað átrúnaðarliga, og dialektiska skipanin hjá Hegel er harumframt ósambærlig við menniskjunnar frælsi og harvið siðfrøðina.
Eingin uttanveltaður, heimspekiligur sannleiki er til um lív mítt. Lívið er óvissa, eitt hættisligt váðaverk. ”So statt: a) ein skilvís skipan kann vera; b) men eingin tilverunnar skipan kann vera til.”
Hiðanífrá kemur Kierkegaard meira í einstøkum lutum yvir til átrúnaðarheimspeki sína, og har trýtur ikki vanvirðing fyri tíðarinnar gudfrøðingum. Eingin tryggleiki er í trúnni, leggur hann dýran við:
Eingin váði, eingin trúgv. /…/ vil eg
varðveita trúnna, má eg áhaldandi
síggja til, at eg varðveiti ta
partleysu óvissuna, at eg í hesari
óvissu eri staddur á 70.000 favna
dýpi og kortini trúgvi.
Kierkegaard hevði stikni til øll hugsað líkindaúrslit í gudfrøðini og øll gudsprógv. ”Gud er ikki til, hann er ævigur.” Í einari av skemtiløtum sínum endurgevur hann orðini hjá einum syndara, sum vaknar í helviti:
”Hvat er klokkan?”
”Ævinleikin,” svarar hin grái.
Stadier på livets vej, ”sammenbragt, befordret til trykken og udgivne af Hilarius Bogbinder”, eru djúphugsanir, ofta í gjøgnumskygdum skaldskaparsniði, um átrúnaðarliga støðið sum tað avgerandi í lívinum. Tað hevur verið lýst sum Kierkegaards størsta fagurbókmentaliga verk. Tað rúmar eisini hugleiðingum um tann trega, sum er bundin at listaligu skapanartilgongdini, og tú kanst fáa tann varhuga, at rithøvundurin treivst best, tá ið hann var ólukkuligur. Í einum av kapitlunum, har hann sigur frá einari veitslu við Drykkjuveitslu Platons sum fyrimynd, vísir hann kvinnuvanvirðing.
Í dagbókaruppritunum í bókini kemur Regine fram aftur. Hann sær hana á Hauser Plads hvønn mikudag klokkan fýra, t.d. tá ið hon fer inn í handilin hjá gullsmiðinum, hann sær hana á Tornebuskegade, hann hevði viljað tosað við hana og givið henni eitt slag av frágreiðing.
Vit møttust, gingu hvørt fram við
øðrum; hon gjørdist eitt sindur
snópin, kanska eisini tí at hon
var rædd um at ganga á at kalla
forbodnum vegi, ella eitt sindur
ovbyrjað av at kanna økið;
skundisliga hugdi hon burtur
og vildi ikki hyggja upp á meg.
Eftir eitt eindømisliga stórvirkið tíðarskeið frá 1843 til 1846 hevði Kierkegaard skrivað síni týdningarmestu verk. Tey komandi árini skrivaði hann átrúnaðarligar djúphugsanir og frásagnir, men var eisini í hørðum orðadrátti við gudfrøðingarnar. Eins og eina ferð í ungdómi sínum hugsaði Kierkegaard um at verða prestur, nú helst í einari bygdarsókn. Sum vera man, vildi kirkjan ikki vita av honum.
Hann skrivaði blaðgreinir, dapurskygdar, stundum við vanvirðing fyri fólki. Hann var ein tann fyrsti, ið las Schopenhauer, sum um hetta mundið framvegis var fólki flest ókunnur. Kollveltingarárið 1848 gekk hann ímóti fólkaræði og skrivaði, at ein fólkavald ríkisstjórn var verri enn helviti: har pínist ein hóast alt einsamallur, tað er uppaftur verri enn at verða trælkaður av øðrum.
Ungi rithøvundurin Meïr Aron Goldschmidt gav út speiska slaturblaðið Corsaren, og Kierkegaard kærdi seg í skemti um, at hann ikki, sum aðrir kendir íbúgvar í Keypmannahavn, var vorðin umrøddur. Hetta kom hann at angra.
Tíðarritið almannakunngjørdi nú íðuliga keiputekningar, sum meinfýsiliga og áhaldandi gjørdu gjøldur við tí lítið harðbalna Kierkegaard, kenda lókinum. Borgaraliga Keypmannahavn, sum lítið dugdi at síggja í skriving hansara, læði at honum. Tey stuttleikaðu sær, tá ið tey í tíðarritinum sóu Kierkegaard framyvirkropnaðan við spískari nøs, aðrari buksubrókini styttri enn hinari o.s.fr. ”Tá ið eg siti í kirkjuni, hoyri eg fólk uttan um meg hart og týðiliga háða meg fyri buksur mínar,” skrivaði hann. Tað tykist hava verið soleiðis, at annað beinið var heldur longri enn hitt. Hann tosaði beiskur um ”flogvitið í smábýnum”. Tunglyndið gjørdist djúpari, hann kallaði seg pínslarvátt, og óivað hevði tað samband við átrúnaðarligu fatan hansara.
Tá ið hábærsligi biskupurin Mynster var deyður í 1854, herjaði Kierkegaard á alt kirkjuvaldið, sum tað var. Hann rak spott á allar Danmarkar 1000 prestar, ið hann setti at og lýsti sum yrkisjagstrandi embætismenn í ríkinum við áhuga fyri gudfrøði, men ikki fyri átrúnaði. Hann gav út eitt serligt, lítið tíðarrit, “Øjeblikket”, bara fyri at almannakunngera beiskt spott við hesi helling.
2. oktober í 1855 smokkaði Kierkegaard saman á gøtuni, raktur av heilabløðing, bara tvey og fjøruti ára gamal. Hann varð førdur til Frederiks Hospital í Bredgade, núverandi handverkssavnið, har hann doyði hin 11. november.
Sama árið var Regine flutt til danska hjálandið í Vesturindia, har maður hennara var tilnevndur guvernørur. Hon livdi líka til 1904, ein hábærslig borgarafrúgv.
Úr bókini 26 heimspekingar, ið Sprotin gav út í 2010.

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Lesikrókurin
Knívin í eldin
Knívin í eldin er ein hugtakandi søgulig skaldsøga úr Finnmørkini – sum fær teg at kenna kuldan úr kavanum, hitan úr bálinum og ge…
Ymist
Zakarias Wang
Zakarias Wang gav út tvær stórar orðabøkur, áðrenn Orðabøkur Sprotans komu í eyga
Bókaprát
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
"Vit eru fimm" er ein familjusøga, ein søga um gerandisdagin og um kynsmynstur í okkara tíð. Tað er eisini ein søga um kynsmegina…
Bókaprát
Bjargað á opnum havi
Tá ið Saigon fall í apríl 1975, rýmdi eitt vjetnamskt strandfarmaskip frá kommunistunum við 3.628 fólkum umborð. Tríggjar dagar s…
Bókaprát
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
Hvussu barst tað á, at eg fór at skriva Fylg sjóvarfallinum?
Bókaprát
Fylg sjóvarfallinum
Henda verður á marknaðinum tann 15. apríl. Framløga týsdagin 22. apríl kl. 17 á bókasavninum við Løkin.
Bókaprát
Alex Schulman - Skunda tær at elska
Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fram "Skunda tær at elska", sum…
Bókaprát
Vegghamar - út í bókling
Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnará, sum hevði stóra framsýning av verkum eftir Vegghamar fyrr í mánað…
28.02.2025
Til lukku, Heðin!
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð
31.10.2024
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
29.10.2024
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi
28.10.2024
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19
24.10.2024
EDEN
30.09.2024
Brenn øll míni brøv
25.09.2024
Lesikrókurin fær nýggjan vert
23.09.2024
Søgur úr Latínamerika
20.09.2024
Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum
03.09.2024
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd
02.09.2024
Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi
15.08.2024
Brenn øll míni brøv
13.08.2024
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini
03.07.2024
Ljóðbøkur og summar
17.06.2024
Maria Stuart
10.06.2024
Tær góvu lív
05.06.2024
Tær góvu lív - ÚTSETT
03.06.2024
Í Íslandi – Á Íslandi
24.05.2024
Hvaðan kom kvinnan
15.05.2024
Stórverk í tveimum bindum um føroyska táttayrking
07.05.2024
Hvaðan kom kvinnan
06.05.2024
Hvaðan kom kvinnan - samrøða
02.05.2024
RÓTGRÓNAR YRKINGAR
25.04.2024
Reyðhærda kvinnan
24.04.2024
Bókin um Rituvík