Hugfangandi Archi
Ljósið, sum Archibald hevur í sínum tekningum og málningum er urljós úr Norðoyggjum. Okkurgula ljósið kemur eins og tað dimma ljósið í tekningunum sum eitt vaðagot inn í málningin og fevnir um fjallatromir berg og skørð. Norðoyggjar og teirra skarðlendi. Tað er sjáldan at uppliva nátúrljósið so rámandi, har allar Norðoyggjar ljóma í okkurgulum ljósrondum av ytstu fjallatrom til fossandi vatn undan dimmgráum steinum.
Heima í stovuni hongur ein fitt tekning av Archibald gjørd við einum náltushblýanti, ein
snøgg krittekning og ein poetisk krittekning evnað við svørtum og reyðum kriti.
Svarthvíta tekningin
Tann svarthvíta tekningin er av grýtutum lendi, lendi sum vit kenna tað frá Norðoyggjum. Steinar, urðar, skorar og grýti, ið merkja hetta skarðlendi, sum er so dimt og døkt, at vit undrast yvir, at fólk og fenaður hava lívbjargað sær undir hesum kørgu bitum. Henda lítla tekningin lýsir so sera væl hetta umhvørvið, tað sum er millum Kall og Norðberg. Tekningin er av einari skriðu, har nálapennurin gevur teimum minstu tinnunum lív. Hetta er hond listamansins, sum hevur latið hvíta pappírið í eitt ævinleikaboð av magn og anda. Myndin er klassisk. Hon kann t. d. samanberast við myndina av Jacgues – Louis David 1748-1825 av Deyða Marat við klassiskum lutfalli 1 til 1 millum tað svarta og hvíta – millum ljós og myrkur.
Myndin hjá Archa er býtt í helvt við einari hornalinju frá ovara horni høgrumegin yvir í vinstra horn niðast við vinstrumegin, sum skilir ljósið frá myrkinum. Ein samrøða millum tað døkka, dimma myrkrið og tað fáliga ljósið, sum dettur um veðurbardar steinar. Tekningin hongur við síðuna av einum prenti av Janusi Kamban, sum eisini er svart hvítt í lutfallinum 1 til 1 millum ljós og myrkur. Hesar báðar tekningar tala sínámillum eitt myndamál, sum bara góðir listamenn duga at gera - at festa urljósið á hvítt pappír, ið ræður í natúrini. Er tað ikki steinar, sum skyggja í endurskini t. d. í vátveðri, er tað likka, bátur og sjógvur, ið bera hetta ljósið á sínum kroppi, sum Janus hevur latið úr hondum. Jú, tað stendur við klettin hjá Archibald Black og Janusi Kamban – nátt sum dag teska teir sítt myndamál á vegginum við Bøveg í Fuglafirði undir Húsafelli og Borgini.
Lítla krittekningin
Lítla, fitta yndiskrittekningin er av langabbanum, Jákupi bónda, sum er sett við lagligum ljósi á vangan og er eitt sindur lútandi, men livandi og djørv í dimmgrønum endurskini, ið tekur leikandi lætt um andlitið og førkar myndina inn í ein skaldskap við hvílandi kenslum úr hondini, ið hevur evnað hesa tekning. Tunt er tað blóð, ið ikki er tjúkkari enn vatn og er ikki bara listaligar kenslur, sum rógva upp undir dagin og løtuna í myndini, men skyldskapur og kensla úr innasta sálarkróki hjá Archibald Black. Kanst tú koma nærri at manninum, listamanninum Archibald Black, tá ið hann fer við kritinum og letur langabban í listaligan skaldskap? Hugsi ikki.

–
Jákup Bóndi var heldur ikki hvør sum helst – langabbasonur Nólsoyar Pálls, bóndi og bátasmiður, tikin úr
leikum. Eisini hevði hann sínar sermerktu, vísu viðmerkingar til gerandisdagin
og hevði útlongsul eins og langabbin – Hann var fróðarmaður og var longu tá
altjóðagjørdur, sum vit í dag stríðast við at vera.
Stóra krittekningin
Stóra, svartareyða krittekningin av langabbanum tekur alt inniljós at sær, og gevur langabbanum flóð av lívi. Tað brýtur um ennið, nøv og nøs og litkritabrotini geva manninum eina sálarliga styrki í einum inn- og útsúði av lívrunnum ljósi. Hetta er lendið í Norðoyggjum, ið rennur úr tí skapandi hondini og festir seg í gamla andlitið í samgongu við kritið, ið lýsir gamla skaldakenda, menska bátasmiðin í kærleika og tign.
Mangan síggja vit minnisbrot skrivað um fólk, og hava fleiri skald í Føroyum latið úr hondum yrkingar um farin fólk. Hugsi ikki, at nakar føroyingur er so væl endurgivin listaliga í myndum, sum Jákup bóndi á Biskupstøð er tað. Skaldakenda andlit hansara hevur skotið rót í einum norðurlendskum drátti av smámyndum, ið dansa kring hann í einum tigandi, ljómfyltum dansi í litum og ljósi.
Eitt sindur um Archibald Black
Archi er bóndi, góður smiður, góður eygleiðari og góður listamaður. Hann hevur bygt sær eitt lítið slott saman við vinum sínum undir Hvítubrúgv - á Ovasta vað tætt við Árnaskarð, har tú sært Haraldsund, Kalsoyarfjørð, og alfagrar fjallagreinar hála í tað váta vatnið, sum streymar um firðir og sund. Ikki at gloyma ljósið, sum er kring hesa væla smáttu - urljósið, sum dettur av fjallagreinunum niður á Árnaskarð og niður á tekjuna á hesa skaldakenda lon, sum er tilevnað av einum listamanni og vinum hansara.
Hetta er tað ljósið, sum Archibald hevur í sínum tekningum og málningum. Urljós úr Norðoyggjum, sum sæst í manslýsingum hansara t. d. av abbanum Jákup bónda. Okkurgula ljósið kemur eins og tað dimma ljósið í tekningunum sum eitt vaðagot inn í málningin og fevnir um fjallatromir berg og skørð. Hetta er Archibald Blach, sum málar Norðoyggjar og teirra skarðlendi. Tað er sjáldan at uppliva nátúrljósið so rámandi, har allar Norðoyggjar ljóma í okkurgulum ljósrondum av ytstu fjallatrom til fossandi vatn undan dimmgráum steinum, ið førka seg í fjallasvørtum urliti, nema fjørulutin og klettin við sævarstrond.
Tað stendur við klettin í myndum hansara í lutfallinum 1 til 1 og ikki bara tað, men tað ger tað eisini í sinni og verumáta.
Frits

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen
Í EYGNAHÆDD snýr seg um listina í Føroyum í okkara tíð, tað merkir list, sum er framleidd og sýnd fram frá 2020, men samtíðarlista…
Bókaprát
Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
Stan Abbott byrjaði at arbeiða fyri Atlantic Airways í 2002 seinni eisini fyri Visit Faroe Islands og Vága floghavn. Hann var nógv…
Lesikrókurin
Skunda tær at elska
Lesikrókurin Kristi himmalferðardag verður um bókina "Skunda tær at elska" eftir Alex Schulman. Marna Jacobsen tosar við teir báða…
Lesikrókurin
Málningurin av Dorian Gray
Málningurin av Dorian Gray er heimspekilig fiksjón og gotisk ræðslusøga eftir írska høvundin Oscar Wilde, skrivað í 1890. Gotisk s…
Lesikrókurin
Knívin í eldin
Knívin í eldin er ein hugtakandi søgulig skaldsøga úr Finnmørkini – sum fær teg at kenna kuldan úr kavanum, hitan úr bálinum og ge…
Ymist
Zakarias Wang
Zakarias Wang gav út tvær stórar orðabøkur, áðrenn Orðabøkur Sprotans komu í eyga
Bókaprát
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
"Vit eru fimm" er ein familjusøga, ein søga um gerandisdagin og um kynsmynstur í okkara tíð. Tað er eisini ein søga um kynsmegina…
Bókaprát
Bjargað á opnum havi
Tá ið Saigon fall í apríl 1975, rýmdi eitt vjetnamskt strandfarmaskip frá kommunistunum við 3.628 fólkum umborð. Tríggjar dagar s…
23.04.2025
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
13.04.2025
Fylg sjóvarfallinum
31.03.2025
Alex Schulman - Skunda tær at elska
07.03.2025
Vegghamar - út í bókling
28.02.2025
Til lukku, Heðin!
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð
31.10.2024
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
29.10.2024
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi
28.10.2024
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19
24.10.2024
EDEN
30.09.2024
Brenn øll míni brøv
25.09.2024
Lesikrókurin fær nýggjan vert
23.09.2024
Søgur úr Latínamerika
20.09.2024
Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum
03.09.2024
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd
02.09.2024
Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi
15.08.2024
Brenn øll míni brøv
13.08.2024
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini
03.07.2024
Ljóðbøkur og summar
17.06.2024
Maria Stuart
10.06.2024
Tær góvu lív
05.06.2024
Tær góvu lív - ÚTSETT
03.06.2024
Í Íslandi – Á Íslandi
24.05.2024
Hvaðan kom kvinnan
15.05.2024
Stórverk í tveimum bindum um føroyska táttayrking
07.05.2024
Hvaðan kom kvinnan