Alexandur yrkir um at granska heimin einsamallur við øllum sonsum opnum, um friðsælu, hvíld og tilveruna við sínum margfalda og sjóðandi yrki. Mureldur

Tá ið vindurin missir ættarskil

Har verðin endar, og tíðin ei er til. Eitt lítið kag inn í ein heim, sum Alexandur hevur evnað við málsligum flogviti.

28.02.2016
Gunnar Hoydal
Bókaprát

Hann eitur Alexandur - við x, hesum vakra alheimsstavinum, sum stendur fyri krossi og krossvegi. “Alex” merkir á grikskum „verji“, og “andros” er á okkara máli „maður“. Alex-andros: Mannverji. Eitt søguligt og kravmikið navn.

Úr fornsøguni kenna vit Alexandur Mikla, sum bara 20 ára gamal gjørdist kongur í Makedonia og legði øll eysturlond undir seg, til hann 13 ár seinni doyði í Bábylon, ið ‘liggur so ógvuliga langt frá fjallafonn’. Men ‘siglir tú leingi og stýrir væl’, skrivaði Hans Andrias Djurhuus, tá kann alt bera til.

Alexandur legði til brots at yrkja næstan líka ungur sum navnin í fornøldini, og hann hevur síðani siglt í einum víðum hugaheimi í sínum skaldskapi. Tó hevur hann verið øðrvísi heimkærur enn hin Alexandur og er ikki farin so ógvuliga langt frá kavafonnini. Men sítt Bábylon hevur hann funnið í sínum heimstaði, í bygdini við landsins vakrasta staðarnavni, Fuglafjørður.

Skaldið Alexandur hevur ikki verið kargur við sínum gávum, og í føroyskum høpi er hann næstan ófatiliga virkin sum rithøvundur og týðari. Umframt síni egnu søvn hevur hann givið út søvn við týddum yrkingum, har hann gevur meginskøldum úr heimsskaldskapinum okkara egnu rødd. Í hesum týðingum kemur hansara stóri musikalitetur fram, og lag, stev og rím tykist alt vera leikandi lætt hjá honum, hóast øll, ið hava fingist nakað við at týða, vita, hvussu ómetaliga nógv arbeiði býr undir. Hann loyvir sær enntá at skemta við teimum stóru alheimsmeistarunum og letur einastaðni Schiller fara í fillur og rímar Goethe upp á kjøtið. Haikutýðingar, kærleiksyrkingar, ikki um at tala sonettirnar, einastaðni við rími sum sigur nakað soleiðis:

Sum konan segði, tá hon gjørdi knettir:
„Eg elski tínar saftigu sonettir!“

Og so eru tað allir sangirnir hjá børnunum at syngja. Hann hevur ikki verið kargur, tað vita tey foreldur, ið koma eftir sínum børnum í skúlum og barnagørðum. Heilt niður í vøggustovurnar hoyrast stubbar av rímum, meðan tey smáu standa á beinkjunum og royna at fáa annað beinið niður í skógvarnar ella stivlarnar, orð, sum oftani eru komin - ikki úr orðabókum, men beina leið úr hansara arbeiðsstovu norðuri við Gjógvará.

Orð, men eisini løgini. Kennir tú annað aftur, so kennir tú eisini hitt. Tí tónleikurin og tónaskaldið, Knút Olsen úr Sandavági, hava krossað tónan hjá orðaskaldinum. Her er aftur ein krossvegur, eitt x, sum sangtekstirnir hjá Alexanduri hava birt uppundir og harvið skapað teimum eitt nýtt støði at standa á. Í teimum bestu sangunum kennast orð og løg so einføld og sjálvsøgd, at úrslitið tykist vera komið av sær sjálvum og kann ikki vera øðrvísi. Tónalagið og orðalagið hava funnið saman fyri vell og kunnu ikki skiljast sundur aftur í tveir serstakar partar. Tað er Knút Olsen, sum er hin parturin, og teir báðir Alexandur líkjast í tí, at alt tykist vera komið til teirra næstan ómakaleyst, sum av sær sjálvum. Sum áin, ið rennur, sum vøkstur, ið grør.

Gunnar Hoydal

--- 

Matvísa

Lag: Knút Olsen. Tekning: Bárður Jákupsson.

matvisa4.jpgÁ havsins botni hendir mangt og hvat,
har liva tey, so løgið tað enn ljóðar
til sama endamál sum oman sjóvar,
alt snýr seg um tað sama: Góðan mat.

Har sært tú kruttið bæði brúnt og blankt,
tað dovisliga eftir botni ekur
og etur alt, sum fyri kjaftin rekur,
og kortini er kruttið altíð svangt.

Har sært tú steinbítin, og har ein laks,
sum helst er sloppin út úr onkrum ringi;
og havtaskan, hvat man hon hava fingið?
Hvør veit? Hon svølgir altíð fongin straks.

Har fer ein seiður heldur langt út frá,
og vups! Hann etin varð av eini hýsu.
Nei, nú er best at enda hesa vísu.
Hoyr kona, set nú døgurðan útá!

 

Kvøldørindi

Lag: Knút Olsen. Tekning: Bárður Jákupsson.

kvoldarorindi.jpgKvøldarroðin bjartur er,
áin tutlar sínar sangir,
fuglur leggur saman veingir,
seyðurin sær bólstað ger;
brátt er kvirt í stóru verð.

Vaksa vit í himin inn,
havið aldar blítt við strendur,
barnið leggur saman hendur,
hugur linkar, linkar sinn,
sovnar so við bros á kinn.

28.02.2016
Gunnar Hoydal
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?