Lúshundar mugu ikki fáa vald
Ein kona, sum slær ein a nýnasist við eini handtasku, er víða gitin mynd, sum tikin varð í Växjö í Svøríki tann 13. apríl 1985. Myndatakarin eitur Hans Runesson.
Myndin sýnir eina 38 ára gamla konu, sum smekkar eina handtasku í høvdið á einum krúnrakaðum nýnasisti. Myndin varð tikin undir einari gongu fyri Norðurlendska ríkisflokkin. Myndavinkulin, hennara kropsstøða, andlitsbragd og soleiðis, sum hon er ílatin, fær hana at síggja eldri út, enn hon er. Myndin var sett í Dagens Nyheter dagin eftir og dagin eftir tað í bretsk bløð. Myndin elvdi til øgiligt kjak í Svøríki, og konan - sum leið av angist og hataði alt ljósið, ið miðlarnir varpaðu á hana eftir tilburðin - doyði fyri egnari hond tvey ár seinni.
Konan á myndini er Danuta Danielsson. Hon var pólskur jødi av uppruna, mamman hevði verið í arbeiðslegu hjá nasistunum í seinna heimsbardaga, og hon gjørdist frá sær sjálvai av øði, tá ið hon sá henda unga nasistin í friðarliga býi sínum. Tá ið hetta barst á, hevði hon bara búð í Svøríki í nøkur fá ár. Dunata hevði hitt svenska mann sín á einum jass-fagnaði í Pólandi, og tey gifust stutt eftir. Øll, sum kendu hana, søgdu, at hon var eitt arbeiðsgrev og eitt livsstykki tey fyrstu árini. Men hon hevði onkran sinnisligan veikleika. Hon varð viðgjørd fyri sinnisórógv og beindi fyri sær í 1988.
Nýnasisturin æt Seppo Seluska, ein harðligur nasistur úr Norðurlendska ríkisflokkinum. Hann varð seinni dømdur fyri dráp, tí hann seinni sama ár píndi og drap ein samkyndan jøda.
Í 2014 gjørdi svenski myndahøggarin Susanna Arwin ein lítla standmynd av kvinnurin eftir myndini. Eitt átak varð gjørt at reisa eina bronsu-útgávu av Arwin í fullari stødd í Växjö, men verkætlanin varð steðgað, tí politikarar har óttaðust at slík standmynd fór at elva til ófríð.
Listafólkið, sum skuldi gera stóru standmyndina, hevði heldur ikki biðið myndatakran um loyvi. Myndatakarin noktaði, tí samteksturin allur, sum hann var, var ov virðismikil at taka burtur.
Myndin hjá Runesson varð vald at vera Ársins mynd í Svøríki 1985, og seinni varð hon vald Aldarinnar mynd í vikublaðnum VI og í Svenska myndasøgufelagnum.
Kelda: Rare Historical Photos