Sólrún og Sissal. Hetta er helst tað besta savnið hjá Sólrún higartil. Raclip

Eitt herrrligt kvøld

Sprotin hevði eitt deiligt Orð og tónar-kvøld seinasta hóskvøld á Reinsarínum.

15.05.2016
Jonhard Mikkelsen
Orð og tónar

Vit tosaðu um skaldsøguna Tey ósjónligu. Randi Kúrberg greinaði skaldsøguna (sí greining her) - og so perspektiveraðu vit høvuðsevnið til føroysk viðurskifti við myndaraði, ið Eyðbjørn Jacobsen hevði tikið.

 

 

Jørmund Zachariasen úr Heysti hevði eina inniliga hugleiðing við evninum At vera eftir, tá ið hini eru farin.
 

 

 So var tónleikur. Dánjal á Neystabø bergtók. Hann sang og spældi flygil og fylti rúm og hjørtu.

 

 

Eftir tað fóru Sólrún Michelsen og Sissal Kampman undir at viðgera nyggja yrkingasavnið Ein farri av fráferð. Prátið hepnaðist væl, tær vóru tryggar í sínum práti og náddu bæði víða og djúpt. Alt, sum lisið varð upp tað kvøldið, las Eyð Matras meistaraliga.

 

  

 

 Myndirnar tók Klæmint Klakk frá Raclip.

15.05.2016
Jonhard Mikkelsen
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?