Tóroddur & Co

Leygardagin 14.oktober letur Tóroddur Poulsen upp sína 60 ára føðingardagsframsýning í Steinprenti. Framsýningin verður eisini karmur um bókaframløgu.

12.10.2017
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Tóroddur úr myrkrinum

Av tí at Tóroddur sum avantgardulistamaður alla sína listarligu yrkisleið hevur verið í andstøðu til tað etableraða samfelagið, eru hansara provokatiónir nógvar og eyðsýndar.

Turið Sigurðadóttir sigur í heiðursrøðu, hon helt fyri virðislønarmóttakaranum í Spaniastovu í 2013: “Men tað hendir seg eisini, at satiruni vantar perspektiv og listaligt víðskygni, hon er fastlæst, eins og tann mentan, Tóroddur ofta finst at.”

Kinna Poulsen hevur fylgt við listamanninum og ummælt hansara verk í tjúgu ár, og henda bókin er eisini grundað á alt tað, hon hevur skrivað um hann í tíðarskeiðinum 1997-2017. Bókin snýr seg um yrkingar, myndlist og tónleik eftir Tórodd Poulsen, og um hvussu hansara verk hava verið fagnað.

 

At bora grót og lofta eygnasteinar

Leygardagin fyllir Tóroddur Poulsen 60 ár, og fríggjadagin tann 13. gevur hann út yrkingasavnið Ferðamaður í egnum heimi.

Yrkingarnar eru eins ymisligar og tær, speiligi atfinnarin plagar at borðreiða fyri okkum.  T.d. um tey mongu, ið hugna sær um kvøldarnar við at hyggja at ótespiligum morðum í sjónvarpinum og um okkara ólavsøkuvanar. Stundum eru leiðirnar surrealistiskar, sum tá ið náttarbørn lofta eygnasteinar, stundum gerandisligar hugleiðingar um tilveruna, um trúgv og longsulin eftir posti og kærleika. 

 

Tóroddur & co

Leygardagin 14.oktober letur Tóroddur Poulsen upp sína 60 ára føðingardagsframsýning í Steinprenti. Fjøllistamaðurin, sum í 2013 varð heiðraður
við stóru mentanarvirðislønini, var fyrst kendur sum yrkjari og síðani sum grafiskur listamaður.

Men hann hevur eisini givið fløgur út, gjørt installatiónir, skrivað skaldsøgur og bloggar, málað olju- og vatnlitamálningar, og stóra verkið vaksur javnt og samt. Bara í oktober í ár gevur hann eitt yrkingasavn og eina plátu út, umframt, at Sprotin gevur út stóra bók um hansara verk.

Framsýningin eitur Tóroddur & Co eftir einum av nýggju steinprentunum, har vit síggja framsíðuna av einum bókahandli, ið eftir øllum at døma er opin í allar ævir - men ynskir tú tær eina krimibók, er hetta ikki rætti bókahandilin.

Eitt hugtakandi og merkiligt prent, sum Tóroddur Poulsen gjørdi í fjør eitur Hevd. Á prentinum sæst eitt rundleitt, reytt skap við fýra útúrgerðum, sum stinga út í hvørjari av teimum fýra síðunum á skapinum. Reyða skapið vendir aftur í øðrum myndum. Tað gevur beinanvegin varhugan av onkrum figurativum, og minnir um ein kavbát ella eina skjaldbøku, men skapið letur seg ikki lesa út í æsir, tí tað er nonfigurativt. Beint niðri undir reyða skapinum er ein lítil ugla og undir henni ein uppseting av spannum og prikkum, sum minnir um okkurt slag av myndagátu, ið tó tykist mangla tann samanhang og eintýðuga svarið, sum er sjálvur kjarnin í slíkum myndagátum. Her verður greidliga ikki hildið nógv um hetta, at halda nakað í hevd ella at grunda sítt virksemi á gamla siðvenju ella á mátan mann segði ella gjørdi fyrr. Sambært myndini gevur hesin vani als onga meining. Betur er at hugsa nýtt og tað ger Tóroddur Poulsen. Umframt steinprentini verða eisini 42 objekt á framsýningini, sum hann hevur gjørt burtur úr bókum, ið eru pakkaðar inn ella mumifiseraðar og sum nú heilt ítøkiliga skulu lesast á nýggjan hátt.

Øll eru hjartaliga vælkomin til upplatingina og at heilsa uppá listamannin í Steinprenti leygardagin 14.oktober frá klokkan 15-17.

12.10.2017
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?