Arni Zachariassen, gudfrøðingur, og Rói Patursson, heimspekingur, skiftu orð um fleiri áhugaverd sjónarhorn úr bókini. Eisini kundu áhoyrararnir seta spurningar. Raclip

Kann menniskjan vera góð uttan Gud?

Mánadagin 26. mars kom bókin "Gud fyri skotum" á marknaðin, sum Ragnhard  Petersen hevur týtt. Í tí sambandi var stak áhugavert útgávutiltak í Reinsarínum í Havn.

03.04.2018
Sprotin
Bókaprát

Arni Zachariassen, gudfrøðingur, og Rói Patursson, heimspekingur, skiftu orð um fleiri áhugaverd sjónarhorn úr bókini. Eisini kundu áhoyrararnir seta spurningar.

Ein av høvuðsspurningunum í orðaskiftinum um  bókina var: "Kann menniskjan vera góð uttan Gud?".

Er Gud neyðugur, fyri at menniskju kunnu tosa um moral og etikk, rætt og skeivt, gott og ónt, rættvísi og órættvísi? Um ikki, hvaðan stava moralur, etikkur o.s.fr. so?

Bæði gudfrøðingurin og heimspekingurin vóru væl útbornir og til dystin fús, og úr salinum kom ørgrynni at áhugaverdum spurningum, sum flestu okkara ikki kunnu svara blundandi.

Kári Sólstein var orðstýrari og javnvigaði orðaskifitð meistaraliga væl. 

RACLIP tók orðaskiftið upp, sum vit nú kunnu leggja út til øll tykkara, ið ikki vóru á Reinsarínum hetta kvøldið.

 

03.04.2018
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?