Orð og tónar á mentanarnáttini

Aftur í ár skipar Sprotin fyri væl umtóktu Orð og tónum í Reinsarínum kl. 22 mentanarnáttina. Tvær sera forkunnugar bøkur verða lagdar fram, og tónarnir fevna víða.

03.06.2019
Sjúrður Juul Ravnsfjall
Orð og tónar

Onnur bókin er um Heimablídni hjá Annu og Óla á Velbastað. At bjóða ferðandi inn at smakka ein góðan bita av Føroyum og samstundis borðreiða við einari uppliving og góðari samveru í einum føroyskum heimi. Hvussu sjáldsamt er ikki tað?

Hollendski fotografurin, Ingrid Hofstra, ið eigur myndirnarí bókini, fer at greiða frá myndatøkuni og at avmynda føroyska matmentan, sum hon lagar seg eftir árstíðunum.

Eftir hetta syngur kórið Sólarmagn av Velbastað.

Hitt verkið er drúgva brævaskiftið millum vinmenninar William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen. Útgáva, sum nevnist Vinaliga, fevnir um stívliga 1200 síður í tveimum bindum í prýðiligum húsa. Eitt sjaldsama fínt íkast í føroyska mentasøgu. Allir tankar og kenslur, teir høvdu, alt tað, teir høvdu upplivað og ætlaðu sær. Alt hetta kemur nú út í bók, og tað fara Bergur Djurhuus Hansen og Jógvan Isaksen at práta um. Stórverkið verður selt fyri serligan framløguprís mentanarnáttina.

Hanus G. Johansen endar kvøldið við nøkrum væl umtóktum vísum.

Kom oman í Reinsaríið mentanarnáttina kl. 22 og njót Orð og tónar, eitt glas ella ein kopp av kaffi. Bøkurnar, ið verða lagdar fram, eru til sølu fyri serprís hetta kvøldið.

03.06.2019
Sjúrður Juul Ravnsfjall
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?