Vinaliga - bókaframløga í Løkshøll

Leygarkvøldið 8. juni kl. 20 verður forkunnug bókaframløga í Løkshøll. Talan er um drúgva brævaskiftið millum vinmenninar William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen.

04.06.2019
Sprotin
Ymist

Útgávan, sum nevnist Vinaliga, fevnir um stívliga 1200 síður í tveimum bindum og í prýðiligum húsa. Eitt sjáldsama fínt íkast í føroyska mentasøgu. Allir tankar og kenslur, teir høvdu, alt tað, teir høvdu upplivað og ætlaðu sær.
Alt hetta kemur nú út í bók, og tað fara Bergur Djurhuus Hansen og Jógvan Isaksen at práta um.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fer at greiða frá ættarbondum hjá Jørgen-Frantz á Skálafjørðinum og fyrimyndum og íblástri til kendu skaldsøguna Barbaru, ið er fingið haðan.

MARIUS gevur okkum tónleikin.

Stórverkið verður selt fyri serligan framløguprís hetta kvøldið.

04.06.2019
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?