Lívsins dansur í Mentanarhúsinum Fuglafirði

Sunnudagin 23. februar kl 16 verður forkunnugt útgávutiltak í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

22.02.2020
Sprotin
Ymist

Útgávan, talan er um, eru tríggjar listagreinir sjóðaðar saman í eina heild. Eitt myndprýtt yrkingasavn við fløgu.

Bárður á Lakjuni hevur yrkt tekstirnar og gjørt løgini. Sámal Toftanes, listamálari, prýðir savnið við myndum, ið lýsa innihaldið í tekstunum. Niclas Johannesen framleiðir tónleikaliga partin saman við Bárði, og skaptar verða ljóðmyndir, ið lýsa huglagið í ymisku tekstunum.

Á tiltakinum fer Frits Johannesen at senda Bárði eina heilsan. Málningarnir hjá Sámali verða at síggja og Martin Joensen fer at tosa við Bárð um nýggjasta tónleikaavrikið. Bárður fer eisini sjálvur at syngja nøkur løg úr savninum.

At enda verður kaffi og høvi verður at keypa sær útgávuna. Øll eru hjartaliga vælkomin. 

22.02.2020
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?