Leksikon um ljós og myrkur

 Poddvarp um Leksikon um ljós og myrkur eftir Simon Stranger

09.09.2020
Sprotin
Lesikrókurin

“Hvat passar, og hvat passar ikki? Hvar gongur markið?”, “Kanska er hann ofrið, sum bara verður bøðil? Kanska er hann eitt offur sjálvur?” verður spurt í kjakinum um skaldsøguna Leksikon um ljós og myrkur, sum er nýggj klubbabók í Bókaklubba Sprotans.

Millum mangt annað tosa vit um tað serliga jødiska hugtakið um, at menniskjað doyr tvær ferðir. Marna Jacobsen, Eyðun Klakstein og Uni Holm Johannesen umrøða saman við vertinum Eilen Anthoniussen Leksikon um ljós og myrkur í okkara fyrsta Lesikróki.

 



09.09.2020
Sprotin
Lesikrókurin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?