Seinasta útgávan hjá Einar Már er "Til rætta viðkomandi", sum Martin Næs hegnisliga hevur týtt, og sum Tróndur Paturson hevur gjørt kápuna til. Gassi

Til rætta viðkomandi eftir Einar Már Guðmundsson 

Einar Már Guðmundsson (f. 1954) debuteraði í 1980 og hevur skrivað yrkingar, skaldsøgur, stuttsøgur, barnabøkur og filmhandrit. Hann skrivar um nútíðina, býarlív, rokktónleik og politikk og annað, ið er modernaðum menniskjum viðkomandi. 

02.05.2021
Sprotin
Bókaprát

Bøkurnar, sum eru merktar av eini bullandi frásøgugleði, eru týddar til eini 30 mál. Hann hevur fingið ørgrynni av heiðurslønum fyri síni verk, ikki minst Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, Karen Blixen-medaljuna og virðisløn frá Svenska Akademinum.

Fleiri halda Einar Már Guðmundsson fyrst og fremst vera skaldsøguhøvund, men hann debuteraði sum lyrikari, og hann greipar tekstasløgini væl saman. Lyrikkurin skal sambært honum  eiga í sær søgurnar, og skaldsøgan skal vera poetisk.   

Seinasta útgávan er Til rætta viðkomandi, sum Martin Næs hegnisliga hevur týtt, og sum Tróndur Paturson hevur gjørt kápuna til.

Savnið er býtt sundur í sjey partar, sum sveima um tey størstu evnini sum lív og deyða, men eisini um samfelagsligar spurningar. Her eru kærleiksyrkingar, yrkingar um tíðina og yrkingar um at flúgva. Felags fyri tær allar er eitt ávíst einfeldi og greidleiki og ein blandingur av sorgblídni og vón. Ikki at gloyma skemtið, ið altíð er við tekstunum hjá Einari Már. Skemt, sum lættir huglagið og dregur boðskapin fram.

Fuglurin sigur:
“Eitt skald sum ikki kann flúgva
er ikki eitt skald,”
og skaldið svarar:
“Ein fuglur sum ikki dugir at yrkja
er ikki ein fuglur.”

“Skulu vit ikki býta
um leiklut?
Eg flúgvi. Tú yrkir.”

02.05.2021
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?