Móðurmálsdagur

Í dag er okkara móðurmálsdagur, tí henda dag í 1819 varð Hammershaimb føddur. Saman við øðrum legði hann lunnar undir málið. Kanska eitt sindur tollfrítt og lættkeypt at siga. Útlendskir granskarar, serliga danskir, hjálptu okkum, so fjalladialektin hjá hálvkvødnum søgusigarum bleiv eitt fullfíggjað skriftmál millum slektaðu grannamálini, sum eisini hava ein móðurmálsdag at fegnast um.

25.03.2022
Birgir Kruse
Ymist

Danski stuðulin hevur staðið við, og er í dag so dyggur, at tú ikki kann hyggja eftir filmi uttan danskan undirtekst og orienterað teg um støðuna í Ukraina uttan danskan hernaðarkorrespondent, sum við vanda fyri egnum lívi er farin frontalt á sjurnalistiska hermótið.

Einsamøll skapa vit ikki móðurmálið.

Men sleppa vit donsku ávirkanini, sum í seinastuni er linkað so mikið, at summi vilja vera við at kontan er uppbrúkt, so ber til at hyggja eftir hinum báðum grannalondunum, Noregi og Íslandi, sum vit helst eru enn nærri í slekt við, ikki minst tá um málsligar fyrimyndir og nýyrði ræður.

Úr Noregi hava vit í seinastuni hoyrt Stoltenberg tosa til heimin - ikki um breyð, sum var tað gamla - men um undanførslur hjá handlingslammaða Nato, at fáa limalond at gera nakað við Russland, sum hevur bumbað ukrainska grannalandið aftur í somu miðøld, sum nýdespoturin Putin skilliga dyrkar. Umframt skakandi Natoinnihaldið, ið er sum at hoyra Elvis syngja um Nothingville, er málsligi formurin, orðavalið og tónalagið serstakt og vert at hefta seg við ein móðurmálsdag í lítlu Føroyum.

Hóast Stoltenberg dugir perfekt enskt, hevur hann eins og íslendska Björk, lagt sær eitt heilt serligt tónalag á tunguna, sum í eitt splittsekund gevur lurtaranum ein eykatýdning við foredling og geopolitiskari meirsølu í huga. Í einum heimi, har øll tosa enskt, er umráðandi at stíga fram við nøkrum heilt serligum, fyri at verða lagdur til merkis. Alt síðan Heyerdahl slapp at sigla undir ST-flaggi, hevur norskt-amerikanskt verið eitt eins sjónligt og hoyrbart hugtak og tað enskt-íslendska hjá Björk. 

Tú skalt vita, at mítt móðurmál er ikki enskt, samstundis sum eg fortelji tær, at eg eri av víkingaætt og komi úr landinum við teim mongu reinu firðunum og teim olympisku fjøllunum, har trøll, ið hava skil fyri góðum og illum, hava sertifiseraðan bústað. Tað er seldi medboðskapurin hjá Heyerdahl, Björk og Stoltenberg. 

Ein farri av tí gøtudanska.

Kanska er Ísland og íslendska tungan tað minni í útbreiðslu, so vit lættari kunnu síggja upp til hana, íslendsku tunguna, soleiðis sum hon verður brúkt til gerandis, ikki minst í miðlum har í landinum.

Og finna vit uppá at hyggja í íslendska Morgunblaðið, so kunnu vit meir enn so finna nøvn og heiti, ið eru úr okkara gomlu føroysku bókum, so sum søgurnar um Orm Reyða og Heimskringlu í týðingunum hjá Barna Niclassen, sum Sprotin nýliga hevur givið út av nýggjum.

Har síggja vit væl undirbygdar orsøkir til at boksandi borgarstjórin í ukrainska høvuðsstaðnum mælir til útgongubann. Býurin, hann stjórnar, er í fremsta íslendska prentmiðlinum ikki nevndur Kyiv á ukrainskum ella Kiev á russiskum, men Kænugarður á íslendskum. Yvirskriftin er Útgöngubann í Kænugarði. Tað lýsir Vítalí Klitsjkó sambært íslendsku Mogguni.

Hyggja vit at víkingakortinum aftan fyri greinina í Morgunblaðnum, so sæst, at bretska týðingin av kortinum úr Heimskringlu sigur, at Grønlandssund er millum Ísland og Grønland. Donsk, norsk, sámisk og altjóða atlas siga, at tað passar ikki, tí júst har er Danmarkssund og Denmark Strait. Hjá okkum hava vit sagt Grønlandsfjørður, síðan siglingarskúli byrjaði.

Sigst, at undir einum hondbóltsdysti fann ein reportari uppá at kalla mótstøðulandið hjá íslendingum Svartfjallaland. Og soleiðis hevur tað verið kallað síðan. Illustrativt sigandi, brúkbart í talaða málinum og hensigtsmessiga lýsandi. 

Betri kann tað ikki verða, tá ið málið er leyst av óviðkomandi stríði og fremmangjørdari tyngd og tí finnur festi hjá fólkinum, sum byggir landið og brúkar málið, ikki bara fyri at dyrka seg sjálvt, men at síggja allan heimin, hiðani og út.

Góðan móðurmálsdag!

Birgir Kruse

25.03.2022
Birgir Kruse
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?