Snarskeið í føroyskari stavseting

So verður snarskeiðið í stavseting, sum Sprotin hevði fyri nøkrum árum síðan, aftur á skrá. Málbólkurin er tey, sum duga føroyskt, men ivast í -ir, -ur, -ð og teknseting.

05.01.2026
Sprotin
Ymist

 

Nær: Týsdag og hósdag kl. 14.00-16.30

  • Hósdag 5. mars
  • Týsdag 10. mars
  • Hósdag 12. mars
  • Týsdag 17. mars
  • Hósdag 19. mars
  • Týsdag 24. mars
  • Hósdag 26. mars

Hvar: Hotel Brandan

Luttakaratal: 15-20

Kostnaður: 4.500 kr. íroknað skeiðstilfar og undirvísing

Tilmeldingarfreist: 2. mars 2026

Randi Kúrberg leiðir skeiðið. Melda teg til á randi@beini.fo

...

Um skeiðið

Skeiðið er eitt ógvuliga einfalt grundskeið í stavseting, ætlað teimum, ið kundu hugsað sær at lúkað -ð, -ir, -æ, og -ý feilir burtur úr tekstunum.

Bókin tekur upp so grundleggjandi spurningar sum

  • -ð feilir, tá ið sagnorð verða nýtt sum lýsingarorð  
  • Nær hevur navnháttur -a og nær að/ið?
  • Hevur hugsháttur nakrantíð ð?
  • Nær hevur lýsingarháttur -ð ? 
  • Nær hevur boðsháttur -ð?
  • Nær hevur sagnorð -ir og nær -ur í nútíð? 
  • Lýsingarorð sum enda við -ið 
  • Fær bundið hvørkikynsorð altíð -ð? 
  • Nær skal tað vera tvey og nær eitt hjáljóð? 
  • Hvussu er við -ð í sambandi við skerping?
  • Smáir ella stórir stavir
  • Nær eru orð í einum, nær í tveimum? 
  • Nøkur lúnsk einsljóðandi orð
05.01.2026
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?